Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Sosialurin Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 VALBLAÐ Míni hjartamál eru tey bleyti virðini Eg vil arbeiða fyri viðgerðar trygd, at likamligar og sálarligar sjúkur verða javnsettar og at heildarætlanin fyri Sálarheilsu verður sett i verk. Sálarfrøðilig hjálp, viðlíkahaldsvenjing, talulæra skal veitast til fólk sum eru rakt av sjúku ella skaða so tey koma fyri seg aftur. Endurmenning - Rehabilitering: - Likamlig, sálarlig og sosial, skal tryggjast við lóg. Sosiala- og almannaøkið Góða tilgongdin skal endurskoðast og mennast. Børn, ung og familjur við serligum tørvi, skulu hava eitt stað at venda sær til. Hond skal takast um tey avvarðandi Fólkaskúlin og dagstovnaøki skulu endurskoðast og styrkjast, so øll børn hava sama møguleika at mennast. Lærarar og námsfrøðingar skulu hava eftirútbúgving Børn og ung har sjúka ella misnýtsla av rúsdrekka er ein partur av uppvøkstrinum skulu hava tilboð um viðgerð. Serstøk tilboð til kvinnur, sum hava rúsdrekkatruplleikar skal setast í verk Búðstaðir og útbúgving til fólk við serligum tørvi. Eg heiti inniliga á teg, um at stuðla mær. Set X við Rósu Samuelsen, valevni fyri Sambandsflokkin