hósdagur 27. juli 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 142 - 27. juli 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 142 - 27. juli 2000
Wild Child góður og ikki
minst eigur bólkurin ein
góðan frontfigur í sang-
aranum, ið bæði dugir at
syngja og hevur útstráling.
Wild Child spælir melodi-
øsan rock og spennandi
verður at hoyra bólkin aftur,
eftir at lítið hevur verið at
hoyrt t
il bólkin farna árið.
Í Wild Child leika Pól Ar-
ni Holm, sang, Dánjal Já-
kup W. Holm, trummur,
Trúgvi Strøm, guitar, Thor-
bjørn Lisberg, ljómborð og
Tróndur Enni, Bass.
Airbags
Vinnarirnir av Pop Top kon-
sertini í ár blivu Airbags.
Hetta er so fyrstu ferð at
bólkurin er við einum so
stórum konserttiltaki. Vit
hava nokk ikki hoyrt so
nógv til hendan bólkin, av
teirri einføldu orsøk, at Air-
bags
er
ein
rættuliga
nýggjur bólkur, sum ikki
byrjað at venja saman fyrr
enn í apríl í ár. Tónleika-
stílurin er breiður. Blues,
jazz og eisini eitt av sindur
meiri harðum tónleiki; siga
teir úr
Airbags. Teir, ið manna
bólkin eru; Herfinn Árna-
fjall, sang; Uni Debess,
sang og guitar; Jógvan Ja-
cobsen sang og bass; Jó-
annes Reinert situr aftanfyri
trummurnar og gestatón-
leikari er Búi Dam, guitar,
sum er kendur frá bólki-
num, Ivory.
Flux
Flux kenna flest fólk frá
Prix Føroyar og 15 teimum
bestu úr ÚF. Hesin bólkurin
hevur sett saman nøkur heilt
spennandi løg, sum flestu
ung fólk hava tikið væl í-
móti, t.d. hevur „mr. Head-
less“ verið serliga nógv at
hoyrt.
Tónleikurin hesin bólk-
urin spælir er pop/rokkur,
kanska í tí meiri rokkuta
endanum. Ungi frálíki gui-
taristurin Terji Skipenæs, á-
virkar nokk mest tónleikin;
við sera íoyra fellandi og
stórslidnum guitar-soloum
koyra ella flúgva sangirnir
avstað. Á tí føroyska tón-
leikapallinum hevur bólk-
urin virkað sum nýskapandi
partur, frá grunge-rokk til
tann eitt sindur meiri pop-
rokkin.
Bólkurin byrjaði í ‘97 og
manningin er næstan tann
sama. Hans Marius Ziska,
sang og guitar; Terje Skip-
enæs, guitar; Sveinur Olsen,
trummur; nýggjur í bólk-
inum er Kristian Eliasen
sum spælir bass. Bólkurin
fer at gera nakað serligt
burturúr upptraðkanini, eitt
ella annað „freaky surprise“
er latið blaðnum fortalt. Og
nakað sum er meiri spenn-
andi er at Flux fer at spæla
nýggja sangir á ólavsøku-
konsertini. Vit bíða spent.
Clickhaze
kl. 23.00 fer Clickhaze á
pallin. Í eystara parti av
Eysturoy, í Gøtu hevur tón-
leikafelagið, Grót, verið við
til at skapa eitt tónleikaum-
hvørvi, har tónleikur hevur
staðið í blóma. Clickhaze er
komin saman aftur í summ-
ar og hevur gjørt nakað av
nýggjum tilfari. Tónleika-
rarnir eru meiri og minni
kendir úr ymsum tónleika-
bólkum, sum Ivory, Visible
Fish og Mary Gold.
Bólkurin gjørdist kendur
við Prix Føroyar Kapping-
ini í fjør, tó at nýggja tilfarið
er meiri melodiøst hesuferð,
siga tey úr Clickhaze. Á
konsertini fer Clickhaze at
spæla bæði nýtt og gamalt
tilfar.
Clickhaze eru: Petur Jen-
sen og Eivør Pállsdóttir,
sang; Jón Tyril og Bogi á
Lakjuni, guitar; Jens Thom-
sen, bass og Høgni Lisberg,
trummur.
Tangz
Hesin bólkurin spældi seg
heilt uppá ovastu rók, í Prix
Føroyar kappingini í
fjør. Sjálvt um ein ikki hev-
ur hoyrt so nógv til bólkin
ta síðstu tíðina, eru Tangz í
gongd allatíðina við ven-
jingum. Bólkurin heldur seg
til ein rokk-tónastíl, sum
verður kryddaður við tøkni-
ljóðum frá Dánjali á Neyst-
abø, ið situr við ljómborðið.
Tónleikurin er rættiliga eg-
in, og løgini við føroyskum
orðum,rigga heilt væl.
