Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-27, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2019síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Sosialurin Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98 VALBLAÐ Soleiðis loysa vit bústaðartrotið og byggja kring alt landið Kristina Háfoss Landsstýriskvinna og valevni fyri Tjóðveldi Bústaðartrotið skal loysast sum skjót­ ast. Tí ovurstórur tørvur er á fleiri bústøðum í Føroyum. Vit eru nú um 52.000 íbúgvar, og fólkavøksturin – har vit gerast 7-800 fleiri á hvørjum ári – heldur áfram. Tað er tí alneyðugt at fáa til vega fleiri bústaðir til ein rími­ligan kostnað, ið fólk megna at rinda – og bústaðir, ið nøkta tann ym­ iska tørvin, ið er. Eisini skal vera møgu­ligt at byggja kring alt landið – og tað ber væl til. 500 fleiri leigu- og lutabústaðir og lestrarbústaðir Vit hava givið Bústaðir heimild at byggja 200 bústaðir afturat. Men hetta er ikki nóg mikið. Bústaðir skulu fáa heimild at byggja 500 leigu- og luta­bú­staðir, umframt teir 400 leigu­ bú­staðirnar, sum verða tøkir í 2020. Av hesum skulu eisini byggjast lestr­ ar­bústaðir, so lesandi hava møguleika at búgva saman og til rímiligan kostnað, meðan tey eru undir út­búgv­ ing. Nógv ynskja at leiga – heldur enn at eiga – bústað. Vit skulu tí menna ein fjøl­táttaðan bústaðarmarknað, so­leið­ is at tað ber til, at finna ein bústað, ið hósk­ar til tann tørv tú hevur. Tað kann ikki vera meiningin at fólk eru noydd at taka stór húsalán, og keypa eg­in hús, um tey ynskja at búseta seg í Før­oyum. Kommunur byggja eldrabústaðir Vit hava givið kommununum heimild til, at byggja eldrabústaðir í størri mun enn áður. Hetta tí, at øll hava ym­ isk­an bústaðartørv alt eftir hvar í lív­ in­um vit eru. Tá tú gerst eldri eigur møgu­leiki at vera fyri, at flyta í minni og meira hóskandi bústað. Hetta fyri at lætta um gerandisdagin og lætta um tá umræður viðlíkahald, fíggj­ar­ liga v.m. Tá verða eisini fleiri hús tøk á bú­stað­armarknaðinum hjá teimum ungu, ið ynskja at seta føtur undir egið borð og kanska stovna familju. Hetta vil aftur lækka prísin á húsum. Sam­stundis vil ein meira hóskandi bú­ stað­ur, saman við góðari heimarøkt, gera, at fólk kunnu búgva sum longst í egnum heimi. Landið byggja fleiri bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum Vit hava sett 200 mió. kr. av til, at byggja nýggjar bústovnar, bú- og um­ lætt­ingardepil og barnaheim. Fyri­ reik­ingar eru gjørdar, og klárt er at fara í gongd við fleiri av verk­ætl­an­un­ um. Hetta er eisini alneyðugt, tí ovur­ stór­ur tørvur er á, at byggja nýggjar bú­staðir til fólk við serligum av­bjóð­ ing­um. Eisini verður 5. hvør íbúð hjá Bústaðir latin Almannaverkinum at leiga víðari til fólk við serligum av­ bjóð­ingum. Framstig eru hend – ser­ liga uttanfyri miðstaðarøkið – sein­ astu árini, men í miðstaðarøkinum hús­ast alt ov nógv í eldri sethúsum, sum í flestu førum als ikki eru egnað til bústað. Hetta hava búfólk, starvs­ fólk og avvarandi staðfest í áravís, og hetta verður umsíðir nú gjørt nakað við. Men umframt tær 200 mió. kr. vilja vit í 5-ára fíggjarkørmunum seta 100 mió. kr. av afturat, soleiðis at vit til fulnar fáa nøktað tann tørvin, sum er, á nýggjum bústovnum og vardum bú­ støð­um. Tí øll hava rætt til eitt gott heim. Fígging til nýbygging kring alt landið Men tað eru sjálvandi eisini nógv, ið ynskja at byggja egin hús. Her er trupul­leikin, at trupult er at fáa fígg­ ing, um tú ynskir at búseta teg utt­an­ fyri størru býirnar í Føroyum. Hetta má og skal vera møguligt. Annars verða vit sum land og fólk fátækari. Tí nær­um ongin nýggj búseting verður