týsdagur 27. august 2019síða 47
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
HAR SUM EIN SKRIÐAN ER LOPIN ...
Jógvan á Lakjuni,
løgtingsmaður og valevni Fólkafloksins
Tá ið eg líti aftur á valskeiðið, sum nú
er um at endað, so verði eg keddur.
Vit hava hesi árini í bestu tíðum
havt eitt stýri, sum miðvíst hevur
havt sum mál at kollvelta samfelagið.
Tey brúka eitt fitt, men tó einkisig
andi orð sum ”tíðarhóskandi” og fáa
tað at ljóða so tilforlátiligt.
Men tað, sum býr aftanfyri og ligg
ur í hesum hugtakinum, ”tíðarhósk
andi”, er, sum eg dugi at síggja tað – at
tey vilja sekulariserað ella verðsliggera
samfelagið soleiðis, at tað, sum ber
merki av kristindómi og okkara fedr
anna siðaarvi, skal lúkast burtur úr
føroyskari lóggávu.
Hetta er ongantíð áður hent í Før
oya søgu!
Legg merki til, at hesi somu fólkini
ganga øgiliga nógv uppí og tosa nógv
um at fyribyrgja dálking, tey tosa um
veðurlagsbroytingar, og at vit skulu
verða grøn. Og ikki at tala um, tá ið
tað kemur til at liva sunt!
Men sjálv hava tey framt størstu
mentalu dálking nakrantíð á Føroya
landi!
Ongantíð áður er lóggivið soleiðis
beint ímóti tí, sum sjálvur skaparin
hevur ásett.
Eg hugsi um hjúnabandslógina og
hjúnabandið, sum nú er gjørt kyns
neutralt – og um avleiðingar av tí.
Hjúnabandið, sum er gudgivið og altíð
bara hevur verið millum mann og
konu.
Tað vóru fýra kvinnur, sum løgdu
málið fram – og fleiri av monnunum í
samgonguni, sum ivaleyst ikki høvdu
ætlað sær at atkvøtt fyri hesum,
hoknaðu til endan undir trýstinum
frá einstaklingum í samgonguni – og
ikki minst frá Føroya løgmanni.
Og við sjálvum løgmanni, Axel Jo
hannesen, á odda, sum átti at verið
fremsti verji kirkjunnar, og lands
stýriskvinnuni í kirkjumálum, Rigmor
Dam, trumfaðu tey hetta ígjøgnum
Løgtingið, og yvirrulaðu fólkakirkjuna
og eisini fríkirkjur og samkomur og
lóggóvu ímóti viljanum hjá øllum tí
kirkjuliga baklandinum – enntá heilt
inn í kirkjuna.
Hetta er álvarsamt! Her bleiv ein
avtala við kirkjuna brotin! Ein óskrivað
avtala um, at allar broytingar í kirkju
lógum skulu koma frá kirkjuni sjálv
ari!
Og biskupur Føroya, sum royndi at
tala at, bleiv orsakað av hesum noydd
ur at steðga signingini av borgarliga
giftum í kirkjuni og somuleiðis arbeið
inum við nýggjari ritualbók, sum var
komið væl áleiðis.
Hetta er tann nakni veruleiki!
Vit hava hesi seinastu fýra árini
havt eitt politiskt stýri, sum fyrst
hevur sett seg oman fyri skaparan –
og harnæst oman fyri biskup, dóm
próst, prestafelag, kirkjuráð og allar
aðrar kirkju- og samkomuleiðarar.
Og løgmaður fór longri enn so. Fyri
at fáa málið at glíða lættari ígjøgnum
tingið og soleiðis sleppa undan at fara
í Fólkatingið aftur við hjúnabands
málinum (har málið møguliga hevði
steðgað) gjørdi løgmaður tað ódám
ligu og ivasomu gerð, at hann bara
tulkaði grein 14, stk. 2 í hjúnabands
lógini at vera yvirtikna.
Alt tað politiska systemið, eisini
løgmaður sjálvur og Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna, hevði til tá sagt, at
hetta var danskt málsøki. Og niður
støðan hjá meirilutanum í lands
stýrismálanevndini var tann sama,
málið var ikki yvirtikið – og løgmaður
hevði ikki heimild at gera hetta!
Samgongulimir vórðu eisini trýstir
til at atkvøða málið ígjøgnum í tingin
um.
Vit minnast, hvussu Heðin Morten
sen varð noyddur at atkvøða ímóti
sínum egna uppskoti um fólkaat
kvøðu. Og tá ið málið so kom til 3. við
gerð, var eingin ryggur í honum, og
hann rýmdi av landinum.
Á henda merkiliga og sera ivasama
hátt kom málið skinklandi ígjøgnum
tingið!
Fleiri aðrar løgnar detaljur eru í
hesum málinum, og eg tori at siga, at
málið bleiv lirkað ígjøgnum Løgtingið,
og einki annað mál hevði farið ígjøgn
um upp á henda mátan!
Tað, sum ikki er minni óhugnaligt,
er, at Kringvarp Føroya ongantíð í all
ari hesari prosessini, sum hevur vart
nærum alt valskeiðið, hevur viðgjørt
hesi málini og detaljurnar í teimum –
ongantíð!
Hetta var fyrsta skriðan, sum leyp!
Síðani kom ættleiðingarlógin!
Tjóðveldiskonan, Sirið Stenberg,
umsetti nú ta donsku ættleiðingarlóg
ina (sjálvandi ta donsku) til føroyskt
og koyrdi hana ígjøgnum tingið – við
tí úrsliti, at vit nú hava eina danska
lóg í gildi á vánaligum føroyskum,
sum heimilar, at tvey av sama kyni,
tveir menn ella tvær kvinnur, sum liva
saman – líkamikið um tey eru “gift”
ella ikki – fáa loyvi at ættleiða børn!
Hugsið tykkum!
Tey siga, at hetta eru rættindi, sum
hesir menninir ella hesar kvinnurnar
mugu hava! Men hvat við rættindun
um hjá børnunum? Tað tosa hesir
flokkarnir als ikki um! – Tey áttu at
vitað, at sambært barnarættindasátt
málanum hjá ST hava øll børn rætt til
bæði ein faðir og eina móður!
Hetta var onnur skriðan, sum leyp!
Og kollveltingin helt fram!
Tað næsta, sum kom, vóru tey kyns
neutralu oyðubløðini ella blankettir
nar. Orsakað av tí kynsneutralu
hjúnabandslógini máttu nú gerast
nýggj útfyllingarbløð í samband við
giftarmál, og so ófatiligt tað enn ljóð
ar, blivu heitini ”maður” og ”kona”
beind burtur og strikað av vígslu
brævinum, og í hjúnabandsbókini, har
hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki
longur ”kvinnan” og ”maðurin”, men
”maki 1” og ”maki 2”.
Hetta var triðja skriðan, sum leyp!
Og tey skammast ikki!
Og so var tað lógin um dupultan
ríkisborgararætt, sum varð samtykt í
vár. Har fekk løgmaður tað nýgjørda
orðið og fremmanda hugtakið, “sam
móðir” (medmoder), inn í føroyska
lóggávu, tí at danskarar søgdu, at júst
sama orðing mátti vera í tí føroysku
sum tí donsku lógini. Og Tjóðveldi
segði einki, heldur ikki Kringvarpið –
hetta var jú politiskt korrekt!
Henda orðingin, ”sammóðir” fer utt
an iva at leggja trýst á framtíðar før
oyskar politikarar at seta hesa skipan
ina í gildi við ”sammóður” (medmoder),
sum er eitt framhald av tí avkristning
arkollvelting, sum er farin fram í lond
unum rundan um okkum, og sum ver
andi samgonguflokkar eisini hava
ført okkara kæra móðurland útí.
Hetta var fjórða skriðan, sum leyp.
Og hvat verður tað næsta?
Jú,
í
Løgtinginum
liggur
eitt
óhugnaligt lógaruppskot um løgfrøði
ligt kynsskifti, og tað verður uttan iva
tað næsta, sum skal ígjøgnum, koma
hesir flokkarnir til aftur. Tað eri eg
sannførdur um!
Tey søgdu, tá ið tey komu til valdið
í 2015, at vit skuldu fáa eitt ”tíð
arhóskandi” samfelag. Og legg merki
til, hvat tað var, sum var ”tíðarhósk
andi”.
Jú, tað var hetta: At gera seg inn á
sjálva grundeindina í samfelagnum –
hjúnabandið millum mann og konu, ið
er, fyri at sitera bisp, ”ankrað í skap
anarsøguni og nemur Guds leiklut í
skapan og verki, upphavi lívsins.”
Hvør var tað, sum bað um hesa
kollveltingina?
Var tað Føroya fólk, sum kravdi hetta?
Nei, als ikki! Tað var ein lítil elita –
Og serliga vóru tað kvinnurnar í Javn
aði, Tjóðveldi og Framsókn saman við
løgmanni, væl hjálpt av fjølmiðlunum,
sum við øllum møguligum og ómøgu
ligum snildum pressaðu hesi heilt
nýggju virðini niður yvir Føroya fólk!
Men legg merki til! Føroya fólk
tordu tey ikki at spyrja.
Høgni Hoydal, sum á Løgtingsins
røðarapalli høgt og heilagt lovaði, at
tá ið hann kom til, skuldi ein minniluti
á tingi kunna fáa mál til fólkaatkvøðu
– hann leyp frá sínum lyfti, sjálvt um
helmingurin av Løgtinginum, sekstan
av teimum 33 tingmonnunum, ynsktu
hetta.
Nei! Øll henda kollveltingin varð
marknaðarførd sum ein sjálvfylgja,
sum ein opinbering, ið stóð oman fyri
alla diskussión. Ja, oman fyri skapar
an, oman fyri biskup og kirkjurnar og
oman fyri fólkið! Tað skuldi bara vera
soleiðis. Punktum!
Og hvar standa vit so í dag?
Jú, tær Føroyar, sum vit hava kent,
fara at hvørva! Vit fáa onnur virði í
staðin fyri tey gomlu.
Men hvat er tað, sum hvørvur? Og
hvat er tað nýggja, sum kemur inn?
Tað, sum hvørvur, er okkara siða
arvur, tann gamla mentanin, tey
gomlu tjóðskaparvirðini og hugsunar
hátturin hjá okkara forfedrum, har
grundarlagið var virðingin fyri einari
hægri makt. Alt, sum vit forbinda við
tað serføroyska, eisini kristindómurin,
fer at verða trýst út í ein krók!
Inn kemur multikulturur, altjóða
gering og ein globalur hugsunarháttur.
Mannarættindini verða tann nýggja
religiónin í tí sekulera statinum.
Vit hava eisini hoyrt tað í valstríðn
um frá fleiri síðum og ikki minst frá
Framsókn. Vit skulu hava fría fostur
tøku. Halgidagslógin skal avtakast, og
øl og vín skal út í handlarnar.
Hetta er ein miðvís ætlan um at
lúka alt, sum ber brá av virðing fyri
siðaarvinum, burtur út lóggávuni.
Tað verður so skjótt, at fólkaskúlin,
sum skal byggja á kristna grund, fer at
standa fyri skotum.
Eg havi mangan siterað úr eini røðu
hjá Sverra Patursson, bróðir Jóannes,
bónda í Kirkjubø, har hann m.a. segði
hetta:
“Lívið hjá eini mannfjøld kann ikki
verða trygt, uttan hon kennir á sær, at
aftan fyri alt er ein stjórnandi høvuðs
megi. Og eitt fólk, sum ikki er lóglýð
ugt, smokkar skjótt moralskt niður
undir. Eitt mannfelag, sum ikki roynir
at skilja millum, hvat ið er rætt, og
hvat ið ikki er rætt, verður andliga
brekað.”
Eg skrivi hetta ikki, tí at havi nakað
ímóti nøkrum menniskjum, og als ikki
teimum, sum kenna seg drigin at sín
um egna kyni.
Men vit hava sæð, hvønn veg tað
ber, hetta valskeiðið, og eg vil fegin
ávara ímóti hesi gongdini, har lagt
verður upp til, at vit seta førningin av
okkum ístaðin fyri at geva komandi
ættarliðum viðførið at bera longur
fram á vegin, sum Heðin Brú tekur til.
Eg ávari ímóti hesi kynsneutralu
ideologiini, sum bara førir okkum
longri og longri út, har vit ikki grynna.
Og eg eri sannførdur um, at sleppa
verandi flokkar at halda fram, fer
skilið at standa við og versna!
Latið okkum tí geva teimum dura
fjórðingin!
Til seinast vil eg siga, at eg eri glað
ur um, at allur Fólkaflokkurin at
kvøddi samdur ímóti øllum hesum
uppskotunum, sum eg havi nevnt
omanfyri!
Verði eg afturvaldur, fari eg at
halda fram at stríðast, tí hesin kava
bólturin, sum er farin á rull, fær bara
meira og meira ferð – og er skaðiligur
fyri samfelagið – serliga fyri tað unga
ættarliðið, tey veikastu í samfelagnum
og okkara kæru børn og barnabørn!
”Høgt er harraboð, men hægri er
Guds boð”!