fríggjadagur 10. desember 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Landsstýrið ætlar at
arbeiða so skjótt sum
gjørligt fyri fyrireik-
ingunum til Hovs-
tunnilin so at arbeið-
ið kann byrja so tíð-
liga næsta ár sum
gjørligt
HOVSTUNNIL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Gongst sum ætlað verður
byrjað at bora Hovstunnilin
tíðliga næsta summar.
Tað sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður í
vinnumálum.
Fyri eini viku síðani fekk
Vinnumálaráðið eitt tilmæli
um Hovstunnilin frá Lands-
verk.
Upprunaliga varð ætlanin
at gera Hovstunnilin nakað
uppi í fjallinum, men síðani
er tað komið fram, at tað
ber væl til at gera hann
niðri í dalinum, har hann
liggur nógv betri fyri.
Kanningarnar, sum eru
gjørdar, vátta, at tað ber væl
til at gera Hovstunnilin
niðri i dalinum og tað enntá
fyri einar 6 milliónir bílig-
ari enn tann verri tunnilin
longri uppi hevði kostað
við allari vegagerðini, sum
skuldi til.
Sostatt mælir Landsverk
til, at arbeitt verður víðari
við ætlanini um at gera
tunnilin í neðra.
Avgreiðast so skjótt
sum gjørligt
Og Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður ætlar at bera
skjótt at.
Áðrenn arbeiðið upp á
tunnilin kann byrjað, verð-
ur tað neyðugt at gera eina
verklagslóg fyri tunnilin.
Tað er ein lóg, har Løg-
tingið gevur landsstýrinum
heimild til at seta arbeiðið í
verk.
Tað hevur leingi verið
ætlanin at tunnilin skal
gerast og sostatt er Vinnu-
málaráðið longu komið væl
áleiðis at gera verklagslóg-
ina.
Nú skulu bara teir sein-
astu, teknisku smálutirnir,
arbeiðast inn í lógina.
– Vit vóna at verða liðug-
ir til jóla, so at politiska
viðgerðin kann verða rund-
anum árskiftið, sigur Bjarni
Djurholm.
–
Verklagslógin
skal
bæði til viðgerðar á polit-
iskum landsstýrisfundi og
so skal hon til viðgerðar í
teimum politisku flokkun-
um.
Hann sigur, at gongur tað
sum ætlað, verður verklags-
lógin sostatt løgd fyri ting-
ið, beinanvegin tað kemur
saman aftur eftir ársskiftið.
Tað verður umleið 20.
januar.
Bjarni Djurholm sigur, at
væntast kann, at viðgerðin í
Løgtinginum
tekur
ein
mánaða, áðrenn tað verður
endaliga samtykt.
– Sostatt er ætlanin at
bjóða arbeiðið út í vár so at
sjálvt boriarbeiðið kann
byrja tíðliga í summar, sig-
ur landsstýrismaðurin í
vinnumálum.
Tað tykist at vera vanlig
politisk semja um, at
tunnilin skal gerast og
Bjarni Djurholm væntar
ikki, at politiska viðgerðin
fer at elva til trupulleikar.
Nakrar og tríati milliónir
eru settar av á fíggjarlógini
fyri næsta ár til arbeiðið.
Men tann stóra játtanin
verður at seta av í 2006, tá
ið meginparturin av ar-
beiðnum skal gerast.
Hovstunniln er mettur at
kosta 142 milliónir. Hann
verður 2437 metrar langur
og eftir ætlan verður koyr-
andi ígjøgnum hann í 2007.
Soleiðis verður tunnilin ímillum
Øravík og Hov lagdur. Hann liggur
niðri í dalinum og sostatt slepst undan
longum brekkum og krøppum
svingum, umframt at landið
sparirfleiri kilometrar av vegagerð
4
Nr. 237 - 10. desember 2004
Arbeiða so skjótt sum gjørligt
við Hovstunlinum