hósdagur 29. august 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
4
Tað skal ongin ivast í, at eg haldi, at tað
er stuttligt, tá ið val nærkast og vit hava
valstríð.
Tað er spennandi at síggja, hvønn
veljararnir halda hava klárað seg best
í valstríðnum og undanfarna valskeiði,
men tað er minst líka so spenandi at
síggja tey nýggju valevnini, sum trína
inn á politiska pallin.
Fleiri teirra síggja vit bert einaferð,
men tað sær út sum onnur gerast bitin
av spenninginum í politiska arbeiðnum.
Tey síggja, at við at taka lut í politikki, fáa
tey ávirkan á, hvussu okkara samfelag
verður skipað.
Ája
Tá ið leygardagurin er farin afturum,
vita vit, hvør fer at manna Løgtingið,
men veruleikin er, at tástani byrjar tann
harði dysturin um valdsfullu størvini í
politisku skipanini.
Landsstýrið skal mannast og tað
gevur pláss fyri øðrum í tinginum.
Harafturat eru tað nevndarsessirnir í
tingnevndunum og í øðrum nevndum,
sum tingið ella landsstýrið mannar.
Har er nógv at stríðast um, tí talan er
ikki bert um vald, men so sanniliga eisini
um pening. Viðhvørt verður hetta eisini
brúkt til at bera aftur fyri tænastur, sum
eru veittar undir valinum.
Ája!
Vit kunnu sjálvandi eisini gleða okum
til, at tá ið hendan vikan er av, tá fáa vit
ein vanligan føroyskan gerandisdag aft
ur. Nógvu tey seinastu árini hevur tað
verið soleiðis, at samfelagshjólini ikki
fara at mala aftur við fullari ferð, fyrr
enn vit eru komin inn í september.
Tá hava flestu okkara hildið summar
frí og børnini eru byrjað aftur í skúlanum
og so liggja nakrir harðir arbeiðsdagar
frammanfyri til jólar.
Tá ið september byrjar so eru vit
komin nærri heystinum tí í endanum á
mánaðinum er mikkjalsmessa, dagurin,
tá ið fjøllini vóru gingin fyrr. Veit væl,
at fleiri fara eitt sindur seinni á fjall
nú á døgum, men mikkjalsmessa er tó
framvegis ein dagur, sum markerar, at
nú kunnu veðurlombini tkast.
Ája!
Tað hevur verið rættuliga friðarligt
við grind í ár, men nú hendan dagin
doyði ein grind – og sjálvandi var Sea
Shepheard á staðnum.
Tey tóku myndir og sendu kring heim
in, samstundis sum tey heita á ferða
skrivstovur um at boykotta Føroyar sum
ferðamannaland.
Hetta ber boð um, at vit kanska eiga
at seta ferð á kunningina um
grindadráp aftur. Almennu
Føroyar hava verið ófør
ar at svara uppá skriv
og álop á okkara ald
argamla siðaarv, men
kanska er hetta ar
beiði linkað eitt sind
ur seinnu árini.
Rætt hevði helst
verið at eftirmett støð
una, so hetta ikki fer at
hótta ferðavinnuna og
okkara útflutningsvinnu.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Fólksins ogn er blivin
til Folkens agn
Eitt nýtt skip er á veg í
flotan, aftaná at Varðin
í Gøtu hevur keypt skipið
Gitte Henning frá einum
donskum reiðaríi
Hósdagin staðfesti
Hægsti rættur, at teir
11 eigararnir í P/F
Varðanum í Gøtu ikki
sleppa undan at rinda
skatt av teimum fyrstu
887 milliónunum, um
fyritøkan verður seld.
Sostatt broytti Hægsti
rættur avgerðina hjá
Landsrættinum
Sunnudagin fingu
vestmenningar nýggjan
prest, tá Maria Summers
við Skipá bleiv innsett
Týsdagin løgdu 98 hval
beinini í Vestmanna
Jóannes Vitalis
Hansen er settur sum
nýggjur sendimaður
í Keypmannahavn
Løgtingsval
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
valevnir eru at velja ímillum
á løgtingsvalinum
179
Sprotin: val av løgtingsumboðum
Leygardagin 31. august fara føroyingar
á val at velja hvør skal sita á løgtingi
næstu fýra árini. Níggju flokkar og 179
valevnir eru at velja ímillum hesaferð.
Sambært seinastu veljarakanningum
verða antin Fólkaflokkurin ella
Javnaðarflokkurin størsti flokkur á
valinum. Kanningarnar vísa eisini, at
tað er rættiliga javnt millum samgongu
og andstøðu, tó at andstøðan hevur átt
munin.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At Jóhan Sundstein
er mest vinnandi
eSport íðkari
nakrantíð?
Sæð á Facebook:
Nýggja ferjan til Nólsoyar skal
eita "Freddrik", tí tey vænta
hon verður full hvønn dag
Lot til stívt andøvsgul av
vestri ella útsynningi, 3 til 10
metrar um sekundið. Skíggjað
og í stundum regn. Hitin alt
døgnið millum 8 og 11 stig.
8-10 m/s
2-6 m/s
8-13 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Lot til andøvsgul úr suðri, 2 til 6
metrar um sekundið, um náttina
øtlar hann vindin í andøvsgul
upp í ein strúk av norðan, 8 til
13 metrar um sekundið. Mest
skíggjað og í stundum regn. Hitin
alt døgnið millum 5 og 10 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk av
norðan, 8 til 13 metrar um
sekundið, ið minkar og snarar í ein
vestan, 2 til 7 metrar um sekundið.
Mest turt og møguliga sær sólin.
Um náttina andøvsgul upp í ein
strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar
um sekundið, við regn. Hitin alt
døgnið millum 7 og 10 stig.