týsdagur 27. august 2019síða 59
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Sosialurin
Mikudagur 28. august 2019 · Nr. 98
VALBLAÐ
Ábyrgdarloysi sum samfelagsskipan?
Erhard Joensen
Valevni fyri Sambandsflokkin
Eg fari í hesari greinini ikki at vísa á
skurkar ella leggja einstakar persónar
undir at misrøkja sínar skyldir. Hetta
er meira ætlað sum ein hugleiðing
yvir,
hvussu
ábyrgdar-prinsippið
verður viðfarið av okkara politisku
skipan, og um hendan skipanin í heila
tikið er nøktandi og brúkilig til at
verja tann, sum í síðsta enda skal
gjalda, nevnliga; tann vanliga føroyska
skattgjaldaran.
Her hugsi eg serliga um byggimálini
Glasir og H-bygningin, ið eru rættuliga
tíðarbærir.
At hava ábyrgd er altíð subjektivt,
tí hvørjum hevur tú ábyrgdina av og
hvørjum ábyrgdast tú yvirfyri og
hvussu útynnir tú tína ábyrgd, og
hetta persónliga ella við útdelegering.
Í hesum førinum snýr tað seg um
politikarar og embætismenn.
Bæði politikarin og embætisfólkini
hava ábyrgd yvirfyri føroyska fólkin
um, tí tey eru antin beinleiðis vald ella
sett til at ansa eftir skattgjaldarans
peningi; at tryggja, at hesin bert verð
ur nýttur sambært fyriliggjandi játt
an.
Niðurstøðan í hesum báðum mál
unum er, at ongin hevur ábyrgdina av,
at serliga Glasir endaði sum ein so
kallað byggigøla.
Mín pástandur er, at hetta er bluff
og møsn, tí sjálvandi hevur onkur
ella okkurt ábyrgdina, tí annars dett
ur okkara samfelagsskipan sundur
og gevur onga meining. Skipanin er
bygd á álit og ábyrgd. Onki annað er
nøktandi fyri fólkið.
Tað er undranarvert, at landsins
leiðsla ikki enn hevur staðfest eina
ábyrgd eitt ella annað stað, antin í
umsitingini, í politisku skipanini ella í
sjálvari umsitingarligu skipanini. Fjøl
miðlarnir hava umrøtt bæði málini
nógv, men serliga undranarvert er tað,
tá ið hugsað verður um, hvussu okk
ara umsitingarliga skipan og rættar
skipan eru samansettar.
Rættarskipanin:
Okkara rættarskipan er bygd á, at tað
er borgarans skylda at kunna seg um
øll hugsandi og óhugsandi viðurskiftir,
ið viðvíkja einum sjálvum, tvs. lands
ins lógir og kunngerðir.
Ongin borgari kann koma til rætt
arskipanina og siga: ”hatta visti eg tí
verri ikki av”, og so vænta, at rætturin
gevur honum viðhald í hansara uppá
haldi í t.d. einum skattamáli, og harvið
heldur hann uttanfyri ábyrgd fyri
sínum gerðum.
”Eg visti ikki av, at eg skuldi geva
hatta upp” ella ”Eg visti ikki av, at eg
skuldi gjalda Meirvirðisgjald” ella ”Eg
visti ikki av, at eg ikki kundi trekkja
hatta frá”. Og soleiðis kundu vit hildið
áfram í tað óendaliga.
Grundreglan er altso, at vit sjálvi
hava ábyrgdina av, at vera vitandi um
landsins lógir og kunngerðir. Bert í
heilt serligum førum kunnu vit skjóta
okkum inn undir regluna, at “Vit vóru
í góðari trúgv”.
Hvat so vid Landsumsitingini:
Grundgevingin fyri, at stjórar hjá tí
almenna fáa relativt høgar lønir er, at
tey hava so stóra ábyrgd. Tey hava
evstu og fulla umsitingarliga ábyrgd
av tí starvsøkið og stovnið, ið tey vara
av. Í sjálvum stjóraheitinum liggur eis
ini implicit tign og ábyrgd. Ábyrgd og
yrkiskønleiki eru fundamentini undir
umsitingarligu skipanini, tí tað er tað
sum krevst fyri, at vit sum borgarar
kunnu hava álit á skipanina og kenna
okkum trygg.
Men tey kunnu eftir øllum at døma
pástanda, at tey ikki vita um støðuna
og harvið sleppa undan ábyrgdini.
Hvat so við politikaranum:
Landsstýrisfólkini útdelegera eftir
litsskyldina til síni embætisfólk. Hetta
inniber tó ikki, at landstýrisfólkini
kunnu frásiga sær ábyrgd. Lands
stýrisfólkini
hava
fulla
politiska
ábyrgd av økinum - eisini um tað vísir
seg, at embætisfólk teirra ikki røkja
sínar uppgávur til fulnar. Her er
ábyrgdin altso rættiliga tilskilað.
Og tað er ikki av ongum; tað er fyri
at verja okkum borgarar. T.v.s. at land
stýrisfólkini kunnu ikki snúgva sær
undan ábyrgdini við grundgevingini,
at “ tey ikki vistu av støðuni“. Tey hava
tað politisku ábyrgdina.
