hósdagur 27. juli 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 142 - 27. juli 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Vantandi savns-
politikkur
í høvuðsstaðnum
TAÐ er einki annað enn ein skomm, at Tórs-
havnar býur ikki hevur eitt býarsavn, sum vísir
og lýsir søguna hjá høvuðsstaðnum við lutum,
myndum og skjølum. Víst hava vit eitt heiti
»Tórshavnar Býarsavn«, men savnið hevur
ikki nøkur høli og onga fasta framsýning.
Í lýsingarblaðnum hjá Sosialinum við greinum
um ólavsøkuna og nakað av tí, sum fer fram
á ólavsøku var eisini eitt viðtal við Finn Jo-
hansen um býarsavnið. Finnur Johansen, sum
er gamal býráðspolitikari í Havn, hevur verið
sálin í býarsavninum og ein eggjandi kraft at
varðveita nakað av tí gamla, siðsøguliga og
søguliga í Havnini. Í hesum viðtali upplýsti
hann, at Býarsavnið hevur ikki havt nakað
høli síðani í kreppuárunum, tá leigumálið varð
sagt upp.
MEN kreppan er farin aftur um og búskapurin
stendur í fagrasta blóma. Tórshavnar komm-
una fær nú so nógv inn í peningi, at hon
hevur kunnað játtað pening til alskyns enda-
mál. Eina millión til sjónleikarhús, eina millión
til ríðihøll og hálva millión krónur til skótahús
til dømis. Hetta er útmerkað fyri at skapa lív
og trivnað, men er alt hetta lið í einum mið-
vísum mentapolitikki?
IKKI er greitt, um nakað er játtað til býar-
savnið, og tað er kanska ikki nøkur kommunal
skylda, men tá peningur verður latin til so
mangt annað, so átti tað eisini at verið pen-
ingur til at leggja lunnar undir eitt veruligt
býarsavn. Havnin hevur eina ríka søgu, og tí
átti høvuðsstaðurin at havt eitt býarsavn og
kanska eisini eitt sjósavn, tí tað er líka stór
skomm, at føroyingar, sum ein siglandi tjóð,
ikki hevur eitt sjó- og siglingarsavn.
BÝARSAVNIÐ hevur hesaferð eina framsýn-
ing við myndum, og tað hevur savnið havt
áður, men tað kundi verið so mangt, sum eitt
slíkt býarsavn kundi hýst, sum hevur meira
lokalan áhuga enn tann annars frálíka fram-
sýningin hjá Føroya Fornminnissavni. Hon
hevur tikið so nógv fram, síðani hon fekk
veruligar umstøður fyri nøkrum árum síðani.
Valár er í ár, men eitt býarsavn er ikki nóg
gott agn aftur ímóti játtanum og stuðli til ávísar
felagsskapir, sum býráðslimir kanska hava
størri áhuga í, ella tilknýti til, men á hesum
stað skal verða heitt á býráðið og áhugað um
at virka fyri, at Tórshavnar býarsavn fær veru-
ligar karmar fyri einum savni, sum lýsir søguna
og virksemið í høvuðsstaðnum.
Minningarorð um
Arnbjørn R. Thomsen
f. 30. oktober 1949 d. 08. juli 2000
Lítið veit ein um framtíðina, hetta mátti eg sanna tá ið
eg fekk boðini um at Arnbjørn var deyður. Eg var tá
stødd í Danmark.
Vit vóru øll í summarfrí á Blákrossheiminum, høvdu
nýliga riggað av, Arnbjørn var saman við okkum, og
sum altíð í góðum lag.
Hann var tann seinasti, sum var á vakt áðrenn farið
varð í summarfrí. Vit høvdu gjørt av at møtast aftur
tann 17. juli, men so skuldi ikki verða.
Eg havi kent Arnbjørn síðani 1984, frá 1988 hevur
hann arbeitt á Blákrossheiminum. Arnbjørn var lættur
at vera saman við, hevði so nógvar góðar eginleikar.
Blíðlyntur, skemtingarsamur, reiðiligur, beinasamur, eitt
ótrúligt menniskja. Hann var væl egnaðu rat vera í
móttøkuni her á Blákrossheiminum, var tolin, gjørdi
ikki mun á hvør ið kom inn. Hevði sjálvur kent
trupulleikarnar á egnum kroppi, skammaðist ikki at siga,
hvussu hann var komin burtur úr tí, og hvussu hann
frøddist um tað edrúa lívið.
