týsdagur 27. august 2019síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
VALIÐ ER GREITT – FRAMSTIG
ELLA AFTURSTIG
Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna og
valevni fyri Tjóðveldi
”Tú ert, tað tú gert”. Valið leygardagin
hevur sjáldan verið meira greitt. Tí
hóast nógvir flokkar koma við vallyft
um, ið líkjast, so er veruleikin, at sera
stórur munur er á førda politikkinum.
Tað er bara at hyggja nærri at, hvat
hendið, seinast Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin
stjórnaðu,
og
samanbera við gongdina, nú Tjóðveldi
og samstarvsfelagar hava stjórnað
landinum. Stórur munur er á, hvørja
kós okkara land setir frameftir, alt
eftir, hvørjum tú velur at geva títt álit
á komandi løgtingsvali.
Undanfarna samgonga – meira
ósjálvbjargin og afturstig:
Í undanfarna valskeiði – árini 2011-
2015 – tá Fólkaflokkurin og Sambands
flokkurin stjórnaðu landinum, gjørd
ust
Føroyar
sum
heild
meira
ósjálvbjargnar og meira ójavnar.
Hall var hjá landskassanum á
hvørjum ári. Samanlagt -1,1 milliard í
halli.
Skuldin hækkaði.
Blokkurin hækkaði á hvørjum ári.
Biðið varð hartil um 200 mió. kr.
hækking av blokkinum afturat, men
danska stjórnin segði nei - tíbetur.
Skattalættar til tey hægstløntu á
fleiri túsund krónur um mánaðin,
vórðu fíggjaðir við pensjónsskatta
hækking og 40% pensjónsflatskatti til
láglønt.
Pensjónsskatturin hækkaði mun
andi. Eitt nú úr 35% upp í 40% fyri
kapitalpensjón.
Ongin nýggj heimild til Bústaðir at
byggja fleiri bústaðir.
Onki familjuískoyti til barnafam
iljur í trongum fíggjarligum korum.
Ongin broyting í barnafrádrátti.
Ongin menningarætlan fyri heilsu
verkið sett í verk.
Ongar heimtøkur av málsøkjum.
Ongar nýskipanir framdar.
Játtan til Mentanargrunnin skerd.
Landsbankin varð avtikin.
Búskapargrunnurin tømdur.
Núverandi samgonga – meira
sjálvbjargin og framstig:
Vit vildu á eina heilt aðra kós fyri okk
ara land, vinnu og fólk. Eina kós, ið
skuldi gera Føroyar meira sjálvbjargn
ar, samhaldsfastar og frælsar. Sein
astu 4 árini eru vit komin væl áleiðis.
Avlop
hjá
landskassanum
á
hvørjum ári. Samanlagt +1,4 milliard í
avlopi.
Skuldin er minkað 1,5 milliard.
Blokkurin fastfrystur, og minkaður
sum partur av almennu inntøkunum.
Er nú bert 6% av samlaðu almennu
inntøkunum.
Stórur skattalætti til lág- og miðal
lønt. Skattaskipanin gjørd meira stig
vaksandi við 5% lækking av lægsta
landsskattinum.
Pensjónsflatskatturin strikaður og
gjørdur stigvaksandi. Munandi skatta
lækking fyri láglønt við lækking úr
40% niður í 30%.
Bústaðir fingið heimild til at byggja
200 leigubústaðir afturat.
Lestrarstuðulin
hækkaður,
met
nógv lesandi, og 18 nýggjar útbúgving
ar settar í verk.
Familjuískoyti til barnafamiljur í
trongum fíggjarligum korum sett í
verk.
Barnafamiljur betri kor. Smábarna
familjur munandi skattalætta. Barna
frádrátturin hækkaður úr 6.500 kr.
upp í 9.200 kr. fyri hvørt barn undir 7
ár. Barsilsfarloyvið við løn longt 10
vikur, er nú 48 vikur.
Pensjónistar 1500 kr. meira at liva
av um mánaðin, og mótrokning mill
um hjún strikað.
Tey trý sjúkrahúsini hava fingið
eina felags leiðslu. Nógvar milliónir
eyka á hvørjum ári til setan av fleiri
læknum, og til menning av heilsu
verkinum.
Heimtøkur av fleiri málsøkjum.
Hava nú størri sjálvræði.
Mentanargrunnurin og filmsfram
leiðsla fingið fleirfaldað hægri játtan.
Tríggjar nýskipanir framdar. Fiski
vinnunýskipan,
heilsunýskipan
og
pensjónsnýskipan.
Hartil nýggj lóggáva fyri alivinn
una, og játtan til menning av ferða
vinnuni.
Landsbankin endurstovnaður.
Búskapargrunnurin fingin at virka,
og tá árið í ár er av, verða væntandi
omanfyri 500 mió. kr. í Búskapar
grunninum. Hetta ger okkum búskap
arliga sterkari til at taka ímóti teimum
broytingum, ið fara at koma fyrr ella
seinni.
