fríggjadagur 10. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 10. desember 2004
9
Tað er bæði tí, at tað
er kostnaðarmikið at
flagga út, men ikki
minst fyri at vísa virð-
ing og takksemi fyri
tann stuðul í Føroyar
og føroyingar hava
verið í skipatænastuni
hjá OM, sigur Mark
Dimond, "Direktor of
Marine Operations"
hjá OM Ships Inter-
national
BÓKASKIP
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Sum flest øllum føroyingum
kunnugt varð "Norröna 1"
keypt av kristna trúboðanar-
og hjálparfelagsskapinum
"OM Ships International"
fyrr í ár. Skipið, ið nú eitur
"Logos Hope", liggur í
Keypmannahavn, har tað
hevur ligið, síðani tað var
keypt.
Nógv fólk hevur verið
umborð og hjálpt til við at
gera skipið klárt til at fara í
dokk. Í meðal hava verið
umleið 40 fólk umborð
síðstu tíðina. Fleiri føroy-
ingar hava eisini hjálpt til
umborð, bæði heiman av
klettunum og útisetar búsit-
andi í Danmark.
Eitt ferðalið av føroysk-
um maskinmeistarum var
umborð í august og yvir-
hálaðu ein ljósmotor. Hetta
kom sera væl við, ikki
minst tí at fleiri í ferðalagn-
um hava siglt við skipinum
í fleiri ár og kenna tí mask-
inrúmið bæði út og inn,
sigur Karl Robert Vang,
umboðsmaður fyri OM í
Føroyum
Í turrdokk
Nógv skal gerast við skip-
ið, áðrenn tað verður tikið í
nýtslu. Á dupulta bildekk-
inum verður eitt nýtt dekk
gjørt, ið býtur bildekkið
upp í tvey. Bókssøla o.a.
verður á ovara bildekkin-
um og lastarúm til bøkur og
annað á tí niðara. Aftasti
parturin av báðum bildekk-
unum verður - í fullari
hædd - gjørdur til ein sal
við umleið 500 sitiplássum.
Eisini skulu mest sum allar
kahaúttirnar,
gallan
og
mangt annað setast í stand
ella broytast.
Tekningarnar eru lidnar
og eru sendar til nakrar
skipasmiður fyri at fáa
tilboð uppá arbeiðið. Fleiri
skipasmiðjur
hava
víst
áhuga, og eru tær mest
áhugaverdu
í
Pólandi,
Týsklandi, Hálandi, Ong-
landi og ein í Montenegro.
Væntandi verður siglt úr
Keypmannahavn, við kós
móti eini turrdokk, um
miðan januar, 2005, sigur
Karl Robert Vang.
Heldur fram undir før-
oyskum flaggi
Tá "OM Ships Internati-
onal" keypti Norrönu 1 frá
Smiril Line, varð avgjørt í
fyrstu syftu at hava skipið
verðandi undir føroyskum
flaggi.
Men áhugin fyri at halda
á undir verandi skipan hev-
ur alla tíðina verið til stað-
ar, tó at onkrar forðingar
hava verið á vegnum.
Mark Dimond, ið sein-
astu nógvu árini hevur
starvast sum "Direktor of
Marine Operations" hjá
reiðarínum, var á vitjan í
Føroyum frá 13. til 17 nov-
ember.
Hann kom higar í sam-
band við ein fund við
Skipaeftirlitið.
Eftir fundin segði hann
seg vera væl nøgdan við úr-
slitið, og helt hann, at nú sá
ikki út til at nøkur forðing
var fyri at Logos Hope
kundi verða verandi í før-
oyska flotanum.
Spurdur hví teir ynskja at
sigla
undir
føroyskum
flaggið, svaraði Mark Dim-
ond greitt: "Tað er bæði tí, at
tað er kostnaðarmikið at
flagga út, men ikki minst
fyri at vísa virðing og takk-
semi fyri tann stuðul í Før-
oyar og føroyingar hava
verði í skipatænastuni hjá
OM."
Føroysk manning á
fyrsta túrinum
Reiðaríðið
hevur
biðið
Árna Jensen úr Havn
mynstra sum skipara á túr-
inum til skipasmiðjuna. Yv-
irstýrimaðurin á hesum túr-
inum
verður
væntandi
eisini úr Føroyum.
Ein av maskinstjórunum
á nýggju Norrönu, Poul
Nolsøe Laksafoss, er eisini
biðin um at mynstra á hes-
um túrinum.
