Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 10. desember 2004 13 kristindómi legitimiteturin hjá vísindini ikki hvílir á nakrari filo- sofiskari meginreglu. Legi- timiteturin hjá vísindini er søguligur. Náttúruvísinda- liga háttalagið hevur havt ein ómetaligan týdning fyri tað samfelagið, vit liva í. Tað hevur náttúruvísindin av tvinnum orsøkum. Tann fyrsta orsøkin er tann tøkniliga menningin, sum heilt einfalt er náttúruvís- indalig hugsan gjørd til veruleika. Tann næsta or- søkin er, at náttúruvís-inda- ligar sannføringar eru vavdar inn í okkara tankar meir enn nakrar aðrar sannføringar nú á døgum, um vit vilja tað ella ei . Drívmegin í náttúruvís- indini er, og fer altíð at vera, ivin og forvitni! Um vit velja at brúka Várharra til at forklára lík og ólík náttúrufyribrigdi við, so taka vit ivan og forvitni úr náttúruvísindini, og so steðgar hon upp. Tann sannroynd, at tað eru óendaliga nógvir spurningar, ið náttúruvísindin onki svar hevur uppá, ferð ongantíð at gerast eitt prógv fyri, at Várharra er til! Hvaðani kemur hendan tráanin eftir at gera Várharra til vísind ? Líka so nógv, sum eg meini at greinarnar hjá tykkum eru ein óhugnalig speirekan av vísindini, líka so nógv meini eg, at tit gudfrøðiliga eru á veikari grund, tá ið tit royna at finna objektiv prógv fyri, at Várharra er til. Tit eru heilt einfalt í vanda fyri at koma til at gera gjøldur burtur úr tí guðsfatan sum nógv trúgvandi fólk hava. Um tit objektivera trúnna, so koma tit til at minka Várharra til ein sovorðnan gandakall, sum á tíðarinnar morgni stóð og framleiddi slímutar frumkyknur, og soleiðis er mín guðsfatan ikki. Eg veit ikki um eg havi misskilt nakað tá ið eg bleiv fermdur; men kristiligi siðaarvurin í Føroyum er mær vitandi, meir enn nakað ann-að, Lutherskur kristindómur. Sum áður sagt so varð tað altso Martin Luther sjálvur, sum gjørdi tað heilt ómøguligt hjá menniskjum at hava nakað annað sam- band við Várharra enn sína egnu samvitsku. Tað er sjálvandi langt síðan at Martin Luther livdi, og kanska er hesin siðaarvurin ikki so viðkomandi fyri nógv longur. Men hesin siðaarvurin er eisini førdur víðari av nógvum ógvuliga klókum monnum síðan. Okkum tørvar ikki at fara longur enn til Danmarkar. Í øllum ritverkinum hjá danska guðfrøðinginum og heimsspekinginum Søren Kierkegaard er hetta tað heilt avgerandi evnið. Hansara tankar kunnu tykjast tungir og torskildir. Um eg nú loyvið mær at gera eina grova generali- sering, so kunnu hansara tankar hesum viðvíkjandi samanfatast nakað soleiðis. Ein og hvør roynd at objek- tivera Várharra, enda í av- gudatrúgv. Eg vil tí enda við at seta tykkum spurn- ingin, hví tað er so týdn- ingarmikið fyri tykkum at finna prógv fyri, at Vár- harra er til? Ella hevur hendan samanvevjingin av átrúnaðarligum og vísinda- ligum spurningum kanska okkurt annað endamál? Isaac Newton JÓLAKONSERT Árliga jólakonsertin í Vesturkirkjuni verður sunnukvøldið 12. desember kl.19.30. Á konsertini fara G. H. M. Harmoniorkestur saman við Tórshavnar Ungdóms Harmoniorkestur at fram- føra felags skrá, eftirsum orkestrini bæði verða løgd saman í vár. Havnakórið fer m. a. at framføra brot úr oratoriin- um »Elias« eftir Felix Mendilsson Bartholdy við fylgispæli frá unglinga- strúkiorkestur Musikk- skúlans. Havnar Hornorkestur verður eins og undanfarin ár eisini við á konsertini í Vesturkirkjuni sunnukvøld- ið. el Sunnudagin 12. desember klokkan 16:00 fara Kórið hjá Jóhan Mortensen og Nes Sóknar Hornorkestur at hava konsert í kirkjuni í Gøtu. Í