týsdagur 27. august 2019síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
Tunnilsgrótið: Skilaleys avgerð,
sum dryppar á tey nærmastu.
Bjørg Dam
Býráðslimur í Tórshavnar kommunu
og limur í vinnunevndini.
Formaðurin í vinnunevndini í Tórs
havnar Kommunu var frammi áðrenn
summarfrítíðina og segði, at einans 1,5
- 2 milliónir skilja partarnar í málinum
um
at
brúka
tunnilsgrótið
úr
Sandoyartunnlinum til eitt íðnaðarøki
norðanfyri Gomlurætt. Ein loysn sum
umsitingin “metir, er ein munandi
betri loysn enn at tyrva grótið” stend
ur at lesa í málinum. Eisini stendur at
lesa, at á borgarafundinum á Velba
stað 20.3.2019 var ein stórur meiriluti
fyri at gera íðnaðarøki. Náttúrufrið
ingarnevndin og Umhvørvisstovan
hava eisini sagt gott fyri íðnaðarøkin
um.
Í býráðnum hava 3 nevndir einmælt
tikið undir við, at kommunan skal
rinda 28 milliónir fyri íðaðarøki, tó við
teirri treyt, at Tunnilsfelagið skal
planera stykkið, eitt arbeiðið, ið kostar
hasar 1,5 - 2 milliónirnar, sum skilir
partarnar.
Ein lítil krúlla so er málið loyst, fáa
vit í andstøðuni at vita.
Tað næsta vit so hoyra er, at nú skal
grótið tyrvast uppi yvir Velbastað ??
Vit í minnilutanum royndi at hála í
neyðbremsuna á býráðsfundi 20.juni
2019, við at krevja málið aftur í nevnd.
Meirilutin atkvøddi ímóti.
Sum ta allar seinastu royndina at
finna eina loysn, royndi Landsstýris
maðurin í samferðslumálum Heðin
Mortensen at kalla Eystur- og Sand
oyartunlar og Tórshavnar kommunu
til fundar 6.august. Borgarstjórin gav
tó avboð.
Tað sum gruggar málið er, at ístaðin
fyri eitt íðnaðarøkið við stórum vakstr
armøguleikum fyri aling á landi, hav
ferðavinnu, orku á havi o.a. í fram
tíðini, og sum “øll” eru samd um, hevur
samgongan í Tórshavnar Kommunu
nú gjørt av, at bara eitt festi skal fáa
fíggjarligan ágóða av teirri ovurhonds
stóru nøgd av gróti, sum fer at koma
úr Sandoyartunnlinum..
Bóndin fær nevnliga 80.000kr fyri
mist bit í minst tvey ár og 1,65 milliónir
á festikontoina umvegis Búnaðar
stovuna. Eisini hevur Búnaðarstovan
sett óvanliga høg krøv til tyrvingina,
har grót og mold skal blandast, so
leiðis at lendið skal latast aftur sum
klassa A sláttijørð, eisini hóast partar
av lendinum ikki vóru háttað soleiðis
áðrenn. Hettar kostar Tunnilsfelagn
um 5 milliónir eyka.
Sostatt fær eitt festi á Velbastað ein
fíggjarligan ágóða í reiðum peningi og
í virði á fleiri milliónir.
Hvussu kann eitt mál, taka so
krappa og skilaleysa vend, frá at verða
ein
skilagóð
langtíðaríløga
øllum
borgarum at gagni til einans at koma
einum borgara at gagni? Hví setur
Búnaðarstovan serliga høg krøv í hes
um førinum?
Er gegnið í lagi?
Í innlitið frá Samferðslumálaráðnum
verður sett spurningur til gegnið.
Búnaðarstovan og festibóndin eru í
tætta familju umvegis høgtstandandi
politikara í býráðnum, sum eisini er
forkvinna í Byggi- og býarskipanar
nevndini. Sostatt er festarin svágur
stjóran í Búnaðarstovuni. At tað eru
so tøtt sambond í skilaleysum avgerð
um, fær meg at ressast við, tí málið á
ongan hátt verður loyst við skili.
Sigast skal, at konan/systurin hev
ur ikki luttikið á fundum, har málið
hevur verið frammi, men fakta er, at
ein ein breið semja um eitt virðismikið
íðnaðarøki onkursvegna, varð broytt
til eina avgerð, sum einans kemur
heilt fáum til góðar, og tað er tað, vit í
andstøðuni og nógv við okkum standa
spyrjandi um!
35.000 m2 av vinnuøki
í Gomlurætt gleppur
okkum av hendi
Vinnan og vit borgarar kundu fingið í
minsta lagið 35.000m2 av íðnaðar- og
vinnustykkjum, sum liggja til streyma
sjógv við óendaligum nógvum inn
tøkumøguleikum í framtíðini, og sum
her og nú, loysa ein stóran tørv - tí
vinnan skríggjar eftir vinnustykkjum.
Eisini Landsverk hevur ligið fram
við at fáa grótið, ið hevur eitt virði á
einar 70mil. kr, í eina grótgoymslu at
byggja vegir o.líkn. við. Tað hevur
eisini verið nevnt, at nógv umrødda
bakkaverjan í Kirkjubø kundi verið
ein møguleiki at gagnnýtt grótið til
eina win-win støðu.
