týsdagur 27. august 2019síða 51
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
lova gull og grønar skógir. Sambands
flokkurin er ein breiður flokkur við
breiðum møguleikum at sleppa í eina
komandi samgongu. Hetta liggur í
"DNA'num" hjá flokkinum. Sambands
flokkurin er til fyri at søkja ávirkan.
Hetta er bæði gott og ringt. Sum
Føroya mest útpregaði "catch-all"-
flokkur er Sambandsflokkurin ein sera
breiður flokkur. Flokkurin era sera in
kluderandi og hevur sera ymisk val
evni. Eyðkent er eisini, at Sambands
flokkurin
stendur
relativt
sterkur
kring alt landið. Fyrimunurin við
catch-all-strategiini er, at flokkurin
kann vaksa seg stóran. Vansin er hin
vegin, at flokkurin verður heldur
"ótýðiligur". Tað er ikki altíð so greitt
hvat flokkurin stendur fyri og, hvørja
kós hann hevur.
Hinvegin hava bæði Javnaðarflokk
urin og Fólkaflokkurin ein nógv sterk
ari, hugsjónarligan samleika. Hesir
flokkar hava greiðar og klárar meining
ar um týðandi evni. Tað er snøgt sagt
lættari at samskifta við veljaran, tá tú
hevur ein greiðan profil og eina greiða
kós. Sostatt profitera bæði Javnaðar
flokkurin og Fólkaflokkurin av, at
Javnaðarflokkurin tekur frástøðu frá
Fólkaflokkinum. Polariseringin gongur
báðar vegir.
Tað er ein stórur vansi fyri Sam
bandsflokkin, at Tjóðveldi hevur lagt
so lítið í loysingarspurningin seinastu
árini. (Undantikið paniska upplopið
uppundir Fólkatingsvalið.) Tjóðveldi
hevur verið upptikið av øðrum málum
og hevur niðurtónað loysingina. So
statt er polariseringin millum Tjóðveldi
og Sambandsflokkin viknað munandi.
Hetta ger bara Sambandsflokkin enn
ótýðiligari. Vit hava sæð Bárð á Steig
Nielsen roynt at purra uppundir Tjóð
veldi viðvíkjandi blokkstuðlinum. Um
Tjóðveldi bítur á og skerpir sín loys
ingarretorikk, vil tað vera ein gáva til
Sambandsflokkin. Tað er helst høvuðs
orsøkin til, at Tjóðveldi roynir at halda
lágan profil. Ein onnur orsøk er, at
Tjóðveldi helst ikki vil styggja Javnað
arflokkin burtur frá sær. At Tórbjørn
Jacobsen kom á tjóðveldislistan í tólvta
tíma, merkir tó, at vit neyvan heilt fara
at sleppa undan loysingarretotikki frá
Tjóðveldi.
Sjálvstýri kann koppa vágskálini
Klassiski miðjuflokkurin í føroyskum
politikki hevur havt tað trupult sein
astu tíðina. Nógv rumbul hevur verið í
flokkinum. Sleppur Sjálvstýri upp um
tinggáttina, eru stór líkindi fyri, at
hann kann avgera hvør samgonga
verður skipað. Um tað til dømis stend
ur á jøvnum 16-16 millum CEf og ABh,
og Sjálvstýri fær ein tinglim, kann
Sjálvstýri selja seg fyri hægstbjóðandi.
Harumframt kann hugsast, at BCh fær
16 tinglimir og eisini vantar ein tinglim
fyri at fáa meiriluta.
Sjálvstýri kann eisini lata vera við at
fara í samgongu, men heldur vera
stuðulsflokkur. Tá spælir hann tó av
við møguleikan at fáa ein landsstýris
sess. Allarhelst vil Sjálvstýri gera sera
nógv fyri at fáa landsstýrissess eftir
komandi val, soleiðis at til ber at
profilera onnur valevni enn formannin
Jógvan Skorheim. Til dømis má flokk
urin vinna frama aftur í Streymoynni
fyri at hava eina bjarta framtíð. Fyribils
kann Kristin Michelsen vísa seg at
bjarga støðuni, men hetta er ein stutt
skygd neyðloysn, ið einans heldur eitt
ella tvey val fram.
Vit gleða okkum til eitt serstakliga
spennandi val og eitt serstakliga
spennandi valkvøld 31. august. Til
dømis havi eg valt als ikki at viðgera
Føroyaflokkin og Framtakið í hesi
grein, tí eg vænti ikki, at teir koma upp
um tinggáttina. Tað verður spennandi
at síggja, hvussu nógvar atkvøður hesir
flokkar fáa, tá avtornar.
Nógvar veljarakanningar bæði frá
Gallup og Spyr hava givið Abh meiri
luta. Hetta skal tó takast við fyrivarni,
tí óvissan í slíkum kanningu er stór.
Um tað kemur at standa á jøvnum mill
um ABh og CEf, kann tað enntá hugs
ast, at tað verður Kristin Michelsen in
persona, ið avger um Aksel Johannesen
ella Jørgen Niclasen skulu fáa løg
mansembætið eftir valið!
Tað hevði verið ironiskt...