ár er stig tikið til sam- starv millum hornorkestrið og kórið við tí endamáli at skapa jólahugna í kirkjuni. Blandaða kórið hjá Jóhan er mannað við einum tríati sangarum. Vant hevur verið annanhvønn leygardag, og sangararnir hava lagt nógv fyri til tess at kunna vera við til venjingarnar. Øll hesi seinnu árini hevur kórið havt jólakonsert í Fríðrikskirkjuni, men hesa ferð verður so farið til Gøtu. Á skránni hjá kórin- um eru bæði føroyskir og útlendskir sangir. Sungið verður bæði a capella og við fylgispæli. Við klaverið situr Anja Hansen. Nes Sóknar Musikkfelag, millum fólk kallað horn- orkestrið, er mannað við einum tríati spælarum. Tað, ið serliga er at frøast um, er, at nógv ung fólk eisini spæla við og trívast í horn- orkestrinum. Hornorkestrið hevur meir enn fjøruti ár á baki og hevur fyri stuttum útvegað sær spildurnýggj ljóðføri. Orkestrið spælir ein virknan leiklut í tí, sum fer fram nú undan jólum. Tað man neyvan vera eitt jólatræ, ið verður tendrað, uttan hornorkestrið er við. Leiðari hjá hornorkestrin- um er Kenneth Jones, ið eisini er musikkskúlalærari í Nes Sóknar Musikkskúla. Sum rímiligt er, vóna fyrireikararnir, at fólk fer at leita sær inn í Gøtu kirkju seinnapartin sunnudagin. Endamálið er at vera við í stórari norður- lendskari bókar- útgávu við nýggjum spøkilsissøgum SØGUKAPPING Tíðindaskriv Bókadeild Føroya Lærara- felags skrivar í hesum døgum út kapping um at skriva spøkilsissøgu til børn. Endamálið er at vera við í stórari norðurlendsk- ari bókarútgávu við nýggj- um spøkilsissøgum, sum hava støði í gamlari frá- søgumentan. Í savninum verða 8 norðurlendsk for- løg umboðað við einari ella tveimum søgum hvørt. - Grundin til, at vit hava valt spøkilsissøgu sum evni, er, at hetta tekstslagið er nógv uppi í tíðini. Og tað er jú ikki nakað nýtt. Øll norðurlond hava drúgva siðvenju at siga frá spøkil- sissøgum. Hugsa bara um ævintýrini, sum jú nógv snúgva sum um hetta at læra børn at hava tamarhald á íbornari ræðslu. Hetta er ein neyðug menning í tí at gerast vaksin, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærara- felags. Ætlanin er, at allir høv- undarnir skulu hittast til eitt vikuskiftisskeið í Reykja- vík saman við forleggjarum og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betr- aðar. - Á einum slíkum skeiði hava høvundarnir høvi at hoyra fakfólk siga frá um hetta tekstslagið og hvat krevst fyri at gera eina søgu góða. Allar søgurnar verða eftirmettar og betraðar í samskifti millum høvundar og forlagsfólk. Somu for- løg hava avbera góðar royndir av slíkum sam- starvi, tað er bókin Ein halastjørna er komin, fullgott prógv um. Hesa- ferð eru samar og grøn- lendingar komin aftrat hinum seks norðurlondun- um, sigur Niels Jákup Thomsen. Listafólk úr ymisku lond- unum fara at myndprýða søgurnar við litmyndum, og bókin kemur út í øllum londunum samstundis á heysti 2006. Søgan skal vera fyri 9-12 ára gomul børn, í mesta lagi 10.000 sløg á knappa- borðið. BFL letur eina ella tvær virðislønir á kr. 7.500, men tilskilar sær eisini rætt til onga virðisløn at lata, um ikki verður hildið, at nøkur søga er virðislønar- verd. Handritini skulu vera Bókadeildini í hendi í sein- asta lagi fríggjamorgunin 28. januar 2005 kl. 9.00. Bókmentaliga nevnd Føroya Lærarafelags er dómsnevnd. Jólakonsert í Vestur- kirkjuni sunnu- kvøldið Kór og hornorkestur í Gøtu kirkju Kapping um at skriva spøkilsissøgu fyri børn Ein halastjørna er komin er dømi um avbera gott og gevandi norðurlendskt samstarv millum høvundar og forløg