fríggjadagur 10. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 237 - 10. desember 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Mánadagin 6. de-
sember var móttøka í
nýggja stásiliga
handlinum "P/F
Fjarðahús, timbur-
handil og byggibúð"
á Langasandi í Kolla-
firði. Talan er um
Vestmanna Timbur-
handil, sum hevur
skift navn og er nú
bæði í Kollafirði og
Vestmanna
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Fyri trimum árum síðan
keyptu Regin Joensen og
Óli Hansen P/F Vestmanna
Timburhandil, og nú hava
teir eisini leigað bygningin
í Kollafirði, har Langa-
sandur Timburhandil var í
mong ár.
Um orsøkina til at teir
júst hava valt Kollafjørð,
siga eigararnir, at síðan
Vágatunnilin lat upp, liggur
Kollafjørður sera væl fyri,
tað tekur eins umleið 15
minuttir at koyra úr Vágum,
Eysturoynni,
úr
hinum
bygdunum á Streymoynni
og úr Havn.
Bygningurin er 700 fer-
metrar, harav byggibúðin er
umleið 120 fermetrar. Um-
framt er eisini uttandura
timburgoymsla.
Hjá
P/F
Fjarðahús,
byggibúð og timburhandli
kunnu fólk keypa alt frá
seymi til eini heil hús, siga
eigararnir av nýggja timb-
urhandlinum. Handilin sel-
ur eisini VVS-vørur, útgerð
til frítíðarfiskarar, og gávu-
lutir.
Framleiðslan av Fjarða-
húsum er í Vestmanna, har
starvast fýra fólk og í
Kollafirði eru tey seks.
Umframt hesi hevur fyri-
tøkan samstarvsavtalur við
20 timburmenn, sum seta
húsini upp.
P/F Fjarðahús, timburhandil og byggibúð:
Alt frá seymi til sniðhús
Christian
Christiansen,
fyrrverandi stjóri á
Langasandur
Timburhandli, ynskti
eigarunum, Óla
Hansen og Regini
Joensen, tillukku við
nýggja
timburhandlinum
Brøðurnir Jógvan
og Kristian á Dul
frá P/F Mariu
Poulsen
Byggibúðin, ið er stór og fjølbroytt, selur eisini VVS-vørur, útgerð til frítíðarfiskarar og gávulutir