fríggjadagur 10. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 10. desember 2004
11
Børn á
Tvøroyri
vísa síni
listarligu
evni
FRAMSÝNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í morgin verður skipað
fyri óvanligum tiltaki í
listaskálanum Oynni á
Tvøroyri.
Tað
eru
børn
í
barnagarðinum, Mýri-
fípuni, á Tvøroyri, sum
fara at sýna fram. Tal-
an er um børn í aldrin-
um 3-6 ár, sum fara at
sýna fram ymiskt, tey
hava gjørt.
Tiltakið verður leyg-
ardagin frá klokkan
15-18.
Palle Julsgart, sum
hevur Oynna, sigur, at
børnini fara at hava
foreldrini við.
Endamálið við hes-
um er bæði at fáa
børnini við á eina
framsýning.
Men
endamálið er eisini at
venja børnini, og for-
eldur teirra, at ganga á
listaframsýningar.
Summi halda kanska
at
listaframsýningar
eru bara fyri tey fínu,
men hetta er ein mýta,
sum Palle Julsgart vil
hava avlívaða, tí lista-
framsýningar eru fyri
øll og øll kunnu hava
gleði at fara á eina
listaframsýning.
Í morgin fer hann at
bjóða børnunum okk-
urt og tey vaksnu fáa
høvi at keypa sær ein
kaffimunn og okkurt
afturvið.
Umframt
børnini
fara eisini Palle Juls-
gart sjálvur og Poul
Skarðenni
at
sýna
fram.
Tvær kommunur í
Suðuroy hava boðað
landsstýrinum frá, at
tær taka undir við
ætlanini um at flyta
ætlaða miðnáms-
skúlan í Vági til Hovs.
Men eisini aðrar
kommunur taka und-
ir við tí
MIÐNÁMSSKÚLI OG
RØKTARHEIM
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin hjá landsstýrinum
um at flyta miðnámsskúlan
í Vági til Hovs og at byggja
hann saman við heilsuskúl-
anum- og at byggja røktar-
heim í Vági afturfyri, fær
undirtøku í Suðuroy.
Í hvussu so er hava tvær
kommunur formliga boðað
landsstýrinum frá, at tær
heilt ella partvís taka undir
við ætlanini.
Landsstýrið skrivaði her-
fyri øllum kommununum
bræv, har tað greiddi frá
ætlanini.
Og ætlanin er at byggja
bæði miðnámsskúla og
heilsuskúla í Hovi ístaðin
fyri í Vági og á Tvøroyri.
Samstundis er ætlanin at
byggja røktareim í Vági á
stykkinum, sum er grivið út
til skúlan.
Taka undir við
ætlanini
Bæði bygdaráðið í Hvalba
og í Porkeri, hava nú skriv-
að landsstýrinum bræv, har
tey boðað frá, at tey taka
undir við ætlini.
Tó skal sigast, at Hval-
bingar nevna ikki røktar-
heimi í sínum svari til
landsstýrið.
– Bygdaráðið í Hvalba
hevur ikki sagt nakað um
røktarheim, men vit hava
boðað landsstýrinum frá, at
vit taka undir við, at mið-
námsskúlin verður bygdur í
Hovi ístaðin fyri í Vági,
sigur Levi Niclasen, borg-
arstjóri í Hvalba.
Hann sigur, at bygda-
ráðið í Hvalba heldur, at tað
er rættast at ein slíkur skúli
liggur so mitt í oynni sum
gjørligt.
Somu støðu hevur Por-
keris Bygdaráð.
À fundi herfyri samtykti
eisini bygdarráðið í Porkeri
at taka undir við megin-
regluni í ætlanini.
Men í svari sínum til
landsstýrið gera porkenn-
ingar samstundis vart við,
at teir vilja hava meiri at
vita um ætlanina, áðrenn
bygdaráðið
blástemplar
hana endaliga. Teir halda
ikki, at tað ber til at taka
endaliga undir við ætlanini,
fyrrenn tað verður greitt,
hvørjari tíðarætlan, lands-
stýrið arbeiðir eftir og
hvørjar treytir landsstýrið
fer at seta kommununum í
suðuroynni í sambandi við
røktarheimið.
Kommunurnar skulu be-
tala 50% av einum røktar-
heimi og landsstýrið hevur
boðað frá, at tað er sinnað
at gera afturgjaldstíðina hjá
kommununum so mikið
lagaliga, at tað ber til hjá
teimum at vera við.
Og tað er alt hetta, sum
porkenningar vilja hava
greiði á, áðrenn teir taka
endaliga støðu.
Annars hevur bygdaráðið
í Hovi eisini samtykt at taka
undir við ætlanini, men tað
hevur ikki boðað lands-
stýrið frá síni støðu.
Emma Petersen, borgar-
stjóri, sigur, at eitt tað
fyrsta, sum nýggja bygda-
ráðið í Hovi fer at taka
støðu til, tá ið tað tekur við
á nýggjárinum, verður at
svara brævinum frá lands-
stýrinum.
Men tað er lítið vænt-
andi, at nývalda bygdaráðið
fer at hava eina øðrvísi
støðu enn hetta bygdaráðið
hevur, tí tað er bara ein
nýggjur bygdaráðslimur í
nýggja bygdaráðnum.
Hinvegin hevur býráðið í
Vági avgjørt víst ætlanini
aftur.
Nýggja býráðssamgong-
an í Vági hevur boðað frá,
at tað stendur við avgerð-
ina, men at bólutirn liggur
hjá
landsstýrinum.
Og
kemur landsstýrið við ein-
um heilt ítøkiligum upp-
skoti, fer býráðið at viðgera
tað.
Taka undir við at miðnámsskúlin
í Vági verður fluttur til Hovs
»Her í Kardamummu
gongur alt sum best
ber til - her er gott og
hugnaligt ... «
SJÓNLEIKUR
Fólk og dólgar í Karda-
mummubýnum hevur ging-
ið fyri fullum húsum í
Sjónleikarhúsinum síðani
seinast í oktober, og trupult
hevur verið hjá onkrum at
fáa atgongumerki. Havnar
Sjónleikarfelag skipar tí
fyri fleiri sýningum, og
verða hesar millum jól og
nýggjár og í januar.
Fyri at tryggja, at fólk
uttan fyri Havnina eisini
hava møguleika at keypa
atgongumerki, hevur Havn-
ar Sjónleikarfelag avgjørt
at selja ein part av at-
gongumerkjunum á Kunn-
ingarstovunum uttan fyri
Havnina.
Atgongumerki
kunnu
fáast á Kunningarstovunum
í Vági, á Tvøroyri, á Sandi,
í Skopun, í Vágum, í Runa-
vík, í Fuglafirði og í Klaks-
vík, umframt at atgongu-
merki verða at fáa á Kunn-
ingarstovuni í Havn.
Atgongumerkini
kosta
100
krónur.
Atgongu-
merkjasølan byrjar fríggja-
morgunin 10. desember.
Minst tríggjar kommunur í Suðuroy taka undir við at miðnámsskúlin, sum ætlanin var at byggja í Vági, verður bygdur í Hovi
ístaðin.
Fleiri sýningar av Kardamummubýnum