fríggjadagur 10. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 237 - 10. desember 2004
Smáttfallandi hýsa til portiónir
– Tað hevur gingið
hampiliga væl at fing-
ið fatur á hýsu til
framleiðsluna av
portiónum, men fisk-
urin er yvirhøvur
smáttfallandi, sigur
Jason Johannesen,
virkisleiðari í Miðvági
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er serliga hýsa, sum í
stórum nøgdum er farin
óvirkað
av
landinum
seinastu árini. Torført hevur
verið at kappast við enska
marknaðin, men kortini eru
tað nøkur virki í Føroyum,
sum virka hýsu til eitt nú
portiónir.
Eitt av virkjunum, sum
meira at kalla burtur av
virkar hýsu til portiónir, er
virkið hjá Fiskavirking í
Miðvági.
Av virkjunum hjá Føroya
Fiskavirking, telist virkið á
Tvøroyri eisini millum tey,
sum gera nakað burtur úr
hýsuni, men har arbeiða tey
eisini onnur fiskasløg.
Støðugt arbeiði
Jason Johannesen, virkis-
leiðari í Miðvági, sigur, at
arbeiðið á virkinum hevur
verið rættiliga støðugt í
longri tíð.
– Vit hava sum heild
fingið nóg mikið av hýsu til
framleiðsluna, sum serliga
verður seld til Onglands og
Fraklands. Lítið og einki
fer til USA.
Hann sigur, at tá ið minni
hevur verið at fingið av
hýsu, og nógvur upsi ann-
ars hevur verið á marknað-
inum, hava tey arbeitt nak-
að av upsa.
– Men tað er langt ímill-
um, at vit gera tað, sigur
hann.
Á virkinum hjá Føroya
Fiskavirking í Miðvági
arbeiða eini 70 fólk.
– Vit keypa meginpartin
av rávøruni á uppboðssølu,
men ein partur verður
keyptur beinleiðis frá skip-
unum.
Jason sigur, at uppi í veið-
ini hjá línuskipunum eru
ofta onnur fiskasløg eisini,
og tí er tað mangan lættari at
keypa fiskin á uppboðssølu
– ella frá øðrum virkjum,
sum ikki arbeiða hýsu.
Smáttfallandi
Virkisleiðarin
sigur,
at
hýsan sum heild er smátt-
fallandi.
– Tað er eingin stór hýsa
at fáa. Meginparturin av tí,
vit arbeiða, liggur um 890-
900 gramm, og tá er hetta
tað, ið rópt verður hýsa 3,
sum annars liggur millum
500 og 1000 gramm.
Jason sigur, at rættiliga
lítið er av hýsu 2, sum ligg-
ur millum 1 og 2 kilo og
uppaftur minni av hýsu 1,
sum er uppaftur størri.
– Liggur hýsan ein ar-
beiðsdag um 1 kilo, siga
vit, at hon er góð, leggur
hann aftrat.
Hann sigur, at hóast
fiskurin er smáur, er hann
rímiliga góður.
– Eg haldi, at hýsan er,
sum hon plagar at verða til
fiti hesa tíðina av árinum,
sigur Jason.
Vánaligt veður
Hvussu komandi dagarnir
fara at roynast, sigur Jason
seg illa at duga at meta um.
– Veðrið er rættiliga
óstøðugt, bæði her hjá
okkum og í Norðsjónum. Tí
kann hugsast, at útlendski
marknaðurin verður góður
undan jólahøgtíðini.
Tey vóru annars liðug við
fiskin, sum virkið hevði
inni, á middegi í gjár.
Síðan var turt gólv.
– Men tað kann verða so
skjótt, at vit fáa fisk aftur –
og okkurt er á marknaðin-
um í dag, sigur Jason Jo-
hannesen at enda.
Seinastu tíðina hevur
nógv fiskaarbeiði
verið á virkjunum hjá
Sandoy Seafood í
Skopun og á Sandi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Trolararnir fáa framvegis
nógvan upsa, meðan minni
kemur
burtur
úr
hjá
teimum, sum reka útróður.
Seinastu
dagarnar
er
nógvur fiskur komin upp á
land í Sandoynni.
Seinasta
fríggjadag
landaðu
partrolararnir,
Nornagestur og Kolumbus,
góð 200.000 pund á Sandi,
og longu í dag koma skipini
inn aftur at landa.
Tá ið vit frættu av
Sandoy Seafood í gjár, var
ikki greitt, hvussu nógv teir
hava inni hendan túrin.
Í gjár landaði Eystur-
búgvin á Sandi. Teir høvdu
eini 220.000 pund, so skip-
ið var næstan fult undir
lúkurnar.
Meginparturin av veiðini
hjá trolarunum er upsi.
Aftrat skipunum, sum
hava lagt veiðina upp á
Sandi seinastu vikuna, hev-
ur Sandoy Seafood eisini
keypt væl av upsa frá eitt
nú P/F Beta í Saltangará.
Á virkjunum hjá Sandoy
Seafood arbeiða tilsamans
stívliga 100 fólk. Eini 60 í
Skopun og eini 40 á Sandi
við landarunum.
Tann nógvi upsin verður
skorin til flak í Skopun,
men nakað verður eisini
saltað á Sandi.
Lítil útróður
Á Sandi siga tey, at lítil
útróður hevur verið higartil
í heyst. Tað hevur viðrað
illa, og lítil fiskur hevur
verið at fingið.
Sagt verður, at onkur
bátur er við línu, tá ið viðr-
ar, men veiðan fer sjáldan
yvir 100 pund á stampin.
Agnið er dýrt, og tí er
útróðurin, sum eisini av
veðri er lítið støðugur í
løtuni, ikki serliga lønandi
við tí veiði sum er.
Á Sandi siga tey, at slagið,
sum bátarnir fáa, er ein
blandingur av hýsu og toski.
Nógvur fiskur upp á land í Sandoynni
Upsin er eisini álitið hjá
Sandoy Seafood. Fleiri
landingar hava verið
seinastu vikuna, og haraftrat
hevur felagið keypt fisk frá
eitt nú P/F Beta í Saltangará
Á Fiskavirking í Miðvági
verður hýsa virkað til
portiónir, sum seldar verða
til Onglands og Fraklands.
Lítið og einki fer til USA
– Hýsan er smáttfallandi,
men hon er rímiliga góð til
fiti, sigur virkisleiðarin, Jason
Johannesen