Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 VALBLAÐ Høgrasamgonga, vinstrasamgonga ella miðsamgonga? Føroyska politiska landslagið er í broyting. Undan seinasta val segði Javnaðarflokkurin, at hann ikki vildi í samgongu við Fólkaflokkin, og nú hevur Miðflokkurin sagt, at hann ikki vil í samgongu við Tjóðveldi og Framsókn. Umframt hetta hava vit klassisku mótsøgnina, at Tjóðveldi sera treyðugt vil í samgongu við Sambandsflokkin og at Tjóðveldi seinnu árini hevur førkað seg sera langt burtur frá Fólkaflokkinum, serliga á fiskivinnuøkinum. Vegna hetta er í dag ikki møguligt at gera breiðar samgongur grundaðar á tríggjar stórar flokkar. ABC ber ikki til, tí Javnaðarflokkurin ikki vil í samgongu við Fólkaflokkin. ABE er heilt ósannlík, tí Tjóðveldi hvørki vil í samgongu við Fólkaflokkin ella Sambandsflokkin. ACE ber ikki til, tí hvørki Javnaðarflokkurin ella Tjóð­ veldi vilja í samgongu við Fólkaflokkin. BEC er ei heldur sannlík, tí tað skal nógv til, áðrenn Sambandsflokkurin og Tjóðveldi finna saman. Sostatt verður talan eftir øllum at døma um samgongur grundaðar á tveir stórar flokkar og onkrar smærri flokk­ ar (smáu flokkarnir eru her skrivaðir sum +). AC+ er ein ógjørlig samgonga. BE+ er sera ósannlík og AE+ er í verandi støðu minst líka ósannlík, tó at vit søgu­liga hava sæð nógv samstarv mill­ um hesar flokkar. Tær tríggjar sannlíku samgongurnar eftir valið eru sostatt høgrasamgongan AB+, vinstrasamgongan CE+ og mið­ sam­gongan BC+. Í øllum saman­set­ ingum tykist vera neyðugt við hjálp frá einum ella fleiri smærri flokkum, antin sum samgongu- ella stuðulsflokkur. Eyðsýnt er, at bæði Javnað­ar­flokk­ ur­in og Sambandsflokkurin hava tveir vegir at fara, meðan Fólkaflokkurin og Tjóðveldi einans hava ein veg at fara - tí teir ikki vilja hvønn annan. Hetta merkir, at Fólkaflokkurin og Tjóðveldi mugu leggja nógv fyri at vinna, meðan Javnaðarflokkurin og Sambands­flokk­ urin kunnu vinna valdið, hóast tað gong­ur minni væl á valinum. Tó er tað sjálvandi sera umráðandi at fáa eitt gott val, tí tað kann útloysa løg­manssess umframt betri útgangs­ støði til landsstýris- og løgtings­nevnd­ ar­sessir. Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn útihýstir Vanligi hátturin at skilja føroyskan politikk er við at brúka høgra/vinstra/ loysing/samband-krossmodellina. Hendan modell hevur gjøgnum alla heimastýristíðina verið lykilin til at skilja føroyska politiska landslagið. Sambært klassisku krossmodellini hava vit nakrar grannaflokkar og nakr­ ar (diametralar) mótstøðuflokkar - umframt smáu miðjuflokkarnar. Nú hava vit ta støðu, at nakrir flokk­ ar eru vorðnir útstoyttir (Fólkaflokk­ urin, Tjóðveldi og Framsókn) av øðrum flokkum (Javnaðarflokkinum og Mið­ flokkinum). Hesir mótsetningar skapa eitt spenningslutfall millum ein "virðis­ ás" og ein "býtisás". Í miðjuni liggja síð­ ani sosial-liberalu "miðjuflokkarnir" Sam­bandsflokkurin og Sjálvstýri. (sí modell) At Sambandsflokkurin nú roynir at finna seg sjálvan sum miðjuflokkur, skal eisini síggjast í ljósinum av, at loys­ing/samband-ásurin er vorðin ein viðfáningur seinastu árini. Sambands­ flokkurin vil sera gjarna sleppa at velja, um hann skal í samgongu við Fólka­ flokkin ella Javnaðarflokkin. Sam­ bands­flokkurin torir ikki at risikera, at Tjóð­veldi sleppur aftur til valdið, og roynir tí at gera seg átiligan fyri bæði høgra og vinstra. Eins og við Sjálvstýri kann man siga, at velur tú Sambandsflokkin, veitst tú ikki hvat tú fært. Sambandsflokkurin er í løtuni bæði reyður og bláur, eins og summ­ar av vallýsingunum hjá flokk­in­ um eisini vísa. Hinvegin er Sam­bands­ flokk­urin helst eitt gott val hjá øllum teim­um ivasomu og teimum, ið ikki vilja ov nógvar broytingar - tí "gráa seg­mentinum" so at siga. Hvørjir samgonguvariantar eru? Lata vit okkum stýra av hesi modell, sæst at tað finnast ymiskir variantar av teimum trimum samgongu-bulun­ um. - ABd, ABf, ABh, ABdf og ABdh eru ymiskir variantar av eini høgra­sam­ gongu. Vit kunnu sostatt antin fáa eina meiri konservativa ABdh-samgongu ella eina meiri liberalistiska ABdf sam­ gongu. Teir konservativu variantarnir Abh/Abdh eru sera sannlíkir, men teir liberalu variantarnir ABf/Abdf tykjast heldur ósannlíkir, tí bæði spurningar kring loysing og fiskivinnu arga. - CEd, CEf og CEdf eru ymiskir vari­ antar av eini vinstrasamgongu. Hetta er framhald av verandi samgongu, møgu­liga við hjálp frá Sjálvstýrinum. Vit minnast tó, at fiskivinnan var høvuðs­orsøkin til, at Sjálvstýri ikki fór í samgongu í 2015. Tó møguliga koma onnur mál á dagsskrá, eins og flokkurin helst kann lokkast við landsstýrissessi. Sjálvstýri hevur desperatan tørv á at profilera nýggj fólk, so flokkurin aftur kann vaksa - ella í minsta lagi ikki doyggja út. - BCd, BCh og BCdh eru ymiskir variantar av eini miðsamgongu. Her kemur Aksel Johannesen helst at halda fram sum løgmaður, meðan Sambands­ flokkurin fær fíggjarmál. Tað umvenda kann sjálvandi eisini henda, um Sam­ bandsflokkurin verður størri enn Javn­ aðarflokkurin. Uttan iva er nógv at vinna á vælferðarøkinum við eini slík­ ari samgongu. Vansin er, um ein slík sam­gonga skal byggja á Miðflokkin, tí tað vilja vera nógv í Javnaðarflokkinum, ið fáa ringan smakk av teimum krøv­ um, ið Miðflokkurin førir fram um at steðga "glíðibreytini". - Ein "black horse" má sigast at vera loysingarsamgongan AEf, AEd ella AEdf, ið hóast knívskorna retorikkin kann vísa seg at gerast veruleiki. Tjóð­ veldi kann fáa stóran part av blokk­in­ um skornan burtur, um flokkurin góð­ tekur ein meiri høgravendan vinnu- ­politikk. Oddsini fyri eina slíka sam­ gongu eru tó evarska smá. Tað hevði beinleiðis verið ein skelkur, um tað hevði hent. Tjóðveldi hevur snøgt sagt ikki nóg stóran áhuga í loysing sum nú er. Helst skulu broytingar eisini henda í ovastu leiðsluni hjá Tjóðveldi, áðrenn ein samgonga við Fólkaflokkin aftur kemur upp á tal. Sambandsflokkurin sum blomman í egginum - og tó Sambandsflokkurin er ein flokkur, ið aðrir flokkar sera gjarna vilja sam­ starva við. Bæði Fólkaflokkurin og Javn­aðarflokkurin fara eftir valið at Sámal Matras Kristiansen samfelagsfrøðingur