týsdagur 27. august 2019síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
Vit vendu eisini
halli til avlop
Helgi Abrahamsen
Sambandsflokkurin
Samgonguflokkarnir gera nógv burt
urúr, at teir hava vent hallinum hjá
landskassanum til avlop. Vit síggja
talvur sum vísa, hvussu stórt hallið
var í undanfarna valskeiði, og hvussu
stórt avlopið er nú.
Men hvussu rætt er hetta?
Ímynda tær ein bát, har menn
standa við snellurnar og draga fisk
inn á dekkið. Meðan teir stríðast við
hetta, liggur ein maður í koyggjuni
og svevur. Hetta gongur fyri seg í
nógvar dagar. Teir á dekkinum fáa
ein fiskin fyri og annan eftir, meðan
hin svevur. Men tá skipið er um at
vera fult, kemur maðurin í koyggjuni
uppá dekkið, og tað passar soleiðis,
at hann dregur seinasta fiskin inn
um lúnningina, áðrenn skipið fer at
sigla heim við fullari last.
Tá skipið kemur til lands, reypar
hesin maðurin um, at tað var hann
sum fylti skipið. Tá hann kom upp á
dekkið, var skipið ikki fult, men tá
hann hevði verið har eina løtu, bleiv
tað fult. Hann fekk jú tann seinasta
fiskin.
Hevði arbeiðið sum allir hinir
høvdu gjørt, áðrenn hann kom und
an fjarðunum so ongan týdning? Jú
sjálvandi!
Arbeiðið vardi í nógv ár
Í 2008 varð stórur partur av heimin
um raktur av eini fíggjarkreppu. Vit í
Føroyum merktu hana eisini. Sam
gongan sum kom til á heysti sama
árið tók ta avgerð, at heldur enn at
traðka harliga á bremsuna, skuldu
vit halda gongd í samfelagshjólunum.
Úrslitið av tí var, at landskassin hevði
688 mió. krónur í halli í 2009. Síðani
tá er eitt miðvíst arbeiði gjørt, fyri at
venda hallinum aftur til avlop. Ímeð
an hava onnur ligið og sovið sín søta
andstøðu-svøvn. Men á valinum í
2015, tá hallið næstan var burtur,
komu hesi uppá dekkið, drógu teir
seinastu fiskarnar inn um lúnning
ina, og ganga nú og reypa av, at tey
hava vent hallinum til avlop.
Jú hallið er vent til avlop, og tað
kunnu vit øll fegnast um, - men tað
eru altso ikki bara teir seinastu fisk
arnir sum gera, at lastin á einum
skipi verður full.
Eg flenni í Anglettinum
Bjarta Petersen
Miðflokkurin
Sum flestu nokk hava lagt merki til,
sum hugdu eftir Anglettinum tá
Arnfinn á Birtuni stóð fyri skotum, so
fletti eg. Ja eg flenti entá hart. Onkur
vildi kanska sagt tað var óhóskandi, tí
maðurin var tíðuligt keddur, og føldi
seg
ákærdan
í
forvegin
av
spurningunum. Hetta er sannheit.
Tó so flenti eg, men hví. Jú eg flenti
tí eg havi hoyrt hasi argumentini fyrr,
og tað ræðir meg. Eg havi hoyrt hasi
argumentini frá fólki sum selja og
brúka hash og onnur sterkari evnir.
Hartil fari eg so at hugsa, at møguliga
eru hetta argumentir, sum eru vanlig
at brúka. Hetta sum so ræðir meg er:
at
maðurin
hevur
møguliga
ein
rímuligan
stóran
veljaraskarða
í
Føroyum. Fyri okkum, sum ikki brúka
rúsandi
evnir
eru
hetta
tápulig
argument,
sum
onki
hald
er
í.
Sjálvandi er hash í sær sjálvum ikki
gott fyri teg. Men um tú hevur hoyrt
lygnina nóg ofta kennist hon sum
sannleiki. Tí er tídningarmiki, at vit
svara hesum aftur og vísa á at hash
við euforisku evnunum í er farligt.
Eg orki ikki tankan um, at míni
børn gerast bundin av rúsevnum –
heldur ikki fyri at minka um sálarliga
pínu. Eg orki ikki tankan um einar
Føroyar, har alsamt fleiri eru bundin
av hash. Eg orki ikki tankan um at
koyra
í
traffikkinum,
og
hinir
førarirnir eru ávirkaðir av rúsevnum.
Eg orki ikki tankan um børnini, sum
lýða misrøkt undir foreldum, sum eru
bundin av hash.
Tað sum flestu okkara kenna til
sum sannleika og eru vorðin lærd í
fólkaskúlanum er: at hash er tað
minst farliga av rúsandi evnunum.
Men tó so sera farligt, tí tað opnar
sum ein hurð fyri øllum hinum
farligaru
rúsevnunum.
Av
teim
farligaru rúsevnunum gera summi
eitt varandi sálarmein, avhengiheit,
ella
skitsophreni.
Um
kannibis
flokkurin fær sín vilja merkir hetta
eitt sera økt trýst á avvenjingarstøðini.
Hetta kundi veri grundin til, at teir
hava tikið tað við í sína dagsskrá, at
gera
meira
við
avvenjing.
Heilaskanningar av fólki, sum hava
drukki illa, ella tikið rúsevnir í eina
ávísa tíð, vísa at tey hava heilaskaða.
Heilt seriøst merkir hetta, at heilin
hevur partar, sum eru óaktivir. Tað vil
siga heil øki av heilasellum, sum als
ikki fungera. Ein slík heilsaskanning
vísir ein holutan heila. Eg veit um
brúkarar uttanlanda, sum eru blivin
kanna, og fortald, at tey mentalt hava
niðursett IQ og eru at javnseta við
retarderaði fólk. Hetta ger tey tísskil
óarbeiðsfør til nógv arbeiðir.
Skulu vit lata eina slíka dagsskrá
ráða í Føroyum. Hvør bjóðar seg fram
at donera síni børn til at vera offur
fyri hesum?
Nú havi eg ikki nevnt kriminalitet
enn, tí kannabis flokkurin sigur teirra
loysn minkar um kriminalitet. Har
hevur hann í ein vissan mun rætt.
Eisini tekur hann synd í fólki, sum
ikki longur hava rein pappírir hvat
lógini viðvíkur, og ynskir at tey kunnu
hava meira frælsi. Hetta er fitt av
honum.
Tó so bjóðar Miðflokkurin eina
nógv betri og simplari loysn: vit
anseta nakrar gravhundar til allar
tollarar, sum eru á flogvøllinum og
umborð
á
skipum
og
á
øllum
postflutningi.
Hesir
hundar
eru
forholdsvís lítlir, fittir og mildir.
Samstundis hava teir førleika til at
geva okkum eina tryggari Føroyar.
Føroyar eru so lítlar og so avsíðis, at
vit kunnu forholdsvís nemt steðga
innflutningi av rúsevnum yvirhøvur.
Lat okkum standa saman og standa
móti rúsevnum.
TRYGG VÆLFERÐ
FYRI ØLL
Edva Jacobsen,
valevni fyri Sambandsflokkin
Ynskir tú at varðveita eitt sterkt
vinnulív, Støðugar karmar til fiski
vinnuna, tryggar sosialar liviumstøð
ur, styrkt heilsuverk, gott skúlaverk,
framtaksfúsan politik á kristiligum
mentanarstøði og tryggar fíggjarligar
karmar, tá er Sambandsflokkurin eitt
gott val.
NØKUR HJARTAMÁL:
•
Sterkt vinnulív
•
Støðugar karmar til
fiskivinnuna
•
Trygg vælferð
•
Styrkt heilsuverk/
Viðgerðartrygd til øll
•
Góðar karmar til hjálpar- og
viðgerðarfelagsskpir
•
Fjølbroyttar íbúðarmøguleikar
til allar málbólkar
•
Fjálga um verkafólki
•
Kr. 580 upp á grundupphæddina
aftur sum skjótast
•
Samskipa og styrkja skúlatilboð
til børn við serligum tøri
•
Styrkja endurvenjingartilboð og
gera tilhoyrandi nýggja lóggávu.
Hesi og mong onnur hjartamál vil eg
arbeiða hrat fyri um tað verður víst
mær álit.
Eg fari inniliga at heita á teg um at
fara á val og at geva mær
tín stuðul, so eg aftur fái møgu
leika at umboða teg á Løgtingi.
- Hvør atkvøða her stóran mun –
eisini tín !