fríggjadagur 10. desember 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 237 - 10. desember 2004
TINGHELLUDEBATTIN
Magnus Gaard
lívfrøðingur
Á veg heim úr Svøríki
Eg var á veg heim frá einari
ráðstevnu í Svøríki, sum
var um reyðlistar av hóttum
djóra- og plantusløgum, tá
ið eg sá, at næstan øll fólk-
ini í flúgvaranum sótu og
lósu í einhvørjari grein í
tinghelluni í Sosialinum
um Darwin, menningarlæru
og skapanarlæru. Hetta
vakti mítt stóra forvitni, tí
tað er ikki dagligur kostur í
Føroyum, at síggja greinar
um tílík evni í Føroysku
bløðunum. Onki tíðinda-
blað lá beint har sum eg sat,
so eg var tíverri noyddur at
sita ótolin og bíða eftir
Sosialinum tað mesta av
túrinum til Føroya. Heim-
afturkomin síggi eg mín
sann, at Sosialurin týsdagin
hevur enn eina tinghellu
um hesi somu evni. Nakrar
dagar seinni skrivar stu-
dentaskúlalærarin Pól Jesp-
ersen eitt aftursvar. Hann
endar sína ógvuliga skila-
góðu grein við at heita á
lívfrøðingar, um at gera
vart við sína hugsan um
hesa skriving.
Eg eri sjálvur lívfrøð-
ingur, og eg eri sjálvandi
sera upptikin av tí vís-inda-
ástøðiliga grundarlagi, ið
mítt fak byggir á. Ein vís-
indamaður, sum ikki er til-
vitaður um hvørjar fyri-
treytir hansara egna arbeiði,
ið sum oftast er undirvísing
ella gransking, byggir á, er
ikki nakar góður vísinda-
maður.
Greinarnar í Sosialinum
eru allar samlar uttan íhald
ein roynd at vísa á øll tey
umráðini av náttúruni, har
sum náttúruvísindin, sum
nú er, ikki hevur nakað gott
svar, og so at seta Várharra
inn í staðin fyri. Eg eri ikki
førur fyri at gera meg til
dómara yvir, hvørt tað er
rætt, at hesir spurningar eru
spurningar, ið náttúruvís-
indin ikki hevur nakað gott
svar uppá. Men eg kann við
vissu siga, at hetta eru alt
av mest spennandi gransk-
ingarspurningum nú á døg-
um. Eg kann eisini siga við
vissu, at um vísindin hvørja
ferð hon ikki hevði eina
frágreiðing uppá eitthvørt,
setti Várharra inn ístaðin
fyri, so hevði vísindin verið
steðgað upp fyri nógvum
árum síðan. Nei! ófrávíki-
ligir sannleikar hoyra ikki
náttúruvísindini til, og hava
ongantíð havt áhuga fyri
náttúrvísindafólk í teirra
náttúruvísindaliga
yrki.
Fyri so vítt má eg eisini
siga, at eg eri rættiliga líka-
glaður við, um smálutirnir í
tykkara greinum eru rættir
ella skeivir. Greinarnar eru,
allar sum ein, ein vitnis-
burður um eitt sera álvars-
ligt brot við vesturlendska
vísindasiðvenju, og eisini
okkara kristiliga siðaarv.
Tað er ósatt at náttúru-
vísindin framleiðir ófrá-
víkiligar sannleikar!
Náttúrvísind framleiðir
empiriska vitan og ikki
treytaleysar
sannleikar.
Náttúruvísindin hevur ong-
antíð verið áhuga í treyta-
leysum sannleikum. Í veru-
leikanum er tað í tí tíðini, tá
ið ófrávíkiligir, religiøsir
sannleikar vórða tiknir úr
náttúruni, at náttúruvísind-
in fekk gróðrarbotn í
Evropa. Í katólskari miðøld
vóru
allir
ófrávíkiligir
sannleikar um bæði tilver-
una og náttúruna tryggjaðir
av katólsku kirkjuni. Kass-
in varð afturlatin, har varð
ongin orsøk til at granska í
nøkrum sum helst, av tí at
pávin hevði samband við
Várharra sjálvan, og kundi
til eina og hvørja tíð áseta
veruleikan fyri fólkið, so-
leiðis sum hann nú einaferð
hevði samrátt við Várharra
um, at veruleikin var. Her
var onki rúm fyri atfinning-
um og forvitni. Sannleikin
var givin frammanundan.
Sjálvt um tað ikki eru allir
humanistar, sum vilja geva
mær rætt í hesum, so eri eg
púra vísur í, at trúbótin í
fimtanhundraðtalinum og
náttúruvísindaliga menn-
ingin líka síðan eru neyvt
knýtt at hvør øðrum. Tá re-
formatorurin Martin Luther
trínur fram í dómkirkjuni í
Worms í 1521 við yvirlýs-
ingini, at "hann í trúar-
spurningum einans ætlar
sær at fylgja síni egnu sam-
vitsku", tendrar hann eitt
bál í Evropa. Luther setir
tann spurningin, sum vest-
urlendsk heimspeki hevur
roynt at greiða líka síðan.
