Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 237 - 10. desember 2004 Í dag er altjóða mannarættindadagur, og felagsskapur- in Amnesty International heitir henda dag á fólk um at tendra ljós í vindeygunum fyri at vísa sín samhuga við samvitskufangum, sum sita víða hvar handan rim- arnar. Talan er um fólk, sum sita í fongsli - oftast uttan rættarmál - tí tey hava ein annan húðalit, annað kyn, aðra trúgv ella hava eina aðra politiska sannføring enn valdsharrarnir. Tað eru óivað mong, sum seta spurnartekin við, hví vit skulu vísa samhuga fyri samvitskufangum her á klett- unum úti í Atlantshavi. Lond, sum seta fólk í fongsul tí tey ikki hava røttu trúnna ella røttu politisku áskoðan- ina, eru so fjart frá okkum, og valdsharrarnir gáa ikki um, um nakrir føroyingar gera vart við órættvísi í hes- um ella hasum landinum. Soleiðis hugsa óivað mong. Men soleiðis mugu vit ikki hugsa. Vit eru partur í al- tjóða samfelagnum og tað er týdningarmikið, at vit eis- ini eru við og stuðla arbeiðnum fyri mannarættindum, eins og tað hevði týdning, at vit eisini gjørdu vart við okkum í friðarrørsluni í áttatiárunum fyri at mótmæla tí vitleysu krígsdubbingini sum tá fór fram bæði eystan- og vestanfyri. At vit gera vart við okkum og eru uppi í stríðnum fyri mannarættindum hevur eisini týdning fyri okkara ungu ættarlið, og vit mugu ikki gloyma at kunna og upplýsa um hesi viðurskifti, so tey ungu eisini verða tilvitandi um henda og aðrar líknandi spurningar, tí rættvísi og fólkaræði kemur ikki av sær sjálvum. Eisini hesum rættindum skulu vit stríðast fyri og støðugt vera á varð- haldi fyri at verja. Føroyska deildin í Amnesty International hevur flestu árini síðani hon varð stovnað einaferð í sekstiárunum verið virkin. Nógv fólk hava gjørt eitt ómetaliga stórt og ósjálvsøki arbeiði í felagnum fyri samvitskufangar í eini roynd at fáa hesar leysar. At hetta arbeiðið hevur týdning fingu vit at vita fyri stuttum, tá skyldkona hjá samvitskufanga vitjaði her fyri at takka fyri stuðulin úr Føroyum. Nú altjóða mannarættindadagur er, heitir Amnesty In- ternational Føroya deild á fólk um at senda eina heilsan - eitt kort ella eitt bræv - til nøkur av hesum fólkunum, sum verða forfylgd ella sum skulu verða í fongsli um høgtíðina, sum stendur fyri durum. Amnesty Internati- onal vísir á, at heilsurnar bera vón og eggjan í eini svárari tið. Men heilsurnar siga eisini myndugleikunum, at altjóða samfelagið hevur eyguni eftir teimum. Tað kann gagna málunum hjá fangunum og verja teir og familjur teirra móti fleiri álopum. Vit lata áheitanina hjá Amnesty um at stuðla fara víðari og heita á fólk um at sýna samhuga og tendra ljós í vindeygunum í kvøld fyri teimum, sum av órøttum sita í fongsli orsakað av teirra kyni, húðaliti, trúgv ella politisku sannføring. DAGSINS MEINING Sosialurin Tendrið eitt ljós! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jólaaftan í KFUK Aftur í ár halda tey jólaaftan í KFUK í Havn JÓL Tíðindaskriv Tað eru ikki øll, sum hava møguleika at vera saman við sínum kæru á jólum, og tað kunnu vera so nógvar ymiskar orsøkir til tað. Og í staðin fyri at sita einsa- mallur er gott at hava onkran at vera saman við jólaaftan. Í KFUK í Havn hevur jólaaftan verið hildin á hvørjum ári síðani 1993, og tað verður tað eisini í ár. Aftur í ár verða tað Sonja Klein og Holger Arnbjerg, sum saman við Jørgen Dahl fara at skipa fyri hesum tiltaki, ið plagar at vera sera hugnaligt. Jólaaftan í KFUK verður hildin á sama hátt sum hjá teimum flestu. Fólkini møta klokkan 19.00 til búgvið borð. Tey fáa jóladøgurða við dunnu og øllum tí, sum plagar at hoyra til. Oman á er rís a la mande við mandulgávu. Jólaevangeli- ið verður lisið, og jóla- sálmar sungnir. Sjálvandi verður jólatræ at dansa um, og øll fáa persónligar jóla- gávur. Umleið 25 fólk plaga at halda jól saman í KFUK. Er tað onkur, sum kundi hugsa sær at sloppið við bili til jólaaftanshaldið, skulu tey boða frá. Syrgt verður eisini fyri, at øll koma trygt heim aftur. Fyri at hava nóg mikið av mati og gávur til øll er neyðugt at tekna seg til jólaaftanshaldið. Freistin at tekna seg er 21. desember, og tað ber til at tekna seg í KFUK tlf. 311928 ella hjá Sonju og Holger tlf. 310177. Magni Christiansen og fleiri fara at lut- taka á cafekvøldi í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági fríggjkvøldið 10.des., tá tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin Jákup Suni Lauritsen Ungdómsfelagið Libanon í Sørvági er eitt sera virkið felag. Hvørt fríggjakvøld verður skipa fyri tiltøkum fyri ungdómin í Vágum. Komandi fríggjadag verður skipa fyri einum serligum tiltaki fyri vágafólki og gestum av fastlandinum. Magni signerar nýggja fløgu Magni Christiasen sum er kendur um alt landið, fer við sínum góða country sangi at syngja og signera nýggju fløgu sína. Eisini verður høvi at keypa fløgur og bøkur. Dansur og drama Tað hevur verið alt meira vanligt, at síggja tey ungu framføra ymiskar dansir og drama á møtitiltøkum í Føroyum seinastu árini. Tey ungu børnini vísa eitt serligt dirvi og hegni við at framføra smáar søgur og leikir við andaligum inni- haldi. Tey lata boðskapin tala gjøgnum rørslur og teirra vakra kropsmál. Tiltakið byjar kl.19.00 og høvi, verður at støkka inn á gólvið, alt kvøldi tá ein hevur tíð og møguleiga. Góðar umstøður Umstøðurnar at skipa fyri tílíkum tiltøkum er góðar í Missiónshúsinum í Sørvági, sigur Tórgunn Hjørleifs- dóttur ungdómsleiðari. Tá nú partafelagið Vága- tunnilin hevur gjørt av, at lata bilarnar koyra ókeypis um Vestmannasund hetta kvøldið, er gott høvi at skipa fyri hesum tiltakin- um. So kunnu gestir eisini koma til Sørvágs til eina hugna løtu. Einki cafe kvøld uttan kaffi og okkurt til ábits. Aftur hesaferð fara kvinn- urnar at dekka borð við ný- bakaðum vaflum og drekka. Ókeypis vestur til Sørvágs til ókeypis cafekvøld