hósdagur 29. august 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
6
POLITIKKUR
20 eru mestsum trygg meðan nógv
mugu berjast um hinar sessirnar
Eini 20 av
teimum
uppstillaðu eru
mestsum trygg
í at tey verða
vald – hini
mujgu berjast
um sessirnar
ÁRNI GREGERSEN
G
REINING: Tá ið liðugt
verður at telja atkvøð
urnar upp eftir valið
leygarkvøldið, fer tað
helst at vísa seg, at umleið 20 fólk,
sum vit øll væntaðu, eru vald á
ting.
Hinir 13 tingsessirnir eru so
býttir millum onnur á listunum,
har summi frammanundan eru
mett at hava ein góan møguleika
at verða vald, meðan onnur av
teimum valdu hava verið dømd
úti áðrenn valið.
At tingið fær nøkur nýggja and
lit er vist, tí sjey av teimum, sum
sótu í tinginum seinastu fýra árini
stilla ikki uppaftur hesaferð.
Trý teirra umboðaðu Sam
bandsflokkin: Bjørn Kalsø, Ed
mund Joensen og Magni Laksá
foss.
Sonja Jógvansdóttir umboðaði
Javnaðarflokkin tá hon varð vald
og tað sama gjørdi Helena Dam á
Neystabø, meðan Kári P. Højgaard
umboðaði Sjálvstýri. Joen Magn
us Rasmussen umboðaði Fólka
flokkin í valskeiðnum sum endar
nú.
Ongin av hesum stillar upp
hesuferð.
Hesi sita rímuliga trygg
Hjá Fólkaflokkinum verður for
maðurin Jørgen Niclasen helst
valdur og tað sama verður Jacob
Vestergaard. Nógv bendir eisini á,
at Christian Andreassen, nýtt val
evni hjá Fólkaflokkinum, vinnur
upp um tinggáttina saman við
minst einum av trimum valevnum
í Norðoyggjum.
Fær Fólkaflokkurin átta sessir,
eru fýra aðrir sessir at manna hjá
hinum valevnunum.
Hjá Sambandsflokkinum verð
ur formaðurin Bárður á Stedig
Nielsen valdur eins og fyrrver
andi formaðurin Kaj Leo Holm
Johannesen.
Magnus Rasmussen sær eisini
út til at standa rímuliga sterkur,
mreðan spenningurin er stórur
um hvør tekur hinar fýra sessir
nar, fær Sambandsflokkurin sjey
sessir í tinginum.
Hjá Javnaðarflokkinum situr
formaðurin Aksel V. Johannesen
tryggur. Jónleif Johannesen end
aði á 10. plássi til seinasta val,
men helst kemur hann trygt inn
hesaferð. Eyðgunn Samuelsen var
nummar tý seinast, so tað skuldi
verið undarligt um hon ikki eisini
er rættuliga trygg. Bjarni Hammer
sær eisini út til at verða valdur.
Flokkurin fær helst sjey ella
átta sessir, so bardagin verður um
tríggjar ella fýra sessir.
Sjálvstýrisflokkurin fær ein
ella ongan mann á ting, sambært
veljarakanningunum, sum Gallup
hevur gjørt undan valinum og
neyvan er ivi um, at fáa tey ein
sess, so verður tað formaður floks
ins, Jógvan Skorheim, sum verður
valdur.
Somu veljarakanningarnar
geva Tjóðveldi seks tingfólk. For
maðurin Høgni Hoydal verður
valdur og tað samma verður Sirið
Stenberg og helst eisini Kristina
Háfoss.
Longur niðri á listanum er
ógvuliga javnt og tí er tað næstan
ómøguligt at siga, hvør fær hinar
tríggjar sessirnar hjá Tjóðveldi.
Poul Michelsen stendur til at
fáa annan tingsessin, sum kann
ingarnar geva Framsókn. Hin
kann fara til trý ella fýra onnur á
listanum hjá Framsókn.
Hjá Miðflokkinum bendir alt
á, at flokkurin fær somu umboð
á tingi, sum flokkurin hevur havt
hetta valskeiðið, nevniliga for
mannin Jenis av Rana og Bill Just
inussen.
Veljarakanninganar geva ikki
Framtakinum og Føroyska Flokk
inum umboð á ting hesaferð.
Nýggj á vallistunum
Nøkur nýggj nøvn eru at finna á
teimum ymsu listunum. Hjá Fólka
flokkinum verður serliga lag til
merkis, at Christian Andreassen,
advokatur, stillar upp og er serliga
eyðsýndur.
Hjá Sambandsflokkinum er
Frimodt Rasmussen, stjóri á
Klaksvíkar Sleipistøð eitt nýtt
navn, sum skal royna at fáa nakrar
av atkvøðunum hjá Bjørn Kalsø at
vera verðandi í Sambandsflokkin
um.
Kristin Michelsen, borgarstjóri
á Tvøroyri, stillar upp fyri Sjálv
stýri hesaferð eftir at hann var
koyrdur úr Jasvnaðarflokkinum
og borgarstjórin í Runavík er aftur
á listanum hjá Tjóðveldi.
Sjálvt um valstríðið hevur
verið langt, plakatirnar og fund
arnir nógvir, so er munurin mill
um flokkarnar minkaður nógv
seinastu tíðina.
Tí verður úrslitið í annaðkvøld
ómetaliga spennandi.