fríggjadagur 10. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 10. desember 2004
5
– Eg veit, at tað kann
tykjast sera stórt, men
um ein hugsar um tað,
so er prísurin Hafnia
ikki meira enn ein bí-
ligur partrolari, sigur
Tummas Justinussen,
stjóri í Pf Hvarvið,
sum er nýggjur eigari
av Hotel Hafnia og
júst hevur keypt
nýggju partrolararnar
Polarhav og Stjørnuna
til Leirvíkar
HOTELKEYP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Um nakar í seinastu viku
hevði spurt Tummas Justin-
ussen, núverandi eigara av
hotel Hafnia í Havn, um
hann fór at keypa eitt hotel,
hevði svarið verið eitt púra
greitt nei. Í dag, eina viku
seinni, er tað tó veruleiki, at
Tummas ella partafelagið
Hvarvið, sum hann er stjóri
í og eitt norskt felag, Havila
AS, standa sum eigarar av
hotellinum, sum brøðurnir
Restorff í mong ár hava rik-
ið í høvuðsstaðnum.
– Tað kom sum eitt snar-
ljós av klárum himli, sigur
Tummas, tá hann verður
spurdur um, hví teir gjørdu
av at keypa hesa býarmynd-
ina í Tórshavn.
Hann dugir ikki at greiða
frá, júst hvat tað var, sum
gjørdi, at avgerðin fall, men
nú hon er veruleiki, dylir
hann ikki fyri, at tað standa
sera avbjóðandi tíðir fyri
framman.
Fyri stuttum komu tveir
nýggir partrolarar til Leir-
víkar, sum Hvarvið eisini
hevur keypt. Tummas dylir
ikki fyri, at hetta kann tykj-
ast sera nógv, men hann
vónar, at teir ikki hava
gloypt um ein ov stóran bita.
Keypsprísurin er ikki al-
mennur,
men
Tummas
heldur ikki, at hann var
órímuligur ella ov høgur.
Hann heldur bara, at eitt
keyp av einum heilum hot-
elli kann tykjast so øgiligt í
høvdinum á fólki.
– Keypið av Hafnia kann
tykjast stórt. Fólk síggja tað
hvønn dag, tá tey spáka eft-
ir Áarvegnum, men um ein
veruliga hugsar seg um, so
er hotellið sum ein bíligur
partrolari, samanber hann
og leggur afturat, at prísur-
in á nýggja Skálaberg til
dømis er sum fleiri hotel.
Ikki mr Hafnia
Inntil fyri einari viku síðani
fekst Tummas einamest við
skip. Og tað fer Tummas
eisini framhaldandi at gera,
sigur hann.
– Eg verði ikki nakar mr
Hafnia, tað er púra sikkurt.
Ein leiðsla verður sett at
reka Hafnia og ætlanin er
ikki, at nakrar umfevnandi
broytingar skulu vera, greið-
ir Tummas frá, sum tó fer at
hava sína ávirkan í einari
nevnd, sum eisini verður
sett. Hendan nevndin verður
mannað bæði av føroying-
um og útlendingum.
Tummas undirstrikar tó,
at framyvir tá hann fer inn á
Hafnia, fer tað at ganga fyri
seg á sama hátt, sum tað
gjørdi, tá Restorff brøður-
nir áttu tað.
– Vit fara at gjalda júst,
sum vit altíð hava gjørt,
slær hann fast.
Spurdur um hann ikki fer
at taka onkur skeið í hotel-
leiðslu og øðrum, svarar
Tummas flennandi, at tað
verður neyvan seg, fólk
koma at síggja við visku-
stykki á einum skeiði innan
hotelvinnuna.
– Nei, nei, vit fara ikki at
stýra hotellið. Tað hevði
verið
skammligt,
sigur
hann.
Stjórin á hotellinum er
ikki endaliga settur enn, so
tí vil Tummas ikki siga na-
kað um tað. Men hann vil
tó siga so mikið sum, at tey
hava funnið hóskandi fólk,
og hann væntar, at leiðslu-
setanin á hotellinum verður
avgreidd heilt skjótt.
Annars leggur hann dent
á, at eigaraskiftið skal
órógva ta dagligu arbeiðs-
gongdina og starvsfólkini so
lítið sum yvirhøvur tilber.
Hann heldur, at Hafnia
hevur virkað væl, sum tað
var, meðan hinir eigararnir
sótu við róðrið, og tískil
dugir hann ikki at síggja
nakra orsøk til at gera nakr-
ar broytingar, sum nú er.
Men hann sær tó fyri sær,
at einaferð í framtíðini
verða umvælingar neyðug-
ar fyri at halda hotellið
viðlíka.
– Men tað verður hvørki í
dag ella í morgin, undir-
strikar Tummas Justinussen.
Penast ella ljótast
Tummas tykist at vera púra
greiður yvir, at risikoin er
stór við keypinum av
tveimum partrolarum og
einum hotelli innan fyri so
stutta tíð, men hann leggur
dent á, at tað er konjuktur-
urin í samfelagnum, sum
setur dagsskránna.
Tað er tó ikki bara
Hvarvið, sum hevur keypt
hotellið. Norska felagið
Havila AS eigur eina lítla
helvt av hotellinum, men
meirilutin er føroyskur og
tað sama við fíggingini.
Tummas sigur, at tað ger
alt munandi lættari, at eitt
útlendskt felag eisini vil
taka ein kjans og leggja
pening í hetta keypið. Og
kemur at hava sína ávirkan
eisini.
– Vit meta okkum hava
funnið gott fólk til at stýra
Hafnia, og alt annað líka,
so átti tað at borið til, stað-
festir hann og tekur upp-
aftur, at tað er hóast alt
konjuktururin í samfelagn-
um, sum avger tað heila.
Hann spyr, hvat tað nyttar
at analysera og analysera. Í
1993 søgdu frøðingarnir, at
tað aldrin fór at verða betur
í fiskivinnuni aftur. Nøkur
ár seinni var hon so góð
sum ongantíð áður, og for-
søgnirnar til alivinnuna
vóru so bjartari 2000, men
so vísti tað seg, at onki kom
burtuúr. Hetta heldur hann
vera øgiliga harmiligt, at
antin eru fólk so ræðuliga
bjartskygd ella so ræðuliga
svartskygd.
– Í Føroyum eru vit altso
antin penast ella ljótast. Vit
eru ongantíð bara miðal-
hampafólk, og tað er undr-
unarvert,
heldur
nýggi
eigarin av hotel Hafnia,
Tummas Justinussen, at
enda fyri.
Hafnia er sum ein bíligur partrolari
Tummas Justinussen, stjóri í
Pf Hvarvið, samanber keypið
av hotel Hafnia við ein
bíligan partrolara. Har átti
hann at vita, hvat hann tosar
um. Hvarvið hevur júst
keypt tveir partrolarar,
Stjørnan og Polarhav, til
Leirvíkar