Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 10. desember 2004 7 Hjá amerikanska oljufelagnum Chev- ronTexaco eru tey sera fegin um úrslitið av seinastu boringini á leiðini millum Hetland og Føroyar. Felagið ásannar, at tess strategi við at velja Atlantsmótið út sum eitt av kjarnu- økjum tess í heimin hevur verið røtt. Umframt boringina hevur felagið eisini gjørt áhugaverdar vísindaligar kanning- ar á havbotninum og í havumhvørvinum rundan um boriholið. Hetta fyri at tryggja sær, at alt verður gjørt fyri ikki at nerva umhvørvið OLJUFUND Jan Müller Mikudagin kunngjørdi stóra oljufelagið Chevron- Texaco, at tað saman við norska Statoil, danska Dong og eysturríkska OMV hevði gjørt eitt stórt oljufund á Atlantsmótinum, ella neyvari 9 fjórðingar eystan fyri føroyska mark- ið. Í tíðindaskrivi frá Chev- ronTexaco verður sagt, at fundið varð gjørt í heyst, tá boriskipið West Navigator boraði ein 3600 metrar djúpan brunn. Rakt varð við bæði olju og gass í tveimum støðum, Rose- bank og Lochnagar. Einki verður sagt um, hvussu stórt fundið er annað enn, at tað er eitt týðandi fund. Keldur vilja tó vera við, at talan kann vera um hálva milliard tunnur av olju, og tað merkir, at hetta verður eitt tað størsta fundið, sum er gjørt á bretskum øki í mong ár. Hjá ChevronTexaco eru tey væl nøgd við nýggja fundið, sum eftir øllum at døma hevur fingið felagið at ásanna, at teirra strategi við at velja Atlantsmótið út sum eitt av sínum kjarnu- økjum í heiminum, hevur verið røtt. Nógvir pengar eru brúktir her, og nú vísir tað seg, at hetta hevur verið ein røtt satsing. George Kirkland, forseti fyri Chev- ronTexaco Overseas Petro- leum sigur, at fundið er grundarlag fyri framhald- andi vøkstri í økinum og skundar undir kanningar og leiting á Atlantsmótinum sum eitt økið við »high- impact opportunities around the world.« Gary Luquette, forseti og stjóri fyri »ChevronTexaco Up- stream Europe« sigur, at tey eru sera fegin um úrslit- ið av boringini, sum gevur teimum nýggjar vónir. Hetta er eitt framúr høvi og ger, at felagið fer at halda fram við sínum virksemi í økinum og gera íløgur her. Hann vísir eisini á, at fel- agið í boringini á so djúp- um vatni í einum heilt nýggjum umhvørvi ger alt fyri at tryggja sær, at alt fer fram, sum tað eigur, tá hugsað verður um árinið á umhvørvið. Í hesum sam- bandi hevur felagið útvegað sær týðandi vitan um lívið á havbotninum rundan um boriholið. Ein frágreiðing fer at verða almannakunn- gjørd um júst henda partin av arbeiðinum, sum hevur til endamáls betur at skilja vistfrøðina í tí lítið kenda djúphavsumhvørvinum. Til endmálið hevur felagið brúkt ein ómannaðan og sera væl útgjørdan kavbát, sum kann taka myndir og gera vísindaligar kanningar heilt niður á stór dýpi. Í hesum føri var talan um eitt dýpi uppá 1100 metrar. Seinasta fundið hevur fingið danska olju- felagið Dong at stað- festa, at økið millum Føroyar og Hetland er eitt av teimum mest týðandi leitiøkjunum í Europa OLJUFUND Jan Müller Danska oljufelagið DONG, sum gerst alt meira virkið á Atlantsmótinum, eigur 10% av fundinum, sum er gjørt við føroyska markið. ChevronTexaco eigur 40%, Statoil 30% og OMV 20%. Søren Gath Hansen, stjóri fyri oljuleiting hjá felagn- um sigur, at hetta fundið er við til at styrkja olju- og gassvirksemið hjá felagn- um í einum øki, sum helst verður eitt av teimum týdn- ingarmestu fyri framleiðslu av olju og gassi í Europa. Eisini leitistjórin Jan Terje Edvardsen, sum sten- dur fyri tí praktiska arbeið- inum á Atlantsmótinum, er sera fegin um nýggja olju- fundið: – Hetta er eitt úrslit av eini miðvísari leitistra- tegi í økinum, og skulu nú fleiri brunnar borast fyri at meta um kelduna. Hetta fundið skundar eisini undir víðari leiting í økinum mill- um Føroyar og Hetland, har vit síggja góðar møguleikar fyri fleiri nýggjum olju og gassfundum. Dong upplýsir, at feløg- ini í brunninum longu áðr- enn fundið varð gjørt, tryggjaðu sær týðandi teig- ar rundan um Rosebank/- Lochnagar økið. Haraftrat er felagið við í føroysku út- bjóðingini. Dong hevur annars víkðað sítt virksemi á norskum øki. Herfyri keypti felagið lutin hjá BP í gasskelduni Ormen Lange og nú um dagarnar fekk tað tillutað fýra nýggj leitiloyvi á norska landgrunninum. – Tað er gleðiligt fyri oljuleiting í heila tikið og fyri Føroyar, at tað vísir seg at vera hald í teimum tíðindunum, sum vit hava hoyrt sigur Sigurð í Jákups- stovu, stjóri á føroysku Oljufyrisitingini í eini viðmerking til tíðind- ini um, at tað nú verð- ur staðfest, at eitt stórt oljufund er gjørt skamt frá markinum. Hann leggur tó aftrat, at hetta broytir so einki uppá 2. útbjóð- ing. Tær umsóknirnar eru longu komnar og verða viðgjørdar í løt- uni. Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar. Arbeitt verður ann- ars við umsókunum til 2. útbjóðing. Fleiri av feløgunum hava verið á fundi saman við fólkunum á Oljufyri- sitingini, og hetta ar- beiðið heldur fram komandi vikurnar eis- ini. Ætlanin er at lata loyvini í januar mán- að. Ógreitt er enn nær, men Sosialurin hevur áður frætt, at talan verður um tann 18. januar ella har um leið. Sigurd í Jákupsstovu: Gleðiligt fyri Føroyar ChevronTexaco: Nýtt oljufund gevur nýggjar vónir Rosemary Johnson stendur á odda fyri leitingini á Atlantsmótinum og hon vitjaði á oljuráðstevnu her í mai. Tá segði hon við Sosialin, at boringin í Rosebank/Lochnagar økinum fór at hava avgerandi týdning eisini fyri teirra luttøku í føroysku útbjóðingini. Positiva úrslitið hevur so gjørt, at felagið saman við hinum trimum feløgunum hava søkt um teigar hinumegin markið eisini DONG sær stórar møguleikar Søren Gath Hansen, stjóri í Dong: – Fundið gevur okkum størri vónir um alt økið Kortið vísir kjarnuøkini hjá Dong og staðið har stórt oljufund er gjørt við føroyska markið Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisiting- ini