týsdagur 27. august 2019síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
Tú skilir ikki pensiónina, fyrr enn tú bítir í hana
Magni E. Dalsgaard,
valevni til løgtingsvalið 2019,
fyri Javnaðarflokkin
Ein av orsøkunum til at eg havi stillað
upp sum valevni fyri Javnaðarflokkin
er, at eg meini at tað enn eru brúk fyri
fleiri broytingum í pensiónsviður
skiftunum. Lukkutíð hevur Javnaðar
flokkurin ætlanir um broytingar, sum
eg taki fult undir við:
Ætlanin er ein skattaminking til
pensjonistar og láglønt
Eg meini, at vit skulu hava eitt javnt
samfelag, har allir lønarbólkar hava
møguleika at liva og virka.
Pensjonistar, sum arbeiða, skulu
hava ein arbeiðsfrádrátt, viðbótin
skal hækka, og láglønt skulu hava
eina enn størri skattaminking.
Allir lønarbólkar skulu kunna liva
og virka í Føroyum. Bæði tey, sum eru
á arbeiðsmarknaðinum, og tey, sum
av ymsum orsøkum ikki hava møgu
leika at vera tað.
Saman við samgonguflokkunum
hevur Javnaðarflokkurin framt fleiri
átøk, sum hava gjørt tað munandi
lættari hjá lágløntum í Føroyum, men
enn er man ikki komin á mál. Tað eru
tíverri fólk í okkara ríka landi, sum
ikki fáa endarnar at røkka saman.
Vit javnaðarfólk meina, at vit eiga at
rinda til felagskassan eftir førimuni.
Hálønt eiga at rinda mest og láglønt
minst. Í løtuni haldi eg, at láglønt rinda
ov nógv í skatti í mun til kostn
aðarstøðið í landinum. Tí ætlar man
enn eina ferð geva lágløntum eina
skattaminking á 8000 krónur árliga.
Og tí er ætlanin at veita ein arbeiðs
frádrátt á 30.000 krónur til pensjon
istar. Hetta eru serliga tey, sum hava
eina inntøku millum 60.000 og 130.000
krónur um árið við síðuna av fólka
pensjón og Samhaldsfasta. Og fyri at
minka um gjónna millum tey, ið bert
hava fólkapensjón og Samhaldsfasta
at liva av, og tey, ið hava eginuppspar
ing, ætlar man at hækka viðbótina við
800 krónum.
Eitt ja til Javnaðarflokkin
er eitt ja til skattaminking
til tey, sum hava minst.
Parkering og ferðslan í Havnini eru ein ruðuleiki.
Marin Katrina Frýdal,
valevni fyri Tjóðveldi
Í ára vís havi eg, sum partur av bý
ráðnum í Havn, har eg havi virkað
m.a. sum forkvinna í teknisku nevnd
og í byggi- og býarskipanarnevndini,
heitt á útinnandi og lóggevandi valdið
í landinum, t.v.s. Landsstýrið og
Løgtingið, um at fáa útvegað komm
ununi heimildirnar sum skulu til fyri
at
kunna
skipa
parkeringsviður
skiftini í býnum á skynsaman hátt.
Hetta hevur tó tíverri verið sum at
tosa fyri deyvum oyrum.
Høvuðsstaðurin hevur, sum allir
aðrir høvuðsstaðar, brúk fyri góðum
og
vælskipaðum
parkeringsviður
skiftum, eitt nú við parkeringshúsum
og gjaldsparkering. Hetta er ein
vinnugrein aðrastaðni, og nýtist ikki
at vera ein skattafíggjað uppgáva.
Men til tess at heimila slíkum møgu
leikum krevst lógarheimild.
At fáa loyst parkeringsviðurskiftini
í Havn, og kanska í øðrum býum við,
er alneyðugt og nýtist heldur ikki at
kosta nakað munandi av skattapen
ingi, um rætt verður borið at.
Hetta er ein av fleiri orsøkum til, at
eg vil á Ting at fáa avgreitt lóggávu
heimildirnar, sum tørva fyri at fáa
skipaði parkeringsviðurskifti í høv
uðsstaðnum.
