fríggjadagur 10. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 237 - 10. desember 2004
Nýggi borgarstjórin í
Miðvági, Napoleon
Magnussen, mælir til
víðkað samstarv
millum kommun-
urnar í Vágum. Hann
rør fram undir eina
kommunusaman-
legging í oynni
KOMMUNUMÁL
Edvard Joensen
Mivági: Tað
hendir
so
nógv rundan um okkum, at
um vit skulu gera okkum
nakrar hugsanir um at vera
við í menningini, sum er, er
neyðugt
við
víðkaðum
samstarvi og kanska enntá
eini kommunusmanlegging
í oynni, sigur komandi
borgarstjórin í Miðvágs
Kommunu,
Napoleon
Magnussen.
Nývaldi borgarstjórin í
Miðvági hevur sum eitt av
málunum í komandi val-
skeiði at menna samstarvið
millum kommunurnar í
Vágum. Og hann er ikki av-
vísandi fyri eini møguligari
kommunusamanlegging í
økinum, sigur hann.
Hann hugsar í tí sam-
bandinum eisini longri enn
bara í Vágar. Nevnir møgu-
leikan at seta ein arbeiðs-
bólk ella líknandi at kanna,
hvørjir møguleikar kunnu
fáast saman við eitt nú
Vestmanna og Kvívík, utt-
an tó í tí sambandinum at
fara so langt sum til bein-
leiðis samanlegging. Men
samstarv má avgjørt vera
møguligt har, heldur hann.
– Vit kunnu so undir ong-
um umstøðum liggja her og
draga hvør í sína ætt, um vit
skulu vænta at fáa nakað
burtur úr hjá okkum, sigur
Napoleon Magnussen. Tað
skal ein størri eind til at
klára seg, sigur hann og
vísir til blokkarnar, ið eru at
síggja allastaðni rundan um
okkum, sum hann tekur til.
– Sundalagið er gingið
saman í ein blokk, og
Havnin breiðir seg norður
til Kollafjarðar og út á
oyggjarnar eisini. So vit
noyðast at brúka okkara
kreftir í felag, skulu vit vera
við í menningin av samfel-
agnum, sigur hann.
Napoleon
Magnussen
sigur, at hesar hugsanir eru
hansara egnu, og at tær ikki
eru viðgjørdar í bygda-
ráðnum.
Tað er nokk at taka hond-
ina í komandi fýra árini,
sigur nýggi borgarstjórin í
Miðvági.
Tað liggja óloyst mál,
sum tíðin væl er komin til
at fáa frá hondini, sigur
Napoleon Magnussen. Eitt
nú eru tað fleiri vegir, sum
liggja soleiðis hálvlidnir.
Bæði kommunalir vegir og
leivdir frá privatum út-
stykkingum.
– Vit stillaðu upp á okk-
ara lista við millum betri
umstøðum til útróðrar-
menninar sum einum høv-
uðsmáli, sigur Napoleon
Magnussen. Og tað verður
eisini eitt av aðalmálunum,
sum farast skal undir, sigur
hann.
Tað eru serliga teimum
størru bátunum, trupulleik-
ar eru av í verandi bátahyli.
Tað er ikki pláss fyri teim-
um, sigur Napoleon Magn-
ussen. Men tað er eingin
trupulleiki at gera ein
nýggjan hyl ella víðka tann
verandi, so tað málið kann
loysast
skilagott,
sigur
hann.
– Og so mugu vit fáa
gjørt tað soleiðis, at vit fáa
ein stampagoymslu eisini.
Tað kann ikki vera rætt, at
tað ikki skal bera til at
frysta ein stamp hesumegin
vantið, sigur nývaldi borg-
arstjórin í Miðvági,
Nú er tað upp til
eykaaðalfundin, sum
lýstur er, um Smyril
Line fær meira
pening, sigur
nevndarformaðurin
FÍGGJARSTØÐA
Edvard Joensen
Tað er tungt, men tað gong-
ur rætta vegin, sigur Klæm-
int Weihe, nevndarformað-
ur í Smyril Line, um ar-
beiðið við at fáa til vega
tann pening, sum fíggjar-
stovnarnir krevja av Smyril
Line.
Hetlendingar hava sett
góðar 30 milliónir krónur í
felagið, og nú er tað so upp
til eykaðalfundin hjá Smy-
ril Line at gera av, um
partaeigararnir í Føroyum
og Íslandi eisini fara at seta
einar 30 milliðónir av
nýggjum partapeningi í fel-
agið, sigur nevndarformað-
urin.
Hann sigur, at viður-
skiftini við fíggingarstovn-
arnar sum so eru komin
upp á pláss. Men enn er
einki endaligt undirskrivað,
sigur hann.
Um Norrøna fer at sigla
aðrastaðni restina av vetrin-
um, velst um, um Smyril
Line fær annað skip at
røkja rutusiglingina norð-
anfyri, til Norröna fer aftur
í summarsigling. Men tað
er nógv, sum bendir á at
Norröna fer aðrastaðni at
sigla í Vetur, sigur Klæmint
Weihe, nevndarformaður.
Nýggja bygdarráðið í
Miðvági valdi á fundi
mikukvøldið nýggjan
borgarstjóra.
Napoleon Magnussen
loysir Jóan Paula
Frederiksen av á
nýggjárinum
KOMMUNAL-
POLITIKKUR
Edvard Joensen
Miðvági: Miðvágs Komm-
una fær nýggjan borgar-
stjóra eftir nýggjár. hann
eitur Napoleon Magnussen
og loysir Jóan Paula Frede-
riksen, sum hevur sitið sum
borgarstjóri seinasta val-
skeiðið, av á nýggjárinum.
Nýggja bygdarráðið í
Miðvági hevði fund miku-
kvøldið, har borgarstjóri og
varaborgarstjóri
vórðu
valdir. Til varaborgarstóra
varð vald Malan Helga-
dóttir, sum er einasta
kvinna í komandi bygdar-
ráðnum í Miðvági. Í tí frá-
farandi vóru tær tríggjar.
Men tvær teirra stillaðu
ikki
uppaftur.
Malan
Helgadóttir situr eisini í
fráfarandi bygdarráðnum.
Tað eru tríggir listar um-
boðaðir í nýggja bygdar-
ráðnum í Miðvági, og eing-
in teirra hevur meiriluta.
Sjey bygdarráðslimir eru.
Ein listi hevur tríggjar, og
hinir báðir hava tveir limir
hvør. Tað skuldu eisini trý
umfør til, áðrenn borgar-
stjórin varð valdur. Og áðr-
enn tað kom so langt, hevði
eisini eitt lutakast verið á
vegnum. Napoleon Magn-
ussen er valdur sjálvur ann-
ars á sínum lista.
Borgarstjórin býður samstarv
Napoleon Magnussen verður borgarstjóri í Miðvágs Kommunu komandi valskeiðið. Varaborgar-
stjóri verður Malan Helgadóttir
Avgerðin liggur hjá
aðalfundinum
Nýggjur borgarstjóri
í Miðvági
Miðvágs Kommuna, sum fevnir um Miðvág og Vatnsoyrar, fær nýggjan borgarstjóra á
nýggjárinum
Mynd: Edvard Joensen