hósdagur 27. juli 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 142 - 27. juli 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 142 - 27. juli 2000
Skal tryggja eitt reint um-
hvørvi og eina reina natúru
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú er fyrsta stigið tikið til
at orða ein føroyskan um-
hvørvispolitikk.
Tað er Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í um-
hvørvismálum, sum hevur
sett ein arbeiðsbólk, sum
skal gera eina frágreiðing
um føroyska natúru og um-
hvørvið í Føroyum.
Frágreiðingin hjá arbeiðs-
bólkinum skal verða grund-
arlagið undir einum aðal-
orðaskifti í løgtinginum um
umhvørvismál. Aðalorða-
skiftið skal verða, áðrenn
næstu Ólavsøku.
Aftaná tað orðaskiftið,
verður farið undir at orða
ein ítøkiligan, føroyskan
umhvørvispolitikk og at
gera broytingar í umhvørv-
islógini.
Arbeiðsbólkurin fer til
verka beint aftaná summar-
frítíðina og frágreiðingin
skal vera liðug tíðliga í
komandi ári.
Limirnir í arbeiðsbólkin-
um eru: Jacob Pauli Joensen
á Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni, sum er formaður,
Dorete Bloch frá Yvirfrið-
ingarnevndini, Kate Sand-
erson á Løgmansskrivstov-
uni, Jógvan K. Mørkøre,
formaður í Føroya Komm-
unufelag og Poul Andrias
Joensen frá Kommunusam-
skipan Føroya.
Skrivari hjá arbeiðsbólk-
inum er Rókur Tummasar-
son, fulltrúi í Oljumálastýr-
inum.
Arbeiðssetningurin hjá
bólkinum er at lýsa støðuna
á umhvørvis- og natúru-
verndarøkinum. Hetta skal
gerast við støði í umsiting-
ini sum er, og í galdandi
lóggávu.
Somuleiðis skal arbeiðs-
bólkurin viðgera og vísa á,
hvør tørvur er á broytingum
á hesum øki.
Og í triðja lagi skal bólk-
Nú skulu Føroyar hava ein ítøkiligan umhvørvispolitikk. Eyðun Elttør, landsstýris-
maður í umhvørvismálum, hevur tikið fyrsta stigið, sum er at seta ein arbeiðsbólk at
lýsa støðuna og at gera tilmæli
Nú er fyrsta stigið tikið til at orða ein føroyskan
umhvørvispolitikk
urin seta fram hugskot um,
hvørjar loysnir kunnu nýtast
til at fremja tær tilmæltu
broytingarnar í verki.
Landsstýrismaðurin í um-
hvørvismálum sigur, at í ar-
beiði sínum skal bólkurin
leggja dent á, at greina
marknaøki og umskaringar
innan lóggávuna, sum við-
víkur umhvørvis- og na-
túruvernd í breiðari merk-
ing.
Somuleiðis skal dentur
leggjast á at lýsa altjóða rák-
ið á økinum og støðu Før-
oya.
Og at enda skal abeiðs-
bólkurin leggja dent á at
finna loysnir, sum í minst
møguligan mun økja um
umsitingina á økinum, men
sum kortini í mest møgu-
ligan mun tryggja eitt reint
umhvørvi og varðveitslu av
eini fjølbroyttari natúru,
sigur Oljumálastýrið.
Politistarnir í Føroyum
ivasamir um framtíðina
Politistarnir hava havt fund við landsstýrismannin í fullveldismálum um
framtíðina
ÁKI BERTHOLDSEN
Í sambandi við fullveldis-
ætlanina hjá landsstýrinum
hevur spurningurin um løg-
regluna í Føroyum verið eitt
av teimum eymu málunum,
sum greiða skal fáast á.
Ikki minst hava politist-
arnir sjálvir verið ótryggir
um framtíðina.
Verður fullveldisætlanin
framd í verki verður løg-
Síðstu nátt gjørdi ein einsamallur grindahvalur
landgongd á sandinum í Sandvík. Menn, sum fóru av
bygdini tíðliga um morgunin varnaðist hann og søgdu
frá. Talan var um ein hval upp á sjey skinn. Nógvar
hendur vóru at hjálpa til at skera upp og hann varð
skiftur til bygdina. Sostatt fingu sandvíkingar eitt kók
í part og tað mundi koma væl við, tí nú er so langt
síðani, att eir fingu grind seinast, at nú hava tey
allarflestu verið púra sør rættiliga leingi
Gjørdi
landgongd
reglan sjálvandi yvirtikin,
sum alt annað og nógvir
politistar hava spurt seg
sjálvar, hvussu tað fer at á-
virka teirra arbeiðsumstøð-
ur, lønarviðurskifti, pen-
sjónir o.s.fr.
