týsdagur 27. august 2019síða 55
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
SJÁLVBJARGIN, SAMHALDSFØST OG
GRØN KÓS ER BJØRT FRAMTÍÐ!
Bjørt Samuelsen
valevni fyri Tjóðveldi
Skulu vit halda fram á einari grønari,
samhaldsfastari og sjálvbjargnari kós,
har vit tryggja, at øll sleppa við í væl
ferðina og fáa sín lut í stóru fram
gongdini? Ella skulu vit rulla nýskip
anir aftur, og lata ríkidømið og
møguleikarnar miðsavnast á alt færri
hondum? Valið er avgerandi, og valið
er títt – hvørjar Føroyar vilt tú hava?
Mær dámar einki orðavas við gylt
um vallyftum, har lítil samanhangur
er millum givnu lyftini og fíggjarligan
veruleika. Men, eg veit hvørjum mál
um, flokkur mín og eg fara at halda
fram at arbeiða fyri. Her eru nøkur
teirra:
SKAPANDI VINNA - ein fiskivinna,
har karmarnir eru tryggir, og tað
samstundis loysir seg at meirvirka og
hugsa nýtt. Har eingin ivi er um, at til
feingið ikki kann privatiserast. Vit
vilja
framhaldandi
stuðla
undir
gransking og útbúgving, sum treytar
menning í vinnuni og samfelagnum
annars. Og menna inntøkumøguleikar
fyri skapandi vinnugreinum, so sum
tónleika-, films-, handverksvinnu o.l..
Vit bygdu eitt havrannsóknarskip, og
soleiðis vilja vit halda fram at seta
handling handan orðini.
MARFELD NÁTTÚRA - at fáa samtykt
náttúruverndarlóg er fravegis eitt hitt
fremsta av hjartamálunum. Hon gerst
veruleiki, so skjótt politiskur meiriluti
er fyri. Hon er alneyðug, skulu orðini,
um at vit bert læna náttúruna frá
eftirkomarum okkara, hava nakað
sum helst trúvirði. Trýstið á náttúr
una er størri enn nakrantíð, ikki minst
vegna nógva virksemið á sjógvi og
landi. Flestu okkara vita ikki av, at
lívfrøðiliga margfeldið í náttúru okk
ara minkar og virðismikil náttúra
hvørvur. Vit skulu hava eina sterka
náttúru- og umhvørvisfyrisiting, og
stjórnarráðini umskipast, so vit fáa
tað fyrsta landsstýrisfólkið í orku- og
umhvørvismálum. Heilt einfalt!
MATFRAMLEIÐSLA OG BÚNAÐAR
VINNA - vit hava stuðlað undir at
framleiðsla av grønmeti av álvara
kemur í gongd. At tarvkálvar verða
brúktir til matna og ullin kann koma
til høldar heldur enn verða brend. At
meira kann framleiðast av búnaðar
vørum og stráfóðuri. Og vit bøta til
boðini at útbúgva seg í “moldmentan”
og búnaðarvinnu. Vit vilja halda fram
at menna hesa vinnu, ið hevur týdning
fyri búskap, umhvørvi og mentan.
NÚTÍMANS SAMFERÐSLA - strand
faraflotin skal endurnýggjast, stigvíst
yvir tvey valskeið. So skjótt nýggja
avloysaraferjan er liðugt bygd, fara vit
undir ta næstu. Allar ferjurnar skulu
kunna sigla við grønari orku, eins og
avloysaraskipið kann. Vit eru farin í
gongd at bora smærru tunlarnar, og
hesir skulu gerast, so sum nýggja sam
ferðluætlanin ásetir.
Samferðsla er ikki asfalt og betong.
Hon er ein fyritreyt fyri at fólk alla
staðni í landinum fáa javnsettar
møguleikar fyri menning.
GRØN ORKA - vindmegin verður nú
trífaldað, og samstundis verður av álv
ara farið undir at nýta aðrar orkukeld
ur, sum sólkyknur og sjóvarfalsorku.
Vit fingu sett gongd á at fáa húsarhald
og vinnu at leggja um til varandi orku.
Næsta stigið er at tryggja, at eisini tey
við lágum inntøkum hava ráð at bjálva
sær húsini og leggja um til grøna hita
skipanir. Grøna orkuskiftið er av álv
ara við at fáa ferð á.
At gerast sjálvveitandi við grønari
orku verður í longdini dyggur stuðul
undir búskapi okkara, og vit lyfta
okkara part av ábyrgdini av at steðga
útlátinum av verðurlagsgassum.
HEILSA Í HÁSÆTI - Vit løgdu sjúkra
húsini saman, og uppraðfestu við 200
mio. Vit skulu halda fram at skipa før
oyska heilsuverkið, so allir borgarar
fáa fremstu heilsutænastu. Og gjalda,
tað, tað kostar. Men, sjúkrahúsini fyll
ast við fólki, sum hava sjúkur, ið
kunnu fyribyrgjast. Í øllum føri í nógv
størri mun enn í dag. Fyribyrging –
rørsla, kostur og sálarbót – skulu heilt
einfalt fáast á resept. Vit hava vitan
ina. Vit hava fakfólkini. Saman við
kommununum skal effektiv fyribyrg
in setast í verk um landið alt.