Nýtt tilfar er á skránni til
konsertina
hóskvøldið,
bólkurin fer eisini at
spæla okkurt meiri kent
„cover lag“.
Bólkurin er mannaður
við: Rókur Jakobsen, sang;
Hallur Johannessen, bass;
Rói Christiansen, guitar;
Halgir Arge, trummur; Dán-
jal Dam á Neystabø, ljóm-
borð.
All That Rain
All That Rain er næstan
tann sami bólkurin sum
Kjølar var tað. Teir hava
spælt nógv til dans og kon-
sert ta síðstu tíðina. Bólk-
urin fer næstsíðst á pallin.
Teir fara at spæla nøkur
kend løg frá Kjølar, men
eisini nakað av
nýggjum tilfarið verður at
hoyra.
All That Rain eru teir
tríggir: Jens T. Næss, sang
og bass; Henning
Nicodemussen, trummur og
Jens Marni guitar.
Adj - sound er farið til
verka
Um fimm tíðina í gjár fóru
teknikkarnir hjá Adj- sound
til verka.
-Vit fara at gera okkara
til at hetta skal verða ein
góð konsert, sigur Petur Ja-
cobsen frá Adj – sound. Vit
hava seks teknikkar til ar-
beiðis, og teir arbeiða inntil
konsertin er klár. Petur Ja-
cobsen , sigur viðari at hetta
er tað størsta anleggið, sum
hevur staði uppi í Føroyum.
Eini 130.000 W kunnu
koma út gjøgnum hátala-
rarnar. Hetta er somikið
nógv, at anleggið kann sam-
anberast við tey sum verða
brúkt til Grøn Konsert í
Danmark.
Vit fara ikki at brúka øll
wattini, sigur ein smílandi
Petur Jacobsen. Vit hugsa
eisini um grannarnar, men
teir kunnu rokna tó við at
hoyra okkurt, tí hetta verður
ikki ein spakulig konsert,
leggur Petur Jacobsen aft-
urat.
Ikki hevur verið so nógv at hoyrt til Tangz seinastu tíðina, men hetta merkir á ongan hátt, at teir hava tikið sær av
løttum. Vant hevur verið dúgliga, og í Kommunuskúlagarðinum fæst so at vita, hvør dugur er í
HOTEL FÖROYAR
UM ÓLAVSØKUNA
HOTEL FÖROYAR
UM ÓLAVSØKUNA
HOTEL FÖROYAR
ynskir øllum
eina góða
Ólavsøku!
Tel. 317500
Hotellið við útsýninum
Stóra kalda borðið
Opið er soleiðis:
Ólavsøkuaftan 28/7 kl. 16.00-22.30 • Ólavsøkudag 29/7 kl. 14.00-22.30
kr. 225,-
Forrættir
kr. 40,-
Rækjubland við salati, dippi og heimabakaðum breyði.
Aspargessuppa við asparges við heimabakaðum breyði.
Høvuðsrættir
kr. 145,-
Búff Bearnaise v/ salati, bakaðum epli og Bearnaisesós.
Kryddaður búffur v/ smørdampaðum grønmeti, krydd-
smøri og bakaðum epli.
Lambasteik v/ reyðkáli, brúnum eplum og sós av soðnum.
Oksasteik v/ grønmeti, glaseraðum smáleyki, eplum og
sós av soðnum.
Stoktur laksur við spinatkremi, grønmeti og rísi.
Matstovan"ATLANTIS" bjóðar:
Hósd. 27/7, Ólavsøkuaftan 28/7, Ólavsøkudag 29/7
A la Carte, kr. 195,-
Omaná
kr. 40,-
Ísdessert a la Hotel Föroyar.
Sjokolátumousse.
Opið er soleiðis:
Hósdagin 27/7
kl. 12.00-22.30
Ólavsøkuaftan 28/7
kl. 12.00-16.00
Ólavsøkudag 29/7
kl. 12.00-14.00
Sunnudagin 30/7
kl. 12.00-22.30
-har kalt borð eisini er í matstovuni
Børn undir 12 ár eta ókeypis
saman við vaksnum
(1 barn pr. vaksin)
3 rættir kr. 195,-
Sosialurin - 311820
Tað eru 15 ár liðin síðan Fut
skipaði fyri sínari fyrstu ó-
lavsøkukonsert. Tey fyrstu
árini var konsertin niðri á
Skansanum. Hetta situr enn
í minninum hjá fólki, sum
nakrar sera væleydnaðar
konsertir. Men av tí at ein
partur av grasinum av Skan-
sanum varð oyðilagt, vildi
fornminnissavni ikki at kon-
sertirnar skuldi halda fram
har. Sjálvt um Fut vildi gera
alt fyri at verja grasi, vildu
teir ikki broyta hesa avgerð.
