týsdagur 27. august 2019síða 54
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
Komandi Løgting má avgreiða ein
nútímans bústaðarpolitikk!
Marin Katrina Frýdal,
valevni fyri Tjóðveldi
Ein av stóru avbjóðingunum í dagsins
samfelagi er at fáa skipað ein nútím
ans bústaðarpolitikk, ið m.a. kann
lofta verandi bústaðarneyð.
Í vanligum førum er tað grund
leggjandi ábyrgd hins einstaka at út
vega sær og sínum ein hóskandi bú
stað. Men eins sjálvsagt er tað eisini,
at samfelagið, t.v.s. landið og komm
unurnar, skulu skipa góðar og nú
tímans karmar, sum lata upp fyri
hesum møguleika. Bústaðurin, saman
við útbúgvingini, er í flestu førum
millum tey størstu stigini, vit taka í
lívinum.
At eiga síni egnu hús hevur í fleiri
ættarlið verið málsetningurin hjá
flest øllum. At soleiðis er, hevur sínar
orsøkir, men “Mangt umskiftist á
mansins ævi” sum Gøtutróndur segði
á sinni, og soleiðis er eisini vorðið í
bústaðarmálinum.
Sum býráðspolitikari í høvuðsstað
arkommununi havi eg havt høvi at
fylgja gongdini í bústaðarspurningin
um, og at royna at loysa kommun
unnar part av uppgávuni.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt
sær stóran ómak at kanna veruliga
tørvin millum fólk fyri nútímans bú
staðarmøguleikum í kommununi, og
vit hava sett okkum væl inn í, hvussu
gjørt verður í grannalondunum, Før
oyar eru í kapping við um unga og
vælútbúna fólkið. Út frá hesum hevur
Tórshavnar býráð í 2018 samtykt ein
frameftirlítandi
bústaðarpolitikk
(undir teimum avmarkandi treytum,
lóggávan loyvir okkum), og sum nú
skal fremjast í verki komandi árini.
Ein av niðurstøðunum í kanning
unum er, at tíðin er farin frá bert at
leggja til rættis fyri sethúsum, tí nú
ynskja fólk eisini aðrar loysnir. Ein
munandi skari av fólkinum, (í øllum
aldri, heili 25%) ynskir møguleikan at
langtíðar leiga sær ein bústað undir
tryggum og álítandi umstøðum, held
ur enn sjálvi at eiga bústaðin.
Tá tosað verður um at langtíðarleiga
undir tryggum og álítandi umstøðum
vil tað í høvuðsheitum siga, at um eg
rindi avtalaðu leiguna og annars dugi
at uppføra meg millum onnur, ja so
skal eg í prinsippinum kunna verða
búgvandi í hesum bústaðnum alt lívið,
ynski eg tað.
Slíkar bústaðarloysnir eru aloftast
tættbygdar loysnir av ymsum slagi,
t.d. raðhús, íbúðarblokkar, sum t.d.
undir Kongavarða og Heimasta Horn
ella loysnir sum t.d. Tórsbyrgi og
Berjabrekka. Tættbygdar loysnir eru
eisini ynskiligar í einum landi sum
okkara, har lendi er eitt avmarkað til
feingi.
Hvussu slíkar loysnir skulu skipast
eru tað fleiri møguleikar fyri; privat
kunnu byggja undir serstøkum myndug
leikatreytum, lutaíbúðir, sjálvsogn
arfeløg, Bústaðir, kommunalar íbúðir
o.s.fr. Men felags fyri hesi viðurskifti
er, at greiðir lóggávu-, fíggingar- og
eftirlitskarmar mugu vera til staðar
fyrst.
Landsstýrið og Løgtingið mugu
sum skjótast fáa avgreitt teir lóggávu
karmar, ið vanta. M.a. má greiða fáast
á spurninginum um, undir hvørjum
treytum lendi kann verða latið til slík
endamál. Somuleiðis má leikluturin
hjá kommununum verða nógv greið
ari, bæði viðvíkjandi lendi, fígging,
møguligum ognarskapi v.m.
At finna eina loysn á fíggingar
spurninginum viðvíkjandi bústøðum
á teimum smærru plássunum, har
vanligar marknaðarbúskaparligar treyt
ir í bankunum ikki røkka, er somu
leiðis ein partur av einum virknum
bústaðarpolitikki. Føroyar gerast fá
tækari, um bygdirnar fána burtur.
At loysa bústaðartrupulleikan skjótt
er eitt av mínum hjartamálum. Verði
eg vald í Løgtingið leygardagin, er ein
skynsamur og frameftirlítandi bú
staðarpolitikkur eitt av málunum, eg
fari at leggja doyin á at finna breiða
politiska semju um.
-Tá tað óvæntaða hendur-
Sámal Hanni Lognberg
Valevni Sambandsflokksins
Tey, sum gerast foreldur at børnum
við serligum tørvi, møta eini øðrvísi
avbjóðing frá byrjan av, enn onnur
foreldur. Lívið broytist heilt, og tey
hava
veruliga
tørv
á,
at
gerandisdagurin ikki gerst ov tungur.