Støðan er, at vit ikki longur
hava nakran átrúnaðarligan
myndugleika,
ið
kann
tryggja sannleikavirðið av
tí sum vit trúgva uppá, og at
tað vísindaliga forvitnið
verður loyst úr hafti.
Vit mugu sostatt fyrst og
fremst gera okkum greitt, at
Lutherskur
evangeliskur
kristindómur
(okkara
fólkakirkja um nakar skuldi
ivast), er tann søguliga
fyritreytin fyri vísindaligu
menningini
síðstu
500
árini. Samstundis skulu vit
gera okkum greitt, at Dar-
win ikki er einsamallur um
at taka Várharra úr náttúr-
uni. Tað er okkara egni
kirkjufaðir Martin Luther,
ið ger sannleikan til eina
trúarsak fyri tann einstaka.
Tá ið sannleikin er ein sak
fyri
tann
einstaka
og
hansara samvitsku, og ikki
ein objektivur veruleiki, er
slóðin ruddað fyri, at Dar-
win endaliga kann taka
Várharra
burtur
úr
tí
náttúruvísindaligu náttúru-
áskoðanini.
Grundarlagið
undir
náttúruvísindini hevur líka
síðan trúbótina verið ein
umstríddur
filosofiskur
spurningur. Hvussu kunnu
náttúruvísindafólk í veru-
leikanum kenna seg vís í, at
teirra vitan hevur eitt serligt
gildi?
Sjón fyri søgn!
Frá byrjanini av arbeiddi
nátturuvísindin empiriskt.
Grundarlagið undir empiri
er tann hugsanin, at einasta
gótikna vitan okkara um
náttúruna er tað sum vit
sansa. Vit skulu við øðrum
orðum ikki hugsa okkum
fram til hvussu náttúran er
sett saman; men máta okk-
um fram til hvussu náttúran
er sett saman. Arbeiðssetn-
ingurin var, sum orðatakið
sigur "sjón fyri søgn".
Trupulleikin við empirism-
uni hevur støðugt verið, at
tað er ómøguligt at fara frá
eygleiðing av einstøkum
hendingum til alment gald-
andi náttúrulógir. Vísinda-
fólk spurdu seg sjálvan, um
náttúruvísind yvirhøvur var
møgulig? Hetta við at fara
frá ein stórum tali av máld-
um einstøkum hendingum
til at gera niðurstøður um
alment galdandi náttúru-
lógir, verður á fakmáli kall-
að fyri induktión. Í fleiri
hundrað ár varð hetta ar-
beiðssetningurin
hjá
náttúruvísindafólki. Tann
fatanin, at hetta er rætta
grundarlagið undir náttúru-
vísindini, og einasti háttur
at fáa góðkenda vitan um
náttúruna, verður kallaður
fyri induktivisma. Sjálv-
andi góðtóku náttúruvís-
indafólk ikki allar induk-
tiónir. Tey settu treytir. Tal-
ið av eygleiðingum skuldi
verða stórt. Eygleiðingar-
nar skuldu verða endur-
tiknar fleiri ferðir undir
ymsum umstøðum. Ongin
eygleiðing mátti vera í stríð
við tað náttúrulóg, ið roynt
var at finna fram til.
Hesin induktivi arbeiðs-
setningurin hjá náttúruvís-
indafólkum er framvegis
nógv nýttur sum arbeiðs-
setningur; men hann klárar
ikki eina stranga logiska
analysu. Bertrand Russel
vísti á trupulleikan við at
ímynda sær eina kalkun,
sum bleiv fóðrað hvønn
tann einasta dag klokkan
níggju. Sum tann góði
induktivisturin hon var,
leyp hon ikki framav. Honn
fann fyrst útav, at hon bleiv
fóðrað klokkan níggju allar
dagar í vikuni. Hon bleiv
eisini
fóðrað
klokkan
níggju, uttan mun til um tað
regnaði ella sólin skein.
Hvønn dag gjørdi hon
nýggjar eygleiðingar fyri at
tryggja sær, at hon í síðsta
enda kom til eina rætta
niðurstøðu. At enda var
induktivistiska samvitskan
hjá kalkununi nøgd, og hon
gjørdi eina induktivistiska
niðurstøðu, sum var nakað
soleiðis, "Eg verið altíð
fóðrað klokkan níggju". Tí-
verri var hetta júst jóla-
aftan, og tá ið hon fegin
rann yvir ímóti trognum
júst kl níggju, bleiv hon
fangað, hálshøgd og etin til
døgurða.
Tá ið vit náttúruvísinda-
fólk hugsa um hvussu nógv
náttúruvísindin í grundini
er knýtt at induktivum nið-
urstøðum, og fyri so vítt
eisini okkara egni dagligi
atburður, so er tað sjálvandi
ikki haldgott í longdini, at
vit ikki kunnu líta á induk-
tivar niðurstøður.