Heimsins besta fólkaskúla
Óluva Klettskarð,
Tjóðveldi
Fólkaskúlalógin skal alsamt endur
skoðast og nýggj yvirskipað mál set
ast. Heldur enn sterka miðstýring
skulu skúlar, skúlaleiðarar og lærarar
hava størri frælsi og ábyrgd at menna
skúlarnar og útinna høvuðsmálini í
fólkaskúlalógini á fjølbroyttan hátt.
Læraraútbúgvingin
skal
mennast,
lærarayrkinum til heiðurs og æru, og
fólkaskúlin gerast heimsins besti.
Kreativ læra er týdningarmikil
Í hesum samgonguskeiðinum hava vit
dagført fólkaskúlalógina við enda
málinum at styrkja kreativa læru.
Broytingin í fólkaskúlalógini heimilar
skúlum at nýta tveir tímar av undir
vísingartímatalinum til at menna
lærugreinir innan handaverk og list,
sang, vallærugreinaskipan og møgu
leika at økja læraratímar í flokki, har
neyðugt er.
Við broytingunum fer at bera til at
arbeiða fjølbroyttari, og møguleiki
verður hjá leiðsluni at fáa sett umráð
andi undirvísingarátøk í verk. Haraft
urat er samfelagsfrøði nú lærugrein,
og næmingar fáa betri innlit í sín ger
andisdag og kunnleika til samfelagið,
m.a. fólkaræði, rættindi og skyldur,
altjóðagerð og at handfara miðlarnar.
Og tí er eisini ein talvráðgevi komin
inn um skúlagátt.
Vit hava eisini sett skúlaleiðaraút
búgving á stovn, eina útbúgving í
námsfrøðiligari leiðslu, ið skal eggja
og stimbra upp undir ein betri og til
vitaðan skúla.
Men enn er langt á mál....
Hvussu fáa vit so heimsins
besta fólkaskúla?
Við ýtunum dygd og krøv skulu vit
fara til verka. Gransking er ein vegur
at fremja ein betri skúla. At kenna
læru og læruumhvørvi til fulnar er
besta grundarlag undir einum betri
skúla. Vit mugu skapa umstøður fyri
gransking í okkara egnu skúlaviður
skifti í nógv størri mun. Tí spurning
arnir eru mangir. Er skúladagurin ov
langur? Eru ov nógvir næmingar í
flokkinum? Eru umstøður til kreativa
læru o.s.fr.
Læraraútbúgvingin skal eftirmet
ast og styrkjast. Útbúgvingin hevur
uppiborið betri rásarúm á Fróðskap
arsetrinum. Økta játtanin til setrið fer
mær vitandi í størstan mun til nýggj
økir - alt gott við tí. Men tiðin er nú
komin til at styrkja sjálvt flaggskipið í
skúlasøgu okkara. Hetta gera vit bæði
við dyggum granskingarparti og við tí
dagligu frálæruni og praktikmøgu
leikunum. Vit skulu í størri mun leggja
okkum eftir at skapa upp aftur fleiri
dygdargóð tilboð til tey lesandi og
seta krøv til okkum sjálv a hesum øk
inum.
Tá vit skulu meta um dygdina á
okkara læraraútbúgving, og tá vit
ætla at betra um læraraútbúgvingina,
so mugu vit geva øllum vágskálunum
ans. Hvussu fáa vit góðar og egnaðar
lesandi? Hvussu høgt skal støði á
útbúgvingini vera? Hvussu skipa vit
útbúgvingina? Hvussu klára næming
ar okkara seg í altjóða royndum? Og
hvussu fáa vit mótstøðuførar lærarar
í dagliga arbeiðinum?
Hetta metingararbeiðið eigur at
verða gjørt við tí fyri eyga, at vit vilja
hava
bestu
læraraútbúgving
og
heimsins besta fólkaskúla. Ti onki er
nóg gott til børn okkara og tey ungu.
Saman við tær...
Hugurin, førleikin og vitanin hjá ein
staka menniskjanum er grundvøllurin
í einum og hvørjum samfelag. Besta
tilfeingið er børnini og tey ungu. Ti
skulu vit stremba eftir, at øll børn og
ung í heimsins besta landi eisini skulu
ganga í heimsins besta skúla.
Við tínari atkvøðu fari eg at arbeiða
fyri einum dyggum skúlaverki. Saman
við tær, barn, ungdómur, lærari, skúla
leiðari og foreldur havi eg hug at fara
undir at fáa okkum heimsins besta
fólkaskúla.
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo