Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 VALBLAÐ Tað hevur ongantíð verið eg at selt meg til eitt val - Høvuðsmálið má vera, at hvør einstakur borgari í landinum hevur tað gott, og skulu vit øll hava tað gott, mugu vit eisini hava eitt vinnulív, sum klárar seg væl, sigur Jóan Magnus Rasmussen Vilmund Jacobsen Jóan Magnus Rasmussen stillar ikki upp aftur á løgtingsvalinum hesaferð, men í staðin er beiggi hansara, Uni Rasmussen, á fólkaflokslistanum. Men, hvussu kennist tað hjá Jóan Magnusi Rasmussen ikki at stilla upp hesaferð, nú valdysturin er í hæddini? - Eg má siga, at tað kennist sum ein lætti at sleppa undan valstríðnum. Mær dámar ikki valstríð, og tað hevur ongantíð verið eg at ”selt” meg sjálvan til eitt val. Tað fellir mær nógv lættari at selja onkran annan enn meg sjálvan, og tað fellir mær eisini nógv lættari at selja beiggja mín til valið heldur enn meg sjálvan, sigur Jóan Magnus Ras­ mussen. Borgarlig samgonga Hvat væntar tú av løgtingsvalinum, og hvør væntar tú kemur at mynda sam­ gongu eftir valið? - Eg vænti og vóni, at Fólkaflokkurin verður størsti flokkur á valinum, og eg vóni, at vit fáa eina borgarliga sam­ gongu eftir valið - eina samgongu mill­ um Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og so annan ella báðar teir smáu flokk­ar­ n­ar, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Jóan Magnus Rasmussen sigur seg kortini stúra fyri, at vit fáa eina sam­ gongu, har Javnaðarflokkurin heldur fram saman við Sambandsflokkinum og onkrum av teimum smáu flokk­un­ um. - Hetta er so tað næst ringasta, sum eg kann hugsa mær. Tað allar ringasta eftir mínum tykki verður, um vit fáa somu samgongu aftur, sum hevur sitið seinastu fýra árini. Tá hugsi eg serliga um fiskivinnuna og ta peninganýtslu, sum verið hevur í farna valskeiði. Hvat heldur tú eigur at fylla nógv hjá einari komandi samgongu? - Høvuðsmálið má vera, at hvør einstakur borgari í landinum hevur tað gott, og skulu vit øll hava tað gott, mugu vit eisini hava eitt vinnulív, sum klárar seg væl, sigur hann. Skattafrítt útgjald Jóan Magnus Rasmussen sigur, at millum ymiskt, hann kundi hugsað sær í komandi samgonguskeiði, var, at feil­ ur­in við skatting av Samhaldsfasta varð rættaður, soleiðis at útgjaldið verð­ur skattafrítt. - Sum er, verða pengarnir, sum eru í Sam­haldsfasta, skattaðir tvær ferðir, bæði við inngjaldi og útgjaldi. Tað er ikki meira enn rætt og rímiligt, at út­ gjaldið úr Samhaldsfasta verður gjørt skattafrítt, leggur Jóan Magnus Ras­ mussen aftrat. Kennist sum himmalskur lætti - Eg havi greitt brævatkvøðu og fylgi við valstríðnum í ávísari fjarstøðu, sigur Kári P. Højgaard, sum ikki stillar uppaftur Vilmund Jacobsen Kári P. Højgaard, sum hevur umboðað Sjálvstýrið á tingi í fleiri ár og sum eisini hevur umboðað flokkin í landsstýrinum, er millum tey, sum ikki stilla upp aftur á løgtingsvalinum leygardagin. Men, hvussu kennist avgerðin um ikki at stilla upp aftur, nú valstríðið er í hæddini? - Eg eri staddur uttanlands og verið ikki heima valdagin, men eg havi greitt brævatkvøðu. Sostatt er valstríðið fyri mín part í ávísari fjarstøðu. Kári P. Højgaard sigur, at tað kennist sum ein himmalskur lætti ikki at vera partur av valstríðnum, tó blandað við kensluni ”hvat nú?” sum hann tekur til. Hvat væntar tú av løgtingsvalinum? - Tað er altíð trupult at meta um valúrslit, men eg vóni og vænti, at Sjálvstýrið fær eitt gott val og tveir tinglimir. Hin stóri spurningurin er, hvør vil saman við A, um Fólkaflokkurin fær ta stóru framgongdina og átta tinglimir, sum spátt hevur verið um. Neyvan framhald Men, hvør heldur tú so fer at mynda samgongu eftir valið? - Alt veldst um valúrslitið, sjálvsagt, men eg vænti ikki, at sitandi samgonga heldur fram við somu luttakarum. Eg haldi, at eitt gott boð er Sambands­ flokkurin og Javnaðarflokkurin saman við einum ella tveimum av teimum smærru flokkunum. Hvat heldur tú eigur at fylla nógv hjá einari komandi samgongu? - Vælferð føroyinga og almenn arbeiðspláss kring landið, har tey øki í Føroyum, sum higartil hava verið fyri vanbýti, fáa hægstu raðfesting, eitt nú Eysturoyggin, sigur Kári P. Højgaard. - Eg vænti og vóni, at Fólkaflokkurin verður størsti flokkur á valinum, og eg vóni, at vit fáa eina borgarliga samgongu eftir valið, sigur Jóan Magnus Rasmussen - Eg vænti ikki, at sitandi samgonga heldur fram við somu luttakarum, sigur Kári P. Højgaard