Allir teir spurningarnir,
sum stungu seg upp aftaná
trúbótina s.s., hvussu skal
eg handla? Hvat skal eg
trúgva? Hvat kann eg í
grundini vita við vissu?
vóru átrokandi fyri fólk í
tómrúminum aftaná trúbót-
ina. Empirisman er ein
heiðurlig roynd uppá at
finna eitt svar uppá hendan
síðsta spurningin, meðan
Luther og aðrir royna at
geva eitt svar uppá teir
fyrstu báðar spurningarnar.
Trupulleikin við kalkun-
ini verður tikin í størsta álv-
ara av náttúruvísindafólk-
um og heimsspekingum.
Eg havi hvørki tíð ella pláss
til at gjøgnumganga hvussu
tað ástøðiliga grundarlagið
undir vísindini er ment hesi
síðstu 200 árini; men eg
kann í stuttum greiða frá
teimum
mest
týðandi
ástøðunum
hesi
síðstu
hundrað árini.
Karl Popper
Víðagitni heimsspeking-
urin Karl Popper var sera
upptikin av induktións-
trupulleikanum hjá náttúru-
vísindini. Ístaðin fyri at
seta sum krav til vísindalig
uppáhald, at tey skuldu
kunna prógvast við empir-
iskum arbeiði, so skeyt
hann upp, at vísindalig
uppáhald altíð skuldu vera
soleiðis, at tey kundu mót-
prógvast
(falsifikatión).
Uppáhaldið, at Várharra er
til, er sostatt ikki eitt vís-
indaligt uppáhald, av tí at
tað hvørki kann prógvast
ella mótprógvast. Uppá-
haldið, at allir ravnar í Før-
oyum eru svartir, er hin-
vegin eitt vísindaligt uppá-
hald, av tí at tað kann mót-
prógvast. Um ein hvítir
ravnur kom fram við, so er
uppáhaldið
mótprógvað.
Leggið til merkis, at uppá-
haldið, um at allir ravnar
eru svartir, ikki kann
prógvast; men einans mót-
prógvast. Popper setir við
hesum ógvuliga neyvar
treytir upp fyri nær nakað
er vísindaligt, og nær tað
ikki er. Hann gevur ikki
náttúruvísindini
nakran
serligan rætt til at kenna
sannleikan. Hann sigur
einans hvat náttúruvísind
er.
Thomas Kuhn
Sum so ofta fyrr í vísinda-
ligum høpi, var ivi sáddur
um hvørt nú falsifikatións
ástøði hjá Popper hóast alt
kláraði eina gjøllari ana-
lysu. Hesaferð gerst analys-
an søgulig. Thomas Kuhn
er
vísindasøgufrøðingur
við einari fortíð sum alis-
frøðingur, og hann vísir á,
at søguliga sæð so hava
falsifikatiónir ikki altíð
havt við sær, at vísindalig
ástøði eru vrakaði. T.d.,
vísir Kuhn á, at Lord Kelv-
in einaferð hevði roknað
seg fram til at jørðin køldist
niður so skjótt, at jørðin í
mesta lagi kundi vera 400
milliónir ára gomul. Hetta
tíðarskeiðið mátti sjálvt
Darwin viðurkenna var ov
stutt til at undirbyggja
hansara ástøði um lívmenn-
ing. Søguliga sæð, so førdi
hetta tó ikki við sær, at
ástøðið hjá Darwin bleiv
vrakað. Thomas Kuhn vísir
á, at vísindin mennist á ein
annan hátt enn framman-
undan varð hildið. Vísinda-
menn gera als ikki tað sum
heimsspekingar vilja hava
teir at gera. Teir hvørki
prógva
ella
mótprógva
nøkrum; men teir loysa
gátur. Tað, ið ger gátuna
sjónliga, er eitt ástøði.
Sjálvt tað, sum kann tykjast
okkum fullkomuliga vist,
er í veruleikanum vovið inn
í eitt eiturkoppaspinn av
fyritreytum, sum vit ikki
síggja, tí vit ikki síggja
okkara egnu fordómar.
Eru vísindini so nakað
serligt?
Mín orsøk til í stuttum at
gjøgnumganga ástøðiligu
trupulleikarnir hjá vísindini
er fyri tað fyrsta, at vísa á,
at vísindafólk eru aldeilis
klár yvir avmarkingarnar
vísindini eru undirløgd.
Vísindaástøði er mær vit-
andi sjálvstøðugt fak á øll-
um hægri náttúruvísinda-
ligum útbúgvingum. Fyri
tað næsta er tað týdningar-
mikið at síggja í eyguni, at
Speirekan av bæði vísind og k
Viðmerking til skriving í tinghelluni í Sosialinum t. 27/11 og 30/11
Charles Darwin