Eg havi sjálvur roynt skelkin, at hava
fingið at vita, at sonur okkara hevur
sjáldsama sjúku. Og so eftirfylgjandi
upplivað, hvussu hann hevur havt
tørv á persónligum stuðli, lækna
hjálp‚ heilivági og ergoterapeutisk
um venjingum. Tað var ofta eitt stórt
meiningsleyst stríð‚ at fáa neyðugu
hjálpina. Hetta mugu vit gera betri.
Vit mugu geva betri ráðgeving til
familjur við børnum, ið bera brek.
Eina
ráðgeving,
sum
er
samanhangandi og veruliga ger mun.
Vit mugu heilt avgjørt uppraðfesta
hetta økið, tí øll kunnu koma út fyri,
at fáa tørv á slíkari hjálp.
Í síðstu viku tosaði eg, við einliga
mammu at barni við serligum tørvi.
Hon greiddi mær frá‚ hvussu hon‚
eftir at hava fingið at vita hennara
barn bar brek kom í fíggjarligar
trupulleikar. Henni bleiv tilmælt av
læknanum
at
verða
heima
hjá
barninum fyrstu 2 árini. Sjálvandi
gjørdi hon tað. Hon kundi tískil ikki
arbeiða‚
men
fekk
peningaliga
veiting áljóðandi 25 túsund krónur
um mánaðin‚ sum er max veiting fyri
mista arbeiðsinntøku. Sigast skal‚ at
hon vann sær 30 túsund um mðr.
áðrenn hetta hendi. 25 túsund ljóðar
sum ein brúkilig upphædd‚ men av
teimum skuldi stovnsgjald og frítíð
arløn takast av. Tá avtornaði‚ fekk
hon útgoldið 10 túsund krónur‚ sum
hon skuldi brúka til bústað, mat og
alt annað, sum nú einaferð krevst. Eg
má
siga,
at
hetta
er
rættiliga
skelkandi. Eitt er at koma í so trupla
støðu, og eitt annað er at koma í
fíggjarligar trupulleikar. Sigast skal,
at
fíggjarligir
trupulleikar
eisini
kunnu raka foreldur at børnum, ið
ikki bera brek, men brádliga verða
álvarsliga sjúk. Tí tá má annar teirra
vera heima hjá barninum í longri
tíðarskeið.
Eitt nýtt stig á vegnum, má vera,
at ein kvinna ella maður, ið er heima
hjá barni við sjúku ella við serligum
tørvi í longuri tíðarskeið, má kunna
gera tað, uttan at koma fíggjarligar
trupuleikar. Veitingin, sum verður
givin
í
dag
skal
eftirmetast
familjurnar tørvi og ikki mótroknast
í tíðarskeiðnum læknin tilmælir at
foreldur eru heima. Eg vil virka fyri,
at hetta verður broytt.
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
Festi og leigutraðir
Zakarias Wang
Valevni Sjálvstýris
Veljarar hava krav uppá at vita, hvat
ið tey valdu ætla sær at gera um tey
fáa fólksins álit.
Herfyri fekk eg spurningin: “Hvat
hevði tú gjørt við jørðina hjá leigu
traðarmonnum og festarum, um tú
hevði verið landsstýrismaður í bún
aðarmálum?”
Støða mín er greið.
Eg hevði handað teimum, sum
hava leigutraðir og festi, skeyti upp á
ta jørð teir sita á, so teir gjørdust
óðalsmenn.
Óðalsmenn eru ikki bert teir, sum
eiga ta vanligu óðalsjørðina, men eis
ini teir, sum hava traðir og grund
stykki sum einaferð var almennu
jørð. Flestu føroyingar eru í hesum
hepna liði, men eftir sita nøkur fá
túsund, sum ikki eru sloppin upp í
tað modernaða samfelagið.
Tey av hesum, sum vilja sleppa
burtur
úr
hesi
miðaldarskipan,
kunnu reisa kravið mótvegis teimum
politikarum, sum bjóða seg fram. Val
evnini kunnu spyrjast, um tey taka
undir við at gera leigujørðina til
óðalsjørð. So ber til at taka undir við
teimum sum hava røttu støðuna.
Verða nóg nógvir løgtingsmenn,
sum vilja loysa hetta mál, kann tingið
samtykkja hetta, tá tað kemur saman
eftir valið.
Fyri bygdirnar kemur hetta at
vera eitt stórt framstig. Hagarnir
kunnu tá sjálvir ráða fyri tí, sum fer
fram. Eins og óðalsmenninir í Lítlu
Dímun
kunnu
teir
skipa
fyri
ferðamannavirksemi uttan at nakar
almennur stovnur leggur seg uppí.
Tað sum ræður um, er at fáa ting
menn, sum lata vit og skil ráða í hes
um máli.