Poul Nolsøe hevur verið
við til at mannað maskin-
rúmið á Norrönu tey sein-
astu 20 árini, meginpartin
av tíðini sum maskinstjóri.
Fleiri av manningini vera
sjálvsagt eisini úr øðrum
londum, men um onkur
stýrimaður ella maskin-
maður hevur áhuga í at
hjálpa til á hesum túrinum,
so ber til at seta seg í sam-
band við OM í Føroyum.
Tað er avgjørt ikki verri,
um viðkomandi er royndur
frá tíðini, tá Smyril Line
átti skipið, sigur Karl Ro-
bert Vang.
Tørvur á hjálparfólki
Í løtuni er serliga tørvur á
onkrum at matgerða til tey
ið starvast umborð - fram
til umleið miðan januar -
meðan skipið enn liggur í
Danmark. Um onkur kann
matgerða í eitt stytri tíðar-
skeið, er tað eisini ein opin
møguleiki.
Onnur hjálp er eisini
kærkomin umborð, men
verður ikki tikið ímóti fleiri
hjálparfólkum í ár eftir 18.
desember. Tá verður skipið
gjørt endaliga klárt til at
sigla.
Sum áður nevnt verður tá
tørvur á manning til túrin.
Eftir at skipið er liðugt á
skipasmiðju, verður tað
lagt upp, antin í Hálandi,
Týsklandi ella Onglandi.
Tá verður av álvara tørvur á
hjálparfólki.
Hvør kann hjálpa til
Tørvur verður á so gott sum
øllum sløgum av handverk-
arum og arbeiðsfólki.
Fyri bert at nevna nakrar
av teimum viðkomandi út-
búgvingunum:
Maskin-
menn, elektrikarar, timbur-
menn, snikkarar, rørleggj-
arar, sveisarar, múrarar,
kokkar, gólválggjarar, mál-
arar og dekkarar.
Um tín útbúgving ella
tínar starvsroyndir ikki eru
ein av teimum omanfyri
nevndu, mást tú ikki missa
mótið, tí mest sannlíkt er
eisini tørvur á tí, sum tú
megnar til arbeiðið, ið ligg-
ur fyri framman, sigur Karl
Robert Vang.
Kostnaðarmikið at
reka skip
Ikki føroyingum at siga
kostar tað nógv at eiga og
reka skip. Vit spurdu,
hvussu alt hetta hongur
saman, tá "OM Ships Inter-
national", sum so ikki er ein
vinnurekandi felagskapur.
Karl Robert Vang greiddi
frá, at meginparturin, fyri
ikki at siga alt, er fíggjað
við gávum. Tað, sum
verður forvunnið við søluni
av bókum, dekkar einans
umleið 20 prosent av saml-
aða rakstrarkostnaðinum.
Eingin av teimum sum
sigla við fáa løn, men
gjalda hinvegin nakað fyri
uppihald umborð.
Men meginparturin verð-
ur sum sagt fíggjaður við
gávum, størri sum smærri,
frá bæði privatur og fyri-
tøkum.
Spurdur um hvussu nógv
tey, ið ynskja at hjálpa til
við at gera skipið klárt til
sigling, skulu gjalda, sigur
Karl Robert, at tey, ið koma
at hjálpa til við tí arbeiðin-
um, verða bert biðin um
sjálvi at gjalda fyri ferðina
til og frá skipinum. Síðani
syrgja vit fyri, at ein song
er tøk, og at eingin gongur
svangur.
Tey ið umboða OM í Før-
oyum eru: Sunniva Østerø,
Klaksvík, Filip Eliasen,
Tórshavn, og Jeany og Karl
R. Vang, Tórshavn. Ynskir
onkur at hjálpa til við Log-
os Hope, kunnu tey seta seg
í samband við omanfyri
nevndu, eisini um fólk hava
spurningar. Meira fæst at
vita um OM og um skipini
hjá OM Ship´s Internation-
al
á
heimasíðuni
www.fo.om.org, har eru
eisini leinkjur til ensku
heimasíðurnar hjá hvørjum
skipi sær.
Logos Hope, Tórshavn:
Gamla Norröna verandi undir
føroyskum flaggi
Logos Hope Tórshavn verður
málað á gomlu Norrönu
Mark Dimond "Directeor of
Marine Operations" saman
við umboðsmanninum fyri
Logos Hope í Føroyum, Karl
Robert Vang. Mark Dimond
kom higar í samband við ein
fund við Skipaeftirlitið