hósdagur 29. august 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
5
Eg eiti Bjarni Hammer og eri búsitandi á
Tvøroyri, saman við konu míni, Barbaru og
okkara fýra børnum: Bjartu, Manju, Havgrími
og Tór.
Vit blivu gift í summar. Familjan og børnini
er tað sum er mest umráðandi av øllum. Tá
saman um kemur, snýr politikkurin seg nett
um at hjúkla um børnini – Føroya framtíð.
Eg eri útbúgvin løgreglumaður, men havi
seinastu 4 árini sitið á Løgtingi, umboðandi
Javnaðarflokkin. Eg havi eisini sitið 7 ár í
býráðnum. Frítíðina brúki eg saman við
familjuni. Eisini takist eg við seyðahald og
ítrótt, serliga kappróður.
Eg eri sera, sera glaður um at hava sitið á
Løgtingið seinastu 4 árini. Til tíðir hevur tað
verið strævið. Viðgongd og mótgongd hevur
myndað hesa tíðina, men tað hevur verið ein
stórur heiður at hava tikið tøk fyri Føroyar
og fólkinum her býr.
Vit hava fingið nogv av skafti og hava
avgreitt flestu stórmálini, sum hava ligið á
lánið í áravís.
Barnafamiljurnar hava fingið betur
sømdir, pensjónin er hækkað munandi
fyri tey, sum einans hava samhaldsfesta
og fólkapensjónina. Stórt yvirskot er á
fíggjarlógini, vinnulívið trívist og arbeiðið er
til allar hendur.
Vit hava gjørt Føroyar til eitt enn betur
land. Tað hevur ongantíð verið so gott at vera
føroyingur í Føroyum sum nú og er tað okkara
felags ábyrgd, at góða gongdin heldur fram.
Tað eru enn føroyingar, sum skulu lyftast
longur upp. Eg havi sæð skuggasíðuna av
vælferðasamfelagnum.
Í yrkinum sum løgrumaður, havi eg
veruliga sæð skuggasíðuna av vælferðar
samfelagi okkara. Sum løgreglumaður í mið
staðarøkinum kemur ein víða og tað er ikki
alt líka tespuligt, ið ein hevur upplivað. Vit
hava eina skyldu at gera nakað við hetta og
tað gera vit.
Tað skal ikki lata seg gera at liva undir
fátækramarkinum í einum samfelagi sum
Føroyum!
Javnaðarflokkurin er einasti flokkurin,
sum alla tíðina heilhjartaður hevur arbeitt
fyri vælferð til allar borgarar og, ikki minst,
arbeiðir fyri at varðveita vælferðarsamfelagið.
Vit eru trygdin fyri vælferð til allar
borgarar í landinum, tað verið seg ung, eldri,
innan vinnulívið og innan tað almenna.
Vit meta Føroyar eftir teimum veikastu í
samfelagnum. Tað hava vit gjørt nakað við.
Vit hava lyft støðið og smalkað gjáirnar.
Vit eru tó ikki komin á mál, og fara vit
áhaldandi at stríðast fyri betri korum hjá
øllum føroyingum.
Eg kann lova tykkum, at eg fari
framhaldandi at stríðast fyri einum enn betri
Føroyum, líkamikið hvussu bylgjurnar bróta.
Bjarni Hammer
Løgtingslimir og valevni hjá
Javnaðarflokkinum
Góði veljari – Eg eri stoltur um at verða føroyingur!