Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. juli 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 142 - 27. juli 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 142 - 27. juli 2000 RÚNAR REISTRUP Tað kann fara at hava øgi- ligar fylgjur fyri teir báðar klubbarnar, ið hava valt at skipa fyri stripptease á ólav- søku, um strippararnir ikki ansa sær. Petur Poulsen, varapoliti- kommiserur á Politistøðini í Havn, sigur, at løgreglan fer at fylgja væl við virk- seminum í Kagganum og Club 20 á ólavsøku, og kemur tað fram, at stripp- ararnir eru farnir ov langt, so fellur hamarin. Hinvegin er einki í vegin við at klubbarnir skipa fyri stripptease. Tað eru teir væl- komnir til, men greiðar reglur áseta, hvussu slíkt skal fara fram, og hesar reglur skulu haldast. Varapolitikommiserurin sigur, at teir hava kallað báðar klubbarnar, ið skipa fyri stripptease á ólavsøku, inn til samtalu, har løgregl- an ætlar at greiða gjølla frá, Ríkur botnurin - fellur hamarin Striptease: Um strippararnir í Club 20 ella Kagganum fara úr undir- buksunum í sýningum sínum á ólavsøku, kann tað hava við sær, at resturatiónsloyvið hjá viðkomandi klubba verður ógyldað hvussu reglurnar eru. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at klubbarnir eru greiðir yvir galdandi reglur. Kynslutir skulu goymast burtur Tær reglur, ið løgreglan í Havn fer at ganga eftir, hev- ur ríkispolitiovastin stungið út í kortið. Talan er um nøk- unlunda somu reglur, sum eru galdandi í Danmark fyri slíkt virksemi. Reglurnar áseta millum annað, tað skulu vera minst fýra metrar millum stripp- aran og áskoðararnar. Regl- urnar áseta eisini, at ikki er loyvt stripparanum at vísa kynslutir sínar fram. Við øðrum orðum skal eingin fara úr undirbuks- unum, uttan so at eitt hand- klæði ella okkurt tílíkt er fyri har, ið innasta plaggið plagar at sita. Kom á hægsta stað Gjáramorgunin tók løg- reglan í Føroyum málið um stripptease í Føroyum upp, og eftir at tað hevði verið á hægsta stað og vent, var full greiða um, hvussu løgregl- an skal bera seg at í sam- bandi við úrlatingartiltøkini um ólavsøkuna. – Klubbarnir fáa at vita, at teir kunnu vænta sær vitj- an, bæði av uniformklødd- um løgreglufólki og av løg- reglufólki uttan uniform, sigur Petur Poulsen, vara- politikommiserur. Talan verður tó neyvan um at løgreglufólk vera í klubbunum alt kvøldið, tí tað er arbeiðstrýstið hjá løg- regluni á ólavsøku ov stórt til. Steðga stripparanum Løgreglan í Havn hevur boðað løgreglufólkum sín- um frá, at koma tey til dømis inn í ein klubba, har ein strippari stendur uttan undirbuksur og vísir fram, skulu løgreglufólkini steðga tiltakinum umgangandi. Klubbin sjálvur verður tó ikki stongdur av teirri orsøk - í hvussu er ikki í fyrstu atløgu. Men hvat seinni hendir eftir ein slíkan tilburð er ikki greitt. Reglur eru gjørd- ar til at fylgja, og verða tær ikki tað, so fær tað avleið- ingar, sigur Petur Poulsen. Ein av avleiðingunum kann sambært varapoliti- kommiserinum vera, at við- komandi klubbi missir sítt resturatiónsloyvi, og tað má metast sum ein rættiliga umfatandi avleiðing. Tað er ábyrgdin hjá klubbunum at stripparin ikki brýtur reglurnar. Hend- an ábyrgd inniber bæði at greiða stripparanum frá galdandi reglum, og at steðga tiltakinum, um alt ikki fer rætt fram. Í Sosialinum í gjár søgdu bæði Kaggin og Club 20, at ætlanin var at syrgja fyri, at strippararnir ikki fóru út um mark í sýningunum á ólav- søku. Sosialurin