fríggjadagur 10. desember 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dag verður Torborg Han-
sen av Toftum 70 ár. Tor-
borg er dóttir Helenu Olsen
(f. Johannesen) á Lag í
Hvalvík og Jens Chr. Olsen
á Toftum. Helena doyði í
1937, so Torborg var einans
tvey ára gomul, tá hon misti
mammu sína. Helena og
Jens Chr. fingu fimm børn
saman. Í 1940 giftist Jens
Chr. uppaftur við Hildu
Olsen (f. Hansen) á Toftum,
og tey fingu sjey børn
saman.
Torborg vaks sostatt upp
í einum heimi við stórari
familju, tí umframt foreldur
og systkin, búðu omman og
abbin inni, og Lotta og
Sofus. Hetta merkti sjálv-
andi, at nógv var at taka
hond í, og er hetta eisini
tað, sum eyðmekir Torborg.
Hon hevur eitt ljóst lyndi
og altíð verið sera arbeiðs-
som og kvik, og klár at
hjálpa, har tørvur er á tí.
Sum ung tænti Torborg
eitt skifti hjá Esther Djur-
huus í Havn. Saman við 24
øðrum ungum føroyskum
kvinnum var hon á húsar-
haldsskúla í Danmark, og
hon arbeiddi eisini eina tíð
í Íslandi sum húshjálp hjá
eini familju.
Í 1958 giftist Torborg við
Debus Hansen av Nesi. Tey
bygdu sær hús á Toftum og
fingu 7 børn saman; seks
dreingir og eina gentu:
Asbjørn, Jens Christian,
Høgni, Petur Hans, Heri,
Øssur og Doris. Sum van-
ligt var, var Torborg heima
hjá
børnunum,
meðan
Debus sigldi úti sum kokk-
ur. Torborg syrgdi fyri
øllum har heima, og sá til,
at børnini fingu ein tryggan
og
góðan
uppvøkstur.
Gestablíð hevur Torborg
altíð verið, so húsið var ofta
fult av børnum og mong
fólk komu - og koma enn -
á gátt.
Tá børnini vuksu til, fekk
Torborg sær lønandi ar-
beiði. Hon hevur m.a.
ansað børnum, arbeitt í
fiski og verið heimahjálp.
Tá
"stadion"
kom
á
Svangaskarði, fór Torborg
at arbeiða í køkinum har.
Hon hevur altíð duga sera
væl at matgjørt, og mong
eru tey, sum hava notið gott
av hesum. Tað munnu vera
fáir fótbóltsleikarar, sum
ikki kenna Torborg. Hon
hevur "tikið sær av" flestu
fótbóltsfeløgum í landin-
um, tá hesi hava verið á
Svangaskarði,
umframt
landsliðunum í samband
við altjóða dystir og venj-
ingarlegur. Eisini hevur
Torborg matgjørt, tá brúd-
leyp og onnur tiltøk hava
verið á Svangaskarði.
Seinnu árini hevur Tor-
borg ikki arbeitt, men hetta
merkir langt í frá, at hon
situr "hendur í favn". Hon
er enn sera virkin, og altíð
klár at hjálpa, tá heitt verð-
ur á hana. Familjan er vorð-
in stór, og umframt børn og
svigarbørn hevur Torborg
20 ommubørn. Børnini
elska at vitja ommu og
abba, og tað munnu vera fá
vikuskiftir, har ikki onkur
gistur hjá teimum eisini.
Børn,
svigarbørn
og
ommubørn ynskja føðing-
ardagsbarninum hjartaliga
tillukku, og takka fyri alt
hon hevur verið fyri okkum
øll, við ynskjum um mong
góð og eydnurík ár afturat.
Føðingardagurin verður
hildin á Svangaskarði í
kvøld (10 dec.) kl. 19.00,
har øll eru hjartaliga væl-
komin.
Dagurin
10. desember. Judit. Apokrýfiska bókin í Gamla
testamenti greiðir frá konubrotinum Judit, sum høgdi
høvdið av herhøvdinganum Holofernes.
Navnið er bíbilskt og merkir jødakvinna.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
70 ára føðingardagur
Tøkk
Vinir, kenningar og skyldfólk, nær og fjar.
Hjartans tøkk fyri, at tykur við vitjanum, sam-
røðum, fjarritum, gávum, blómum og í skrift
vildu gleðast saman við mær og familju míni
85 ára føðingardagin 11. september.
Gleðilig jól og gott nýggjár øll somul.
Við vina- og frændakvøðu
Martin Eidesgaard, Tvøroyri
Tøkk
Eina hjartans tøkk vilja vit bera tykkum, sum
fylgdu okkara elskaðu mammu, svigarmammu,
ommu og langommu
Katrina Maria Johannesen
Klaksvík
til hennara seinasta hvíldarstað.
Ein serstøk tøkk til Røktarheimið og tykkum, sum
hjálptu til við jarðarferðina.
Gleðilig jól og Guds signing í komandi ári.
Familjunnar vegna
Greta, Óli, Sørin og Katrina
Tøkk
Eg vil bera eina hjartans tøkk til børn við maka,
sum vóru saman við mær á 85 ára føðingar-
degnum 29. oktober.
Takk fyri vakran sang. Takk fyri blómur, fjarrit,
kort, uppringingar og vitjanir aftaná
føðingardagin
Lillan Jacobsen
Klaksvík
Fríggjadagin 10. de-
sember kunnu Jonna
og Jógvan Jacobsen í
Vestmanna halda dia-
mantbrúdleyp.
Jógvan er ættaður
úr Vestmanna, og er
sonur Sonnu og Jákup
Jacobsen á Fjørðin-
um.
Jógvan fór sum heilt ungