týsdagur 27. august 2019síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
Johan Dahl og sjónarmið hansara hótta
ætlanina um burðardygga streymveiting.
Marin Katrina Frýdal,
valevni fyri Tjóðveldi
Á almennum veljarafundi í Smæruni,
sum
Føroya
Verkfrøðingafelag
skipaði fyri hósdagin 21. aug. um
samferðslu og orku, sat Johan Dahl
við
pallborið,
sum
umboð
fyri
Sambandsflokkin. Her segði Johan
Dahl, at hann einki hevði ímóti SEV,
men at hann var ónøgdur um, at
eingin annar slapp framat. Hann førdi
eisini fram, at tað gekk ov seint fyri
seg,
at
tíðin
fór
til
kæru-
og
fyrisitingarviðgerð, og at tað heldur
skuldi vera ein stórur “valdsrisi” av
onkrum slagi, sum avgjørdi alt um,
hvussu grøna orkan skal útbyggjast.
Og so legði hann sanniliga afturat, at
alt hetta hóvastákið við hoyring av
friðingarmyndugleikum og at taka
atlit til tvey reiður í haganum líktist
ongum! Jú, hetta vóru orðini hjá fyrr
verandi løgtings- og landsstýrismanni,
sum nú ætlar sær innaftur á Ting at
stýra landinum:
•
Veit Johan Dahl ikki av, at vind
orkan verður boðin út sbrt. løg
tingslóg, soleiðis at øll kunnu
bjóða?
•
Meinar Johan Dahl, at vit skulu
hava ein risa eftir sama leisti sum
t.d. Tunnilsfelagið, ið ikki hevur
skyldu at taka fyrisitingarlig atlit,
tíansheldur at vísa náttúru-, orku-
og umhvørvisatlit o.s.fr? Og har
heldur einki innlit fæst í arbeiðs
lagið?
•
Meinar Johan Dahl, at Røkt,
Magn, Effo o.o. ikki skulu hava
loyvi at kæra SEV?
•
Meinar Johan Dahl, at FNU, Haga
felagið, Óðalsfelag o.o. ikki skulu
hava loyvi at kæra avgerðir, har
náttúran verður gingin ov nær?
•
Meinar Johan Dahl, at náttúru
friðingarmyndugleikin ikki skal
hoyrast?
Eg eri sera skelkað av slíkari talu og
teimum sjónarmiðum, ið Johan Dahl
førir fram í hesum álvarsmáli, og vón
andi umboðar hann ikki allan Sam
bandsflokkin.
Nei, latið okkum halda kósina og
fremja málið um 100% grøna orku á
landi í 2030. SEV, ið allar kommunurn
ar í Føroyum í mong ár hava átt í felag
og á samhaldsføstum grundvølli, varð
stovnað í 1946. SEV tók á seg ábyrgdina
at loysa elorkutørvin hjá føroyska
samfelagnum, tá politiskt dirvisloysi
annars valdaði á Løgtingi í hesum
máli.
SEV hevur á fyrimyndarligan hátt
loyst uppgávuna higartil, og hevur
m.a. megnað at røkt sína veitingar
skyldu so væl, at vit brúkarar trygt
kunnu líta á streymin úr kontaktini
sum á “Amen í kirkjuni”, sum tikið
verður til.
SEV hevur stungið eina grøna og
burðardygga kós út í kortið, sum skal
flyta alla orkunýtslu á landi yvir til
grøna orku í 2030. Ætlanin er somikið
framsýnt (visjoner), at SEV vann
norðurlendsku
Umhvørvisvirðisløn
ina í 2015 fyri sína ætlan. Sum nevnd
arlimur í SEV á øðrum sinni, umboð
andi Tórshavnar kommunu, eri eg
errin av dugnaligu leiðslu og starvs
fólkum stovnsins, sum hava megnað
eitt slíkt bragd.
Nú eru vinnulívsbarónar, sum Jo
han Dahl og hansara líkar, farnir at
tevja profitt úr grønari orkufram
leiðslu, og tí er einki óført hjá teimum
í royndini at syndra samhaldsføstu
sólskinssøguna hjá føroysku komm
ununum, SEV, og tað bert fyri løtu
vinning.
Altjóða sakkunnleiki vísir greitt á,
at føroyski elmarknaðurin er somikið
lítil, avbyrgdur og fámentur, at tað
ikki er skilagott við einskiljing og at
petta sundur føroysku elveitingina.
Latið okkum tí heldur taka lógvatak
saman um at menna ta samhaldsføstu,
kommunalu elveitingarloysnina SEV,
ið alt Føroya fólk hevur sín ognarlut í.
Landsmyndugleikin eigur sjálvandi
at hava ta yvirskipaðu leiðsluna og
eftirlitið við virkseminum.
Tjóðveldi vil styrkja fakliga før
leikan á hesum týdningarmikla sam
felagsøki. Tí sigur Tjóðveldi eisini m.a.
soleiðis í valskránni:
Vit skipa eitt Umhvørvis- og Orku
málaráð og styrkja munandi um orku
myndugleikan. Frá 2020 skulu nýggj
sethús og bygningar lúka krøv um
grøna orkuveiting. Tryggja bíliga fígg
ing, so familjur við lágum inntøkum
hava møguleika at leggja um til grøna
orku. El-bilar verða undantiknir meir
virðisgjald næstu fýra árini, frá 2020-
2025. Frá 2025 verður bert loyvi at
selja akfør, ið koyra við grønari orku.
Frítaka bjálving av sethúsum og bygn
ingum fyri meirvirðisgjald. Málið um
100% grøna orku á landi í 2030 skal
fremjast o.s.fr.
Hetta er kósin hjá Tjóðveldi og hes
um fari eg eisini at arbeiða fyri.
My greetings to all
foreigners settled
in the Faroes
Bergun Kass
Framsókn – Listi F
To all of you who chose to move to
our country and settle here: Wel
come!
I wish for all of you - adults and
children - to have a prosperous
family life in your new home
country.
Many of you have been here for
years and have been successfully
integrated to our society. Others
have recently arrived and might
appreciate a more smooth integra
tion proces.
If I will be elected to the Løgting, I
will do my utmost to facilitate a
smooth process of integration into
the Faroese society. This I will do in
cooperation with you in order to be
sure that your needs will be reflected.
The integration proces needs to
based on the fact that you have very
different backgrounds in many ways.
To mention some of the issues,
which I feel need to be addressed:
The responsibility for integration
shall be placed with the Government.
Today no public body has the overall
responsibility for the integration.
Undertake steps to improve capa
bilities within language, social, cult
ural, work and political issues.
Coordination between f. ex. gov
ernment and municipalities, public
bodies, schools and kindergartens,
work and education. And so on.
If you think, I can influence your
situation in a positive direction, you
are welcome to vote for me at the
election 31st August.
Pensjónsskipan
fyri pensjónistin
Bárður S. Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum
Grundupphæddin skal hækkast aft
ur og mótrokningin fyri arbeiðsinn
tøku skal avtakast
Grundupphæddin eigur at verða
hækkað aftur, so hon er á sama støði,
sum
áðrenn
sitandi
samgongan
skerdi hana.
Hon eigur at vera hin sama til øll,
uttan mun til inntøku annars. Hon
byggir á meginregluna um, at øll eru
partur av samhaldsfasta samfelagn
um,
har
breiðastu
herðar
bera
tyngstu byrðarnar.
Um vit taka grundupphæddina
frá teimum, sum gjøgnum arbeiðs
lívið hava borið mest til almenna
kassan, er skjótt, at samhaldsfasta
hugsjónin stendur fyri falli.
Mótrokningin fyri arbeiðsinntøku
í
fólkapensjónini
skal
avtakast,
soleiðis at tað loysir seg hjá pensjón
istum at arbeiða. Samfelagið hevur
brúk fyri, at allar hendur eru í sving,
og fyri tann einstaka, sum hevur hug
og kann arbeiða, er tað balsam fyri
sálina, at sleppa at vera í gongd og
vera við til virðisskapan í samfelagn
um. Hetta skapar eitt størri sam
felagsvirði og hækkar um inntøkur
nar í almennu kassarnar.
Sambandsflokkurin,
ið
er
ein
sosial-liberalur flokkur, heldur, at um
øll eiga sama grundleggjandi rætt til
grundupphæddina, verður samhalds
fasta hugsjóninn varðveitt í øllum
samfelagsløgum,
og
pensjónistar,
sum hava hug at arbeiða skulu ikki
mótroknast í fólkapensjónini. Tá er
tað eitt virðiligt samfelag fyri øll, eis
ini pensjónistin.