Vel framstig framum afturstig
Saman hava vit tikið stór tøk fram á
leið seinastu 4 árini. Búskapurin er
meira sjálvberandi nú enn nakrantíð.
Vælferðarsamfelagið
er
munandi
styrkt. Vinnan hevur havt søguliga
stór avlop. Samfelagsliga eru vit nú
meira sjálvbjargin. Men enn er nógv
eftir at fremja.
Alternativið – Fólkaflokkurin og
Sambandsflokkurin – hava árini 2011-
2015 í verki víst, hvørja kós teir velja.
Minni sjálvbjargni og størri ójavni. Og
koma hesir flokkar aftur til valdið,
hava teir fráboðað, at nógv av teimum
framstigum, ið eru hend, skulu avtak
ast.
Hetta eru ikki tær Føroyar vit
ynskja.
Latið okkum heldur saman halda
áfram á góðu leiðini – fram móti ein
um
sjálvbjargnum
Føroyum,
har
framgongdin kemur øllum fólkinum, í
øllum landinum, til góðar.
Hesum vilja vit í Tjóðveldi virka
fyri – og enn er nógv eftir at fremja.
Latið okkum á løgtingsvalinum
leygardagin, velja at halda áfram sam
an á góðu kósini – og velja framstig
framum afturstig – fyri okkara land
og fólk.
Gott val!
Nei Bjarni, Heilsuskúlin í Porkeri
verður ikki niðurlagdur. Basta.
Erhard Joensen
Valevni fyri Sambandsflokkin.
Nú ætlar tú at vinna nøkur bílig stig
her í endaspurtinum av valstríðnum.
Soðið í kjakinum er, sum vant,
rættiliga tunt. Eitt av valevnunum hjá
Sambandsflokkinum
er
opinbart
hoppaður uppá vognin hjá Bergun
Kass, ið, sum flestum kunnugt, hevur
fingið Heilsuskúlan í Porkeri í ranga
strúpan. Lat meg bara fyrst gera púra
greitt, at omanfyri nevnda valevnið
ikki umboðar Sambandsfloksins pol
itikk á hesum øki.
Áskoðanin hjá Bergun Kass um
Heilsuskúlan kann ikki koma sum ein
hvøkkur fyri nakran, tí flestum kunn
ugt er Framsókn ein inkarneraður
havnarflokkur, ið ikki hevur minsta
innlit í, hvat tad merkir fyri okkum
suðringar, at Heilsuskúlin er staðsett
ur í Porkeri.
Argumentini hjá miðstaðarfólkun
um eru eisini á einum støði, hvar
trupult er hjá okkum øðrum at fylgja
við. Tey hava spurt fólk í Havnini, um
tey høvdu fari á Heilsuskúla, um skúl
in var staðsettur í Havn og hetta er so
leiðis grundgevingin fyri, at tey vilja
hava ein skúla í miðstaðarøkinum.
Politikkarnir eru sjálvandi væl vitandi
um, at ein Heilsuskúli í Havn auto
matiskt hevði viðført eina niðurlagan
av skúlanum í Porkeri, tí grundarlagið
fyri skúlanum í Porkeri eru fólk úr øll
um landinum.
Hetta minnir meg einamest á argu
mentatiónina hjá Erasmus Montanus,
í komediuni við sama heiti, eftir Hol
berg gamla: “En sten kan ikke flyve.
Morlille kan ikke flyve. Ergo er mor
lille en sten”.
Eg kundi lættliga gjørt tað sama
her suðuri og spurt Suðringar, um teir
høvdu farið í ein ella annan skúla, um
hann var staðsettur í oynni. Eg kann
garantera fyri, at eg hevði fingið næm
ingar til minst 20 ymiskar skúlar.
Skulu vit so krevja, at teir allir verða
staðsettir her? Nei.
Ein Heilsuskúli í Havn merkir nið
urlagan av Heilsuskúlanum í Porkeri
Sambandsflokkurin
vil
tvørtur
ímóti styrkja útbúgvingarmøguleik
arnar kring landið, herundir eisini
menna Heilsuskúlan um hetta gerst
neyðugt. Flokkurin hevur ongar ætl
anir yvirhøvur, at stovnseta ein
Heilsuskúla norðanfjørs.
Valskráin hjá Sambandsflokkinum
hevur eina góða og útgreinaða ætlan
á útbúgvingarøkinum. Har stendur
ikki eitt orð um, at stovnseta ein
Heilsuskúla í meginøkinum.
Og tað verður ikki við mær í
Sambandsflokkinum, at ein Heilsu
skúli verður staðsettur í meginøk
inum.
So Bjarni, eg fari at enda við orð
unum hjá Buðla kongi í Brynhildar
tátti, tá hann møtti Sjúrði:
Ríð tú ikki tann niðara vegin
við Júkagarðar fram,
ríð tær heldur í erva
har hendir tær ongin skam.
Ístaðin fyri at kjakast um hypotet
isk ting, lat okkum so heldur tosa um
hvat vit her suðuri kunnu samstarva
um, allari oynni at frama. Tað manglar
í ólukku mát.