á bygd. Hetta kunnu vit ikki góðtaka. Um tú annars hevur neyðugu inn­tøk­ una og gjaldsevnið til at rinda fyri lánið, so eigur landsins bústaðaramboð – Bústaðir – at kunna bjóða 2. veð­rætt­ ar­lán til bygging uttanfyri størru bý­ir­ nar, til tann partin av láninum, ið bank­arnir, vegna verandi lóggávu, ikki hava møguleika at bjóða. Soleiðis ber til at byggja og liva kring alt landið. Føroysk realkreditt- lánsbrøv fíggja bústaðir Tað ber eisini væl til, at fíggja nýggju bústaðarbyggingina hjá Bústaðir – utt­an at landskassin gerst partur av hes­um. Tí stórur partur av føroysku upp­sparingini – herundir tær umleið 10 milliardirnar av pen­sjóns­upp­spar­ ing – verða í dag sett í donsk og út­ lendsk lánsbrøv, ið verða brúkt til at byggja bústaðir uttanlands fyri. Hetta skulu vit broyta. Hava longu broytt hetta partvíst. Tí vit góvu í 2016 Bú­ stað­ir heimild til, at útskriva lánsbrøv á 250 mió. kr., við trygd í bústøðunum, til at byggja um 200 bústaðir afturat. Henda heimild skal útbyggjast. Bú­ stað­ir eiga at kunna útskriva føroysk real­kreditt-lánsbrøv við trygd í 500 leigu- og lutabústøðum afturat. Tá kunnu íleggjarar - heldur enn at seta pen­ingin í útlendsk lánsbrøv og út­ lendska bústaðarbygging – seta part av íløgunum í bygging av bústøðum í Før­oy­um. Hetta gevur sera góða mein­ ing. Soleiðis loysa vit bústaðaravbjóðingina saman Undanfarna samgonga – við Fólka­ flokk­inum og Sambandsflokkinum á odda – ynskti ikki at lata upp fyri hes­ um møguleika. Vit hava hinvegin tikið fyrsta stigið við, at geva Bústøðum heimild til, at útskriva 250 mió. kr. í láns­brøvum. Og vit fara eitt nú at taka stig til, at geva Bústøðum neyðugu hei­mildina til at byggja fleiri leigu-, luta- og lestrarbústaðir afturat – fíggjað við føroyskum lánsbrøvum við trygd í føstu ognini. Eisini byggja vit nú og frameftir fleiri bústovnar og vard­ar bústaðir, og kommunurnar kunnu nú byggja fleiri eldrabústaðir. Soleiðis loysa vit bústað­ar­av­bjóð­ ing­ina saman – um vit fáa títt álit á løg­tingsvalinum leygardagin. At dansa við einum fíli... Sunrid Traðará, valevni fyri Sambandflokkin til Løgtingið Tá tú tosar við foreldur, sum hava børn við serligum tørvi, so er aftur­ vend­andi at hoyra, at tað, sum tey halda er mest strævið, er teirra stríð við al­mennu myndugleikarnar fyri at fáa líkinda hjálp. Tey kenna tað sum um tær ymisku almennu skipanirnar royna at sleppa undan at veita neyðugu hjálpina, ikki fortelja teimum um teirra rættindi og royna at turka ábyrgdina yvir á onkra aðra almenna skipan. Foreldur kunnu fortelja um áralangt stríð fyri at veita teirra børnum neyðugar tænastur og teirra viðurskifti við almennu skip­an­ ir hava verið sum ein dansur við ein­ um fíli; tungt, strævið og óstorsligt. Sambandsflokkurin heldur, at tað almenna eigur at verða við til at nøkta ein grundleggjandi tørv fyri hjálp og sjálvhjálp til allar borgarar og tryggja, at neyðugar kjarnutænastur verða mentar. Vit mugu gera hetta betri enn al­ mennu skipanirnar megna í dag. Tað letur til, at tað er neyðugt við eini hug­burðsbroyting. Skipanirnar hava til uppgávu at hjálpa hesum fólkum og IKKI at senda tey frá Heródesi til Pilatus - Vit mugu hava skipanir, har dentur verður lagdur á samstarvið millum tey, sum skulu veita sjúkra­ viðgerð, stuðulsfyriskipanir, bústað­ ar­møguleikar, útbúgvingar- og ar­ beiðs­tilboð o.t. Hetta er eitt av teimum sera átroðk­ andi málunum, sum eg vil virka fyri at fáa loyst beinanvegin, um mær eydnast at koma á ting. Vit mugu og skulu gera tað betri enn tað sum hesi mongu foreldur uppliva í dag. Ein krossur fyri meg á listanum hjá Sambandsflokkinum tryggjar hetta.