Honum dámdi sera væl mikukvøldsmøtini, var glaður
um at vera saman við teimum, sum bóru Guds orð
fram, og tá ið vit drukku kaffi aftaná, sat hann so blíður
og prátaði við tey, av tí sama fekk hann ein stóran
vinaskara.
Tey eru nógv, sum hava ringt ella tosað við meg um,
hvussu hørm tey eru um, at Arnbjørn er deyður. Hann
hevði sínar hugsjónir, og tað duldi hann ikki, hann segði
sínar meiningar bæði í talu og á skrift, og alt við fullum
navni undir.
Blákrossheimið hevur mist ein dyggan stuðul, vit hava
mist ein góðan starvsfelaga, og eg persónliga hava mist
ein góðan vinmann.
Tøkk
Vit siga hjartaliga takk fyri stóra samkenslu,
ið varð víst okkum, tá kæra mamma okkara
Anna Elisabeth Mørk Thomsen
doyði og varð jarðað. Takk fyri kransar og
blómur.
Familjunnar vegna
Lars Brian og Ludvig
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum, sum gleddu meg
á 90 ára føðingardegnum. Takk fyri vitjanir,
gávur, blómur, fjarrit og telefonsamrøður.
Túsund takk, øll somul.
Jona Joensen
Men Tórhallur, Høgni, Sjúrður og Armgarð, tit hava
mist mest, ein góðan pápa, sum altíð tosaði so vakurt
um tykkum, eisini um tey, tit høvdu valt tykkum aftrat
og ikki minst børnini. Hann livdi fyri tykkum, so tað er
ein dyggur missur.
Harrin styrki tykkum í sorgini, eg ivist ikki í, at vit
eru mong, sum syrgja saman við tykkum.
Við djúpum samkenslum vil eg lýsa frið yvir okkara
góða vinmann, Arnbjørn R. Thomsen.
Blákrossheimið 22.07.00
Sólborg Dulavík
Í sambandi við endurútgávu
á fløgu av „Jazz í Føroyum“
skipar Havnar Jazzfelag fyri
konsert MIKUKVØLDIÐ
26/7 kl 21.00 í Gamla
Meiarínum.
Tað var Havnar Jazzfelag,
sum tá stóð fyri LP-útgáv-
uni. Seinni gjørdist Tutl til
felagið, sum tók sær av
tónleikaútgávum - og eisini
av hesum.
Havnar Jazzfelag var sera
virkið frá miðskeiðis í 70-
unum til 1983. Hyggur tú
í skránna hjá „Jazztíðindi“
frá til dømis desember
1982, eru har 15 tiltøk: vitj-
andi úr Svøríki og Dan-
mark, Gríma Kvøldseta,
men serliga spældu fleiri
føroyskir bólkar.
Á konsertina mikukvøld-
ið er tann tá mest virkni
bólkurin KRÆKLINGAR
við: Ólavur Øster (gittar),
Hans Petur í Brekkunum
(saksofon), Kristian Blak
(klaver), Kolbein Simonsen
(bass) og Jónleif Jensen
(trummur). Tey spæla „Nú
liggur
ein
kavafonn“,
„Cherry tree“, „Caramba“...
Kræklingar hava eisini und-
irspælið, sum í „Jazz í Før-
oyum“-tíðini, hjá solistum:
BRANDUR ØSSURSON
(saksofon) fer at spæla „Fly
me to the moon“, „Vem kan
segla“ og „Blue Bossa“- og
HANUS G. JOHANSEN
(sangur) hevur „Pøstu verð“
á skránni, men eisini „The
times they are a’changing“
og annað hjá Bob Dylan at
framføra. Hanus fer haraft-
urat at syngja egna truba-
durskrá.
PLÚMM: Leivur Thom-
sen (gittar), Magnus Jo-
hannesen (klaver), Finnur
Hansen (ljómborð), Arnold
Ludvik (bass) og Rógvi á
Rógvu (trummur) - eru í løt-
uni øll í Føroyum úr Mon-
treal, Keypmannahavn og
Havn. Plúmmarnar eru so
at siga 2. ættarlið av tón-
leikarum, sum spældu í
Havnar Jazzfelag.
Á konsertini ber eisini til
at gerast limur í Havnar
Jassur í Føroyum
Jazzfelag, ella endurnýggja
limakortið. Grein 2. í lóg
fyri Havnar Jazzfelag sigur:
„Endamál felagsins er at
fremja og nøra um áhugan
fyri tónleiki, serliga jazz,
folk og beat, og at fáa lim-
um sínum eitt fjøllbroyt úr-
val av tónleiki.“ - So at
sjálvt um konsertin miku-
kvøldið er afturskoðandi er
ætlanin hjá felagnum at
hugsa frammeftir.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
JOHN JOHANNESSEN
Tað skal bera til at siga
prestum, ið ikki samstarva
við meinigheitina og aðrar
prestar, úr starvi.
Hetta heldur rektarin fyri
pastoralseminariið í Keyp-
mannahavn, Mogens Lind-
hardt.
Føroya bispur, Hans Ja-
cob Joensen, er lutvíst
samdur í hesum áskoðan-
um. Seinastu tíðina hevur
hann sjálvur havt nógvar
trupulleikar av prestum, ið
ikki vilja samstarva.
Men Hans Jacob Joensen
heldur tó, at prestarnir skulu
vera heilt ómøguligir, áðr-
enn bispur skal fáa heimild
at heita á Kirkjumálaráðið,
um at loysa teir úr starvi.
Kirkjan skal ikki
tømast
– Tað skal ikki bera til hjá
prestum at vera so harð-
rendir, at teir prædika kirkj-
una tóma, sigur Hans Jacob
Joensen. Hann vísir á, at
prestur ikki er settur til at
rudda kirkjuna, men heldur
tað øvugta.
Í Klaksvík hava kirkju-
fólk gramt seg um sóknar-
prestarnar, og eisini eru
nøkur, sum alment hava
sagt, at tey ikki fara í kirkju,
tá Niels Pauli Danielsen ella
Hans Eiler Hammer præ-
dika.
Hendan trupulleikan er
bispur greiður yvir. Men hann
heldur kortini ikki, at dømið
úr Klaksvík er so mikið
ógvusligt, at tað kundi komið
upp á tal, at bispur fór at taka
álvarslig stig í hesum máli.
Bispur skal hava
meiri vald
Føroya bispur
tekur lutvíst undir
við danska
hugskotinum um,
at tað skal vera
møguligt hjá
bispunum at siga
ómøguligum
prestum úr starvi
Føroya bispur heldur tað
vera rætt at geva bispum
heimild til at siga prestum
úr starvi. Men fyri at
verða uppsagdur, skal
presturin hava borið seg
ógvuliga skeivt at
STEFAN Í SKORINI
Nógvir føroyingar hugsa
í hesum døgum um,
hvussu teir skulu búleik-
ast í Havn á tjóðarhátíð
okkara, meðan øll hotell
og gistingarhús í høvuðs-
staðnum eru fullsett.
Tí er væl møguligt hjá
einum, sum hevur eitt
kamar, at selja tað víðari
uttan um hotellið. Av tí at
so nógv eru um boðið at
keypa eitt kamar, so
verður prísurin væl hægri
enn vanligt, og tí ber til
at vinna eitt sindur av
peningi uppá eitt hotel-
lkamar.
Hotelleigarar siga, at
hetta kenna teir einki til,
og at teir ansa eisini væl
eftir, at einki óregluligt
fer fram millum gestirnar.
Tó er møguleiki fyri at
selja víðari, um tann, sum
bílagt hevur, váttar, at ein
annar fær kamarið. Hesir
persónarnir kunnu so
sínámilum avtala ein prís.
Annars hava hotellrúm
verið at sæð til sølu, og
hesi eru farin fyri hægri
prís enn tann, sum ho-
tellið ásetur.
Hans
Jacob
Joensen
hevur enn onga almenna
kæru fingið frá kirkjufólki
í Klaksvík um prestarnar
har. Men kortini heldur
bispur, at støðan í Klaksvík
er so mikið álvarslig, at
prestarnir eiga at taka í
egnan barm, soleiðis, at teir
ikki tøma kirkjuna.
– Tá ósemjur eru við
kirkjufólkið og kirkjuráðið,
eiga prestarnir sjálvir at taka
stig til at binda um heilan
fingur, ger bispur greitt.
Ikki nóg mikið at vera
ómøguligur
Hans Jacob Joensen heldur,
at tað skal nógv til, áðrenn
bispur skal fáa heimild til
at siga prestunum úr starvi.
Tað skal ikki bera til hjá
bispi at siga einumm presti
upp, tí hann klandrast við
Nógv at gera
allastaðni
Tey flestu hotellini runt
landið hava eisini heilt fitt
av bíleggingum á ólav-
søku, men tó er heldur
soltið við gestum í Suður-
oynni.
Hotel Norð á Viðareiði,
Hotel Eiði og Hotel Vág-
ar hava øll mestsum fult
hús á ólavsøku, og fleiri
av gestunum eru føroy-
ingar, sum ikki hava hug
at fara á ólavsøku. Heilt
fitt av útlendingum gista
eisini á hotellunum uttan
fyri
miðstaðarøkið
á
ólavsøku.
Ofta hevur verið sagt,
at havnafólk rýma út á
bygd á ólavsøku fyri at
sleppa undan hurlivasan-
um í Havn, men í Suður-
oynni og í Klaksvík
merkja tey einki til slíkt.
Gestirnir eru sera fáir á
Hotel Øravík og á Sjó-
mansheiminum í Klaks-
vík.
Hotellrúm
kunnu seljast
víðari við
vinningi
Hotellini kring landið hava nógv
at gera á ólavsøku, men serliga í
Havn eru hotellini yvirfylt, og tí
ber eisini til hjá einum, sum hevur
bílagt sær eitt rúm, at selja tað
víðari við vinningi
bisp. Hendan trupulleikan
heldur Hans Jacob Joensen
seg sjálvan eiga at stíðast
við.
Men tekur so mikið álv-
arsligt stíð seg upp millum
ein lokalan prest og mein-
igheitina, at vandi er fyri,
at meinigheitin syndrast,
heldur bispur, at kirkjuráðið
eigur at hava heimild at
heita á bisp, um at taka
støðu í málinum.
Síðani skal tað vera upp
til bisp, um hann heitir á
Kirkjumálaráðið, um at siga
prestinum úr starvi.
Allir prestar í danska rík-
inum eru tænastumenn, og
tískil vardir av tænastu-
mannalógini.
Tí
mugu
broytingar til, skulu bisp-
arnir fáa heimild til, at siga
teimum úr starvi.
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Neistarnir rúka frá pennun-
um í Tinganesi í hesum døg-
um, nú seinasta hond verður
løgd á løgmannsrøðuna,
sum Anfinnur Kallsberg
skal halda á Ólavsøku.
Samskiparin av hesum
arbeiði er løgmannsstjórin
Marjun Hanussardóttir.
- Løgmannsrøðan er í
trimum pørtum. Fyrsti part-
ur er tann sum løgmaður
lesir upp í tinginum. Annar
partur eru frágreiðingarnar
frá teimum ymisku stýrun-
um og triði partur er eitt
yvirlit yvir tær lógir, sum
verða lagdar fyri tingið í
komandi tingsetu, sigur
Marjun Hanussardóttir, løg-
mannsstjóri.
Løgmannsrøðan er ein
frágreiðing um virki lands-
stýrisins í farna ári og um
ætlaninar í komandi ári. Tey
ymisku stýrini hava freist til
einaferð í juni at lata tilfar
til røðuna. Áhugin fyri løg-
mannsrøðuni er ikki stórur
aðrastaðni
enn
millum
politikkarar og í fjølmiðl-
unum.
Løgmannsrøðan er í ár
um 60 síður og hon verður
løgd á heimasíðuna hjá
landsstýrinum beinanvegin
sum løgmaður fer á tingsins
røðarapall ólavsøkudag.
Løgmannsrøðan
um at vera liðug
Verður á síggja á internetinum, so skjótt sum løgmaður
heldur hana ólavsøkudag
prísur
prísur
29
29
ê Trndarg¿tu
tel. 318200
ÓLAVSØKAN:
Opið:
Ólavsøkuaftan
kl. 9-19
Ólavsøkudag
kl. 14-19
prís
Tilboð
1/2
1/2
1/2
Allar taskur
Allar taskur
prís