er vitandi um, at onkuntíð hevur eingin tráður verið eftir á stripp- arum, ið hava verið á palli í Føroyum, men sambært løgregluni skal eingin ræð- ast fyri at hetta fær aftur- virkandi avleiðingar. RÚNAR REISTRUP Seinastu dagarnir hevur ver- ið arbeitt mestsum nátt og dag í Sjónleikarhúsinum í Havn. Ólavøkukabarettin er á skránni og hevur verið tað í ein góðan mánað hjá fólk- unum, ið skipa fyri henni. Í kvøld skal alt fyrireik- ingararbeiðið vera liðugt og úrslitið roynast á palli í frumsýningini klokkan 19.00. Men áðrenn tað, fær eing- in at vita, hvat ið væntast kann. Kabarettfólkini halda kortunum tætt inn at kropp- inum. Okkurt ber tó til at siga um innihaldi í kabarettini, millum annað við at kaga í leikskránna, ið bleiv liðug fyri einari viku síðan. At døma útfrá myndunum í kabarettskránni, so fáa før- oysku prestanir eitt slag ella kanska tvey, meðan Paul Watson fær eina kæra hond. Sangirnir og onkrar av myndunum kundu bent á, at tey trý hugtøkini byrsur, skot og Klaksvík á onkran hátt verða samantvinnað í einum sketsji. Hvussu, er ikki greitt. Fjakkaragenturnar, ið hetta farna hálva árið hava skrivað heim til ungdóms- blaðið Krydd og sagt frá um lukt, muslimar og kamelar í Egyptalandi, fara, eftir tí sum hevur verið at frætt, eisini at fáa nógv oman yvir seg. Forsølan av atgongu- merkjum til kabarettina byrjaði longu mánadagin. Kabarettin rullar Í kvøld verður ólavsøkukabarettin frumsýnd. Sambært fyrireikarunum er nógv gott á skránni, men júst hvat er innihaldið, er enn ein loynidómur Sum altíð í sambandi við ólavsøkukabarettir er tað eitt sindur óvist nær seinasta sýning verður. Men sum er ætla tey at halda fram við at spæla til 1. august. Verður stórur eftirspurn- ingur eftir atgongumerkj- um, fara sýningarnar helst at halda fram í nakrar dagar afturat. Lítil ivi er um, at føroysku prestarnir og teirra innanhýsis stríð fara at fáa pláss millum sketsjirnar á ólavsøku- kabarettini. Her er tað Turpin Napoleon Djurhuus, ið venur mitt á havnargøtum Mynd: Høgni RÚNAR REISTRUP Gistingarhúsfelagið fer nú at mæla limum sínum til at fylgja sáttmálanum fyri ar- beiði á hotellum, gistingar- húsum og matstovum. Tað inniber millum annað, at nógv av virkjunum innan hesa vinnu nú skulu hækka starvsfólkalønirnar, so tær verða í samsvari við sátt- málan. Gistingarhúsfelagið var á fundi við Føroya Arbeiðs- gevarafelag týsdagin, og Gistingarhúsfelagið góðtikið sáttmálan seinni út á kvøldið var so fundur millum Gistingar- húsfelagið og Føroya Ar- beiðsgevarafelag øðrum megin borðið og Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hinu- megin. Tá fundurin var lokin út á náttina, var semja millum partarnar, og Gistingarhús- felagið fór í gjár undir at heita á limir sínar um at ger- ast limir í Føroya Arbeiðs- gevarafelag og soleiðis binda seg til at fylgja sátt- málanum. Sambært Jan Mortensen, skrivara í Føroya Arbeiðs- Sáttmálin millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri arbeiði á gistingahúsum, matstovum o. ø. hevur nú fingið vælsigning frá Gistingarhúsfelagnum, ið annars ikki vildi kennast við hann í farnu viku gevarafelag, vóru bert smávegis broytingar gjørdar í sáttmálanum. Lønin, ið sáttmálin ásetir, er óbroytt, men okkurt er heft afturat viðvíkjandi lønunum hjá starvsfólki innan vinnuna. Meira vil hann ikki siga, og sáttmálin í sínum nýggja líki er heldur ikki almennur, fyrr enn hann er lagdur fram fyri limirnar í Gistingarhús- felagnum.