Løgmaður hevur so eftirlitsskyldina
við landsstýrisfólkunum. Hann hevur
í hesum førinum fingið gjørt eina
løgfrøðiliga kanning av embætisførsl
uni hjá tveimum aðalstjórum. Niður
støðan er, at tey ikki hava ábyrgdina
av meirnýtsluni. Sostatt gevur løg
maður Føroya fólki boð um, at …
Um ein meirnýtsla á 100-200 milli
ónir fer fram í almennu skipanini
hevur ongin ábyrgdina, hóast fleiri
fólk starvast við, at hava eftirlit við
júst hesum. Hetta fær ongar avleið
ingar fyri nakran ……. Uttan skatta
borgaran.
Vit hava við øðrum orðum innført
eina nýggja samfelagsskipan í Føroy
um, sum eitur ábyrgdarloysið.
Og hon má so vera galdandi fyri øll
í samfelagnum, tí vit kunnu ikki gera
mun á borgarunum í landinum. Ella
kunnu vit?
Eg ætli mær í øllum førum at taka
ábyrgd, um eg verið valdur tann 31
august.
Vinnuliga útbúgvingarøkið mennast
strategiskan útbúgvingarpolitikk innan føroyskt vinnulív!
Hanna Jensen
Útbúgving hevur eitt breitt endamál.
Hon er mennandi fyri einstakling og
tjóð, men so hevur hon eisini eitt
endamál at svara til ein ítøkiligan
arbeiðsmarknaðartørv.
Tað er sera týdningarmikið, at vit
menna føroyskar útbúgvingar út frá
hesum breiða endamáli.
Lærlingaøkið
Tí skulu vit halda fram at menna
áhugan fyri yrkisútbúgvingum og
støðugt styrkja tær fakliga, tøkniliga
og viðvíkjandi fjølbroytni. Grundað á
trípartasemjuna frá juni 2019 skulu
vit halda fast vit góða sambandið,
sum er uppbygt millum partarnar og
gera alt tað arbeiðið, sum er avtalað.
Vit skulu endurskoða merkantilu
útbúgvingarnar, so vit fáa enn fleiri
viðkomandi útbúgvingarleiðir – eg
hugsi m.a. um at læra til sølufólk. Inn
an handverk skulu vit seta í verk ta
reinu lærlingaskipanina, stytta skúla
skeiðini og virka fyri støðugari lærl
ingatali.
Sum heild skulu vit seta nýggjar
viðkomandi yrksiútbúgvingar í gongd
og virka fyri at varðveita og styrkja
tey yrki, sum vit hava í Føroyum – ikki
minst innan tekstil, har vit hava sterk
ar førleikar í fólkinum, eitt útbúgving
arøki, har vit eiga at stimbra vinnuliga
tilvitið, og sum er sera viðkomandi í
mun til burðardygga fremleiðslu og
vitan um upprunan hjá toyi, ymiskum
tilfari og vørum.
Høvuðsvinnurnar
Eg vil virka fyri, at vit fáa samskipað
betri, tey skeið og útbúgvingarstig, vit
longu hava og sum eru viðkomandi
fyri fiskivinnu, alivinnu og sjógætis
vinnuna annars. Harafturat vil eg
menna fleiri útbúgvingartilboð í sam
starvi við alivinnuna, fiskivinnuna
eins og fiskavirkisvinnuna á landi.
Her er alt at vinna, so tað kann ger
ast meira dragandi fyri fleiri av okkara
ungu at velja sær lærupláss, eins og
styttri og longri útbúgvingar, sum eru
meira skræddaraseymaðar til okkara
tørv umborð á ymiskum fiskiskipum, í
ymsu liðunum í alifyritøkunum eins
og í fyritøkum, sum vilja menna og
virðisøkja meira í Føroyum og fram
leiða nýggjar vørur at selja.
Tað er av alstórum týdningi, at
tann vitan, sum er í fólkinum innan
hesi vinnuøki – kvinnum og monnum,
verður dokumenterað og dyrkað.
Eisini innan hægri útbúgving eiga
vit at fara longur við okkara serkunn
leika innan hav, fiskivinnu og ali
vinnu, og ein ætlan skal leggjast fyri
hetta saman við øllum avvarðandi:
Fróðskaparsetri Føroya, øðrum við
komandi útbúgvingar- og gransking
arstovnum og saman við vinnugeir
unum.
Ferðavinna og tænastuvinna
Vit skulu hava egna nýggja lóg um
sokallað “erhvervsakademi” sum karm
um styttri hægri nám í Føroyum.
Innan hetta utbúgvingarøkið fáa vit
tørv á enn fleiri og betri útbúgvingar
tilboðum innan ferðavinnu og aðrar
tænastuvinnur – ikki minst, nú eitt
aðalmál
í
ferðavinnuætlanunum
landsins er dygd heldur enn nøgd, og
nú okkara matstovuvinna fer upp í
hægstu hæddir.
Framsókn er til val uppá boðskapin
“Eitt framkomið og væl lært fólk”
Vel strategiskan útbúgvingarpolit
ikk innan føroyskt vinnulív!
Tú finnur meg á lista F