Hendan óvissan gjørdi, at
Føroya Politistafelag fyri
stuttum bað Høgna Hoydal,
landsstýrismann í fullveld-
ismálum um ein kunnandi
fund, har teir kundu fáa
nakrar spurningar svaraðar.
Høgni Hoydal sigur, at
hetta var ein rættiliga posi-
tivur fundur.
Í fyrstu atløgu kundi
Høgni Hoydal vissa poli-
tistarnar um, at tað er ongin
ætlan at skerja løgregluna
í einum sjálvstøðugum
Føroyum.
– Eg fekk eisini fortalt
teimum, at pensjónir, lønir
og onnur viðurskifti, vóru
eisini skyldur, sum før-
oyski staturin fór at yvir-
taka, eins og tað, sum er
hent við lærarum, post-
monnum o.sfr., tá ið máls-
økini vórðu yvirtikin.
– Í samráðingunum við
danir hava vit roynt at fáa
samstarv í lag ímillum før-
oyskr og danskar stovnar,
eitt nú ímillum eina før-
oyska løgreglu og danska
lógmálaráðið, men tað hev-
ur danska stjórnin víst
aftur.
Høgni Hoydal sigur, at
ístaðin fyri at skerja løg-
regluna, verður heldur
neyðugt at byggja hana út
og at menna hana, tí í
einum sjálvstøðugum Før-
oyum fær løgreglan heldur
fleiri málsøki at røkja.
Tí heldur Høgni Hoydal,
at tað átti at verðið meiri
áhugavert at vera løgreglu-
maður í einum sjálvstøðug-
um Føroyum.
– Tí kann ein føroysk løg-
regla fáa stóran týdning. Eitt
nú verður tað tá soleiðis, at
føroyska løgreglan og før-
oysku politikarar sjálvir fáa
ábyrgdina av einum máli,
sum t.d. Paul Watson, fyri
at nevna eitt aktuelt dømi.
Høgni Hoydal vísir m.a.
á, at sum er, kostar løgregl-
an í Føroyum einar 42 milli-
ónir um árið, men í Hvítu
Bók er roknað við, at før-
oyska løgreglan fer at kosta
63 milliónir.
Og hann heldur, at tað
hevur stóran týdning at
menna løgregluna. Tí í ein-
um sjálvstøðugum Føroy-
um hevur tað alstóran týdn-
ing, at vit hava eina løg-
reglu, sum er før fyri at
tryggja okkum, og okkara
frannalondum, at vit ikki
blíva ein kriminellur frí-
staður við t.d. hvíttvasking
av peningi, og at vit hava
eftirlit við okkara mørkum.
Skiljast sundur
Høgni Hoydal leggur eisini
dent á, at í eini sjálvstøð-
ugari føroyskari løgreglu,
verður ákæruvaldið og løg-
reglan hvør sín stovnur.
– Í løtuni er tað sami
stovnur, men formliga verð-
ur tað hildið at verða skila-
gott at skilja tað sundur.
Høgni Hoydal vil ikki
siga, at hendan samanbland-
ingin uppá nakran máta
hevur verið ein trupulleiki
fyri rættartrygdina. Men
hann heldur kortini, at tað
hevur týdning fyri tey, sum
eru í rættarskipanini, at tað
eru tveir stovnar, sum eru
óheftir av hvørjum øðrum,
sum arbeiða við teirra mál-
um.
–TÁkærumyndugleikin og
løgreglan eru eisini tveir
ymsir stovnar, sum eiga at
menna sína serfrøði, hvør á
sínum øki, púra leysir av
hvørjum øðrum.
Politistar eru ivasamir um, hvussu viðurskifti teirra fara
at verða, um løgreglan verður yvirtikin
Nú er kjallarin komin
Sjónvarp Føroya hevði
týskvøldið samrøðu við
tvey hálendsk tíðindafólk,
sum hava verið við Paul
Watson umborð á „Ocean
Warrior“ Tey lýstu Wat-
son sum ein fanatikara,
men løgdu ikki fingrarnar
í millum fyri at skýra
føroyingar fyri at vera tað
sama. Tey vóru komin í
land av „Ocean Warrior“
fyri lýsa grindadrápið frá
føroyskari síðu og føroy-
ingar, sum tey higartil
høvdu tosað við, vóru
eins fanatisk viðhaldsfólk
Paul Franklin Watson,
sum í løtuni liggur í al-
tjóða sjógvi tríggjar fjórð-
ingar eystur úr Nóls-
oynni, hevur út at gera at
taka í móti sektaruppskot-
um frá fútanum M. Nepp-
er Christensen.
Týskvøldið um sjey tíð-
ina fór løgreglan umborð
á „Ocean Warrior“ og
góvu honum eina bót upp
á 200.000 krónur fyri at
Fleiri bøtur
til Watson
hava brotið útlendinga-
lógina.
Bótin er givin, tí Paul
Franklin Watson hevur í
tveimum førum brotið
føroyska lóg við at sigla
inn um føroyskt mark.
Hetta hendi 24. juli fyrra-
part og eisini náttina mill-
um 24-25 juli.
Paul Watson noktar seg
sekan.
je
at halda fram at drepa
grind, sum Watson og
felagsskapur hansara Sea
Shepherd var í móti.
T í ð i n d a f ó l k i n i
eftirlýstu, at partarnir fóru
at tosa saman og at før-
oyingar fóru at umhugsa,
um tað var rætt at drepa
grind í 21. øld.
Eitt sjónvarpslið hjá
BBC hevur eisini verið í
Føroyum fyri at lýsa
grindadrápið sætt við
føroyskum brillum.
je
Føroyingar
eins
fanatiskir
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Teir rigga av í Timbur-
handlinum á Langasandi í
Kollafirði. Og seinastu
dagarnar hevur rættuliga
útsøla verið í Kollafirði.
Maður er farin av húsi fyri
at ogna sær tilfar, tí
føroyingar eru kendir fyri
sjálvir eisini at duga at
halda á einum hamara.
Tað er enn ikki eydnast
okkum at fingið at vita hví
timburhandilin á Langa-
sandi, sum hevur lívgað
norðstreymoyingar
seinastu mongu árini við
øllum frá timbri til
høsnarhegn, letur aftur nú
mitt í einum há-
konjukturskeiði í
Føroyum. Stjórin
Christian Christiansen
hevur ikki verið at hitta.
Men útsølan hevur
gingið væl og fólk úr
øllum meginøkinum hevur
verið á Langasandi og
keypt tilfar.
Í norðstreymi er eisini
ein timburhandil í
Vestmanna. Myndamaður
okkara var á Langasandi í
góðveðrinum og tók
myndir.
JÚSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Skótahúsini niðast í Viðar-
lundini hava staðið eitt sind-
ur við síðuna av sær sjálv-
um seinastu mánarnar. Ofta
verður byrjað at gera kjall-
aran til eini hús, og síðan
kemur miðhæddin, men so
hevur ikki verið við skóta-
húsunum. Her byrjaðu teir
í erva fyri nógvum árum
síðani og undir var bara ein
krúpikjallari. Nú eru húsin
i víðkað og ein heil hædd
Ein timburhandil
letur aftur
Klokkan 15.00 í dag
verða prógv handað til
tey, sum hava gingið á
Náttúruvísindadeildini á
Fróðskaparsetrinum og
hava staðið royndina
Bachelor of Science.
Bachelor of art, science
o.s.v. er ein persónur,
sum hevur lokið prógv frá
lærdum háskúla eftir
trimum
árum.
Arne
Nørrevang, rektari fer at
handa teimum prógvini.
Tey hava nú at enda gjørt
eina høvuðsuppgávu, og
evnini eru tikin úr før-
oysku náttúruni.
je
er stoypt undir tey. Meðan
hetta arbeiði er farin fram,
eru húsini tikin av grundini
og sett við síðuna av. Týs-
dagin vóru tey eftir skinn-
arum flutt oman á nýggju
kjallarahæddina. Tey vóru
drigin aftur á pláss við
vanligum patenttaljum.
Nú hava skótarnir mun-
andi betri umstøður at
telgja, knýta knútar, leika
og hugna sær og sjálvsagt
eisini er betri pláss til
álvarsmál.
Náttúru-
prógv í dag