FERÐING Í HAGA - Tað skal vera ein
viðføddur rættur at ferðast í náttúruni
í egnum landi. Hesi viðurskifti skulu
skipast við ábyrgd og virðing fyri fólki
á staðnum, landbúnað og øðrum virk
semi í haganum. Vit vilja saman við
øllum viðkomandi pørtum tryggja
loysnir, sum virða fólkið, ið her býr, og
sum bindur fyri, at vaksandi ferða
vinna ger seg inn á fólk og náttúru,
men tvørturímóti er við til at skapa
møguleikar kring landið á burðar
dyggum grundarlagi.
LIST OG MENTAN - vit fingu spenn
andi fysiskar karmar til mentanina og
list. Vit tóku fleiri tøk fyri at styrkja
møguleikan hjá tónleika- og films
vinnuni, og fleiri listafólk fingu høvi
at fáa stuðul til at kunna halga sær
tíðina til listina. Og vit settu útbúgving
á stovn. Vit vilja halda fram við at
taka list og mentan í álvara, væl vit
andi, at listin ei bert er til pynt, men
skapar okkum sum samfelag, og ber
okkum stórt ríkidømi.
JAVNSETTAR MØGULEIKAR – land
okkara skal vera fyri allar borgarar.
Fólk, sum hava ymiskar avbjóðingar -
eitt nú skerda hoyrn, sjón, ovurvið
kvæmi, bera kropslig ella sálarlig brek
- kunnu ikki altíð luttaka, eta á mat
stovu, fara á konsert, í kirkju, til mid
náttarsang, á skúlabonk at útbúgva
seg, fylgja kjaki, seta búgv, har tey
ynskja og so frameftir. Alt hetta, sum
flestu okkara taka fyri givið. Vit hava
tikið nøkur stig. Tydningamest er
semjan um at byggja vardar íbúðir
fyri 200 mio kr komandi árini. Bústað
ir fara at byggja minst 500 íbúðir
kring landið. Vit vilja, saman við øðr
um, loysa bústaðarneyðina.
Tað liggur á okkum, at seta ferð á at
gera samfelagið atkomiligt fyri allar
borgarar. Eingin skal velja Føroyar frá,
tí ikki er rúm fyri teimum. Hetta kost
ar í fyrstu atløgu, men er eisini ein góð
íløga fyri samfelagið, at allir borgarar
fáa møguleikan at geva sítt íkast.
SJÁLVBERANDI BÚSKAP – vit hava
ongantíð verið so sjálvbjargin – hvørki
fíggjarliga ella í mun til at taka ábyrgd
av egnum viðurskiftum. Vit yvirtóku
familju- og arvarættin. Og blokkurin
er í dag bert fá prostent av samlaðu
útreiðlsunum hjá landinum og null
króna í útreiðslunum hjá kommunun
um. Vit fara at halda fram at taka
ábyrgd av egnum viðurskiftum. Tjóð
veldi er stovnað uppá viljan til eitt
sjálvstøðugt land í tøttum samstarvi
við onnur lond, og hetta meginmál
liggur sum sjálv kjarnan í øllum okk
ara innanríkis- eins væl og uttanríkis
politikki.
Valið er títt, ábyrgdin av at liva upp til
álitið er okkara.
Gott val!
Heilsan til bygdafólk og veljarar, sum heild.
Bergun Kass,
Framsókn
Skipanin við einum valdømi skuldi
millum annað virka fyri, at veljarin
kundi velja besta fólkið at umboða seg
á tingið, ikki treytað av hvar viðkom
andi búði.
Nú skipanin hevur virkað eitt
longri tíðarskeið, vísa royndirnar, at
fyri veljaran hevur tað nógv at siga, at
umboðið býr í nærumhvørvinum.
Men gevur hetta nóg góða meining?
Um tú hugsar um eitt menniskjalív,
so eru tað almenn viðurskifti úr vøggu
í grøv, sum landspolitiskt verða stýrd
og raðfest.
Barnaansing, skúli og útbúgving,
familjuviðurskifti, sjúkrarøkt, pen
sión, økini hjá Megd, og so framvegis.
Hesi viðurskifti eru ikki treytað av,
hvat øki politikkari umboðar, men
hvørjir eginleikar eru til politiskt
hondverk.
--
Hví vóru øll undir 67 gloymd, tá
eldraøkið varð lagt út til kommunur
nar?
Hví hava vit ikki fjølbroyttar bú
staðarmøguleikar, sum vit síggja í
grannalondum okkara?
Hví fekk ferðavinnan so trilvandi
byrjan, til ørkymlan hjá so nógvum
fólki?
Hví bleiv Glasir ein byggigøla?
Jú, politisk átæksøki, sum áttu at
havt betri viðgerð og úrslit.
Tí umframt politiskar hugsjónir,
eru tað evni til at ‘finna uppá’, at fara
til verka og at gjøgnumskoða polit
iskar ætlanir út í samfelagið, eins og
niður gjøgnum eindir, fyrisiting, skip
anir og leiðslur, - sum hevur so alstór
an týdning.
Hetta
merkir,
politikarar
við
integriteti og víðum sjónarringi.