Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 VALBLAÐ Fleiri nýggj andlit á løgtingi Bjørn Kalsø, sum ikki stillar upp aftur hesaferð, heldur tað vera hugsandi, at fleiri samgongumøguleikar fara at vísa seg eftir løgtingsvalið leygardagin Vilmund Jacobsen - Tað kennist nógv øðrvísi ikki at vera við í valdystinum, men tað er eisini lættari. Tí, dagarnir undan einum vali eru krevjandi hjá teimum, sum stilla upp. Tað sigur Bjørn Kalsø, tá hann verð­ ur spurdur, hvussu tað kennist at standa uttan fyri hesaferð, nú val­dyst­ ur­in er í hæddini. - Eg rokni við einum sera spennandi vali hesaferð, har úrslitið kortini ikki fer at víkja so nógv frá valinum seinast. Hann væntar kortini, at fleiri nýggj andlit verða at síggja í løgtinginum eftir valið, bæði tí, at onnur skulu veljast fyri tey, sum ikki stilla upp aftur, umframt at nakað av útskifting ivaleyst verður millum hini eisini. - So, hesin parturin av valinum verður sera spennandi at fylgja við í – ikki minst í Norðoyggjum. Hvussu metir tú, at ein samgonga kemur at síggja út eftir løgtingsvalið? - Tað er ilt at meta um, fyrr enn val­ úr­slitið fyriliggur. Fær verandi sam­ gonga meiriluta, heldur hon uttan iva fram. Men, um tað ikki eydnast sam­ gonguni at fáa meiriluta, soleiðis sum fleiri av veljarakanningunum higartil hava víst, eru fleiri møguleikar. Tá hugsi eg, at persónsamansetingin og ting­mannabýtið í ymisku flokkunum verð­ur avgerandi. Bjørn Kalsø heldur, at eitt nú kunnu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin saman við onkrum av smærri flokkunum fara í samgongu. Tað kann eisini hugsast, at Fólka­flokk­ ur­in og Sambandsflokkurin finna sam­ an, um tað ikki eydnast hjá núverandi løg­manni at skipa samgongu. - Ein triði møguleiki er ein ful­veldis­ sam­gonga millum Tjóðveldi, Fólka­ flokk­in, Framsókn og Sjálvstýrið, legg­ ur hann aftrat. Fiskivinna og fíggjarstýring Hvørji mál heldur tú eiga at fylla nógv í komandi valskeiði? - Eg rokni við, at fiskivinnulóggavan og tað at fáa skil aftur á fíggjar­stýr­ing­ ina hjá landinum fara at fylla nógv í ar­ beiðnum hjá einari komandi samgongu. Annars eru tað heilsumálini, pensjónir, skúli, útbúgving og samferðsla, sum altíð fylla nógv í politiska arbeiðnum. Harumframt fara eitt nú íbúðarmál, ferðavinna og umhvørvismálini iva­ leyst eisini at krevja sítt í næsta sam­ gonguskeiði, sigur Bjørn Kalsø. - Fiskivinnulóggavan og tað at fáa skil aftur á fíggjarstýringina fara at fylla nógv í arbeiðnum hjá einari komandi samgongu, heldur Bjørn Kalsø Tað var rætt fyri meg at steðga - Tað er neyðugt at halda fast um ein varnan fíggjarpolitikk, sum bjálvar okkum til møgulig búskaparlig bakkøst, sigur Helena Dam á Neystabø, sum skjótt verður fyrrverandi løgtingslimur Vilmund Jacobsen Hvussu kennist avgerðin ikki at stilla upp aftur hesaferð, nú valdysturin er í hæddini? - Tað er ein løgin kensla, tí eg havi stillað upp til at kalla hvørt løgtingsval síðan 1990. So, nakað av abstinensum havi eg sjálvandi. Men eg eri enn sannførd um, at tað var rætt fyri meg at steðga við landspolitikki nú. Eg byrj­ aði í politikki í 1990, tá tað stóð allar ringast til í Føroyum, og tað er ein góð kensla at hava verið við til at taka tey tøk, sum hava fingið okkum úr teimum djúpu kreppum. Helena Dam á Neystabø dylur ikki, at tað mangan hevur staðið nógv á, men hon heldur, at Føroyar hava ment seg ómetaliga nógv sum tjóð við sjálvs­ ábyrgd. - Sjálvandi eru enn stór mál fyri framman, sum skulu røkkast, so vit kunnu siga, at øll hava fingið lut í menn­ingini. Men, eg haldi, at vit eru á rætt­ari leið. Bara tað, at fólkatalið veksur, og at tey ungu velja Føroyar er í sær sjálvum ein risastórur sigur og ábyrgd at hava. Hon sigur seg vera ógvuliga takk­ sama og eyðmjúka fyri tað álit, hon hevur fingið frá veljarunum øll hesi ár. Grundleggjandi broytingar Hvat væntar tú av løgtingsvalinum? - Spurningurin er, hvat man vónar, og hvat man væntar. Eg má veruliga siga, at eg bæði vóni og vænti, at fólkið fer at geva flokkunum, sum hava myndað hesa samgonguna, eina álitis­ váttan at halda fram. Eg veit, at tað hevur verið baldrut, og at vit hava brúk fyri konsolidering. Men, øll vita eisini, at tað var neyðugt í 2015 at stabilisera føroyska búskapin, at venda halli til avlop, at fremja nýskipanir – og ikki minst at tryggja eitt javnari býti mill­ um føroyingar av virðum landsins. Vit eru ávegis, men eru ikki komin á mál. Helst verður tað neyðugt at fremja til­ lagingar í bæði fiskivinnulóggávu og vælferðarlóggávu. Tað hevur remb­ing­ ar við sær at fremja grundleggjandi broytingar. Men, at rulla alt aftur hevði verið ein vanlukka. Hvør heldur tú fer at mynda sam­ gongu eftir valið? - Eg rokni við, at verandi samgongu­ flokkar halda fram, um teir kunnu telja upp í 17 eftir valið. Eg hugsi eisini, at Sambandsflokkurin kundi verið við til at borið politisku málsetningarnar á mál - málsetningar um einar sjálv­ berandi, kappingarførar, rúmligar og burðadyggar Føroyar, har virðini verða javnt býtt. Varin fíggjarpolitikkur Hvat heldur tú eigur at fylla nógv hjá einari komandi samgongu? spurdu vit eisini Helenu Dam á Neystabø. - Tað er neyðugt at halda fast um ein varnan fíggjarpolitikk, sum bjálvar okk­um til møgulig búskaparlig bakk­ øst. Tað er neyðugt at gera arbeiðið lið­ ugt við fiskivinnulóggávuni, grøna orku­skiftið má koma undir land í hes­ um valskeiði, og serligur dentur skal leggj­ast á heilsuverkið, brekøkið og inte­gratión. Vit mugu eisini halda fast um politikkin, sum hevur til endamáls at fjølga um ungu ættarliðini í Før­oy­ um, og her er ikki minst ment­an­ar­pol­ it­ikkur týdningarmikil, sigur Helena Dam á Neystabø. - Eg rokni við, at verandi samgonguflokkar fara at halda fram, um teir kunnu telja upp í 17 eftir valið, sigur Helena Dam á Neystabø