Búnaðarstovan hevur verið frammi
í miðlunum við, at grótið fer ikki til
spillis, tí góð slátturjørð fæst burturúr
til einar 15-20 mjólkikýr. Tað kunna
ikki verða vakstarmøguleikarnir í
sjálvari slátturjørðini, ið liggja til
grund fyri avgerðini, tí dyrkilendi
reint fíggjarliga genererar negativan
pening,
tí
landbúnaðurin
verður
stuðlaður. Orsøkin má liggja aðra
staðni?
Henda ætlanin má steðgast
Royni nú enn einaferð at tala at, at
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Fram
sókn í Tórshavnar Kommunu taka
tílíkar avgerðir, sum so týðiliga hvørki
eru fíggjarliga skilagóðar, umhvørvis
liga góðar og bert dryppa egnan veg,
og sum beinleiðis beina fyri hesum
møguleika, at fáa grót til sjáldsamt
havíðnaðarøki, sum annars hevði
kostað kommununi fleiri 100 tals mill
ónir at farið undir sjálv.
Hví restina av meirlutanum taka
undir við hesari skilaleysu avgerð,
standi eg enn meira spyrjandi yvir.
Hvat munna Annika, Bogi og hini fáa
burturúr?
Politikkur má snúgva seg um meira
enn at raka til sín sjálvs.
Her hava vit borgarar, vinnan og
okkara eftirkomarar so dyggiliga mist
á stokkinum.
Sum einasta seinastu roynd, at fáa
partarnar at koma aftur til borðið og
finna hasa 1,5 milliónirnar sum skilir
partarnar, fari eg at biða um at fáa
málið aftur í vinnunevndina.
https://kvf.fo/greinar/2018/03/22/radarin-
tunnilsgrot-og-pensjonsnyskipan
http://kvf.fo/greinar/2019/08/12/grot-
ur-undirsjovartunli-verdur-til-bo
https://bjorgdam.blogspot.
com/2019/08/skandala-at-tunnilsgroti-
endar-i-haganum.html
https://www.in.fo/news-detail/news/hetta-
er-als-ikki-at-lata-grotid-fara-fyri-skeyti/
https://kvf.fo/netvarp/sv/2018/12/20/2
0181220grotidaglyvursnestilflogvoll
https://kvf.fo/greinar/2019/05/22/
einki-vinnuoki-gomlu-raett-kortini
Gunnvá Tróndardóttir Joensen
Gunnvá Tróndardóttir Joensen
Valevni javnaðarfloksins
Stutt um meg
Eg eri 36 ára gomul, fødd, uppvaksin
og búsitandi í Klaksvík. Eri gift sjó
manni, og saman eiga vit tríggjar
gentur í aldrinum 5, 7 og 8 ár. Eg havi
skrivstovuútbúgving innan fyrisiting,
og eina AÚ í samskifti og miðlan. Eg
havi arbeitt ymsastaðni gjøgnum tíð
ina, m.a. á hotelli, í handli, á laksavirki,
á skrivstovu og við at gera útvarp.
Eg brenni serliga fyri rættindum og
trivnaðinum hjá børnum og barna
familjum, og tey sum bera brek ella
sjúku. Nøkur ítøkilig mál eg vil arbeiða
fyri eru:
Betri atgongd til cannabis
Síðani 2015 havi eg verið frammi um,
at cannabis skal kunna brúkast sum
heilivágur í Føroyum. Tilvitanin mill
um fólk og atgongdin hjá sjúklingum
er vaksin nógv síðani fokus varð sett á
tað. Eg fari at halda á at arbeiða fyri at
hendan gongdin heldur fram, og at
tað verður betri atgongd til cannabis
sum heilivág og heilsuískoyti, undir
skipaðum umstøðum.
Rættindi og trivnaður hjá
børnum og foreldrum
Børn og barnafamiljur skulu hava so
góð kor sum gjørligt. Hetta innber m.
a. at øll skulu hava nøktandi og virði
ligan bústað, tryggar og mennandi
stovnar til børnini, meiri tíð saman
sum familja, og møguleika hjá kvinn
um at fara fyrr í barsil enn fýra vikur
áðrenn barnsburð, ynskja tær tað.
Atkomumøguleikar fyri øll
Øll skulu hava eins atkomumøguleikar,
uttan mun til aldur ella heilsustøðu.
Øll skulu kunna luttaka í øllum sam
felagsviðurskiftum á jøvnum føti, og
kann hetta gerast m.a. við, at tað skal
hugsast inn í hvørja byggiverkætlan,
og at sendingar í almenna føroyska
sjónvarpinum skulu hava undirtekst.
Útjaðarin og náttúran
Tað er týdningarmikið at útoyggjar og
smápláss vera varðveitt og ment.
Sama við náttúruni, at hon verður
ansað á ein skilagóðan hátt, sum hósk
ar til okkara serføroysku viðurskifti.
Hetta er í stuttum partur av tí sum
eg vil arbeiða fyri. Við vón um tína
vælvild til løgtingsvalið 31. august
2019.
Heimasíða: j.fo/flokkurin/
loegtingsvalevnir/gunnva-
trondardottir-joensen
Facebooksíða: facebook.com/gtjoensen/
fyrst og fremst
www.in.fo