Konsertin bleiv flutt út á
vøllin við Læraraskúlan,
men heldur ikki hetta var
ikki sera væl eydnað. Tá ið
tað regnaði, var alt eitt stórt
runudýki, og hetta var ikki
nakað ein kundi bjóða fólki.
Enn einaferð bleiv kon-
sertin flutt, hesaferð oman
á molan, síðani á parke-
ringsøki uttanfyri Vaktar og
Bjargingartænastuna. Her
fór allur pallurin á flog tað
eina ári, so konsertin ístaðin
varð hildin í ítróttarhøllini
á Hálsi. Árið eftir varð hon
so flutt oman í Lítluvík. Her
vórðu Fut noyddir til at byr-
gja økið av við bingjum.
Hetta riggaði tó ikki serliga
væl. Tað komu ikki nógv
fólk til konsertinar, og onk-
ur vildi verða við tað var tí
at konsertøki var so óáhuga-
vert
Fekk støðufesti
Tey seinastu trý árini hevur
konsertin verið í Kom-
munuskúlagarðinum. Garð-
urin er sera væl egnaður til
konsertøki. Ljóðviðurskift-
ini eru sera góð, og garðurin
er reinur og penur. Tær kon-
sertir, sum hava verið hild-
nar í Kommunuskúlagarð-
inum, hava eydanst sera
væl, og hevur talið av á-
hoyrarum ligið upp ímói
2.500 hesi árini.
Í ár byrjar konsertin
kl.22.00 og tað verður spælt
líka til kl.03.00. Atgongu-
merki fáast við dyrnar frá
kl 21.30.
Frændur fara at hitta
Hvør kennir ikki Føroyar,
Mítt Land, Brot og vanda-
sker, Eros. Ja vit kundu bliv-
ið við. Frændur er uttan iva
tað orkestrið í Føroyum,
sum hevur gjørt flest hitt.
Teir hava ikki verið alment
á palli síðani konsertinar,
sum teir høvdu saman við
Føroya Symfonyorkestrið í
Norðurlandahúsinum.
Alla hesa vikuna hevur
Frændur vant í Klaksvík, so
vit eru væl fyri, sigur Eyðun
Nolsøe. Vit fara at spæla
sangir úr øllum útgávunum
hjá okkum, og vit fara nokk
at gera okkara til, at hetta
skal gerast ein góð konsert,
Konsertbrak við 130.000 W
verður í Kommunuskúlanum
Í kvøld skipar Fut fyri ólavsøkukonsertini, eins og tvey tey seinastu árini verður hon í Kommunuskúlagarðinum
sigur Eyðun Nolsøe.
Manningin í Frændum er
henda: Steintór Rasmussen,
sang, Rani Nolsøe,sang og
guitar, Eyðun Nolsøe, sang
og guitar, Høgni Klakk-
stein,trummur og Erik Bis-
kupstøð, bass
I AM verða við aftur
Klaksvíksbólkurin I Am var
við á Ólavasøkukonsertin
fyri tveimun árum síðani.
Síðani tá hava teir givið eina
fløgu út sum eitur “Cast”.
Henda fløga var sera væl
móttikin, og hon er eisini
nógv spæld í loftmiðlinum.
Bólkurin I Am hevur spælt
sera nógv í seinastuni. Fyri
3 vikum síðani var bólkurin
í Íslandi, har luttóku á trim-
um konsertum. Eina uttan-
dura konsert, eina á Broad-
way, og eina í tí stóru Laug-
ardalshøllini.
Birgir Sigurðson sigur at
teir gleða seg til konsertin.
I AM er ein konsertbólkur
og okkum dámar væl at
spæla til stórar konsertir,
sigur Birgir Sigurðson
Teir, sum manna I Am,
eru Birgir Sigurðson, sang,
Eyðbjørn Jacobsen, bass,
Mikkjal Hvannastein, gui-
tar,Hans Ove Johansen,
trummur Heðin Olsen, Key-
board
Wild Child fara at
seta lív í
Wild Child er bólkurin, ið
umboðar Suðuroynna á
ólavsøkukonsertini í ár.
Bólkurin
hevur
verið
frammi í fleiri ár og er væl
umtóktur og gav fyri einum
ári síðani stakfløgu út. Fleiri
av løgunum eru nógv spæld.
Sum konsertbólkur er
Teir hava ikki verið á
palli síðani teir saman
við symfoniorkestrinum
vóru í Norðurlanda-
húsinum. Á ólavsøku-
konsertini verður tó
aftur møguleiki at upp-
liva Frændur »live«
Tá sæð verður burtur frá Signari (nr. 3 frá vinstru) er manningin í All tha Rain hin sama, sum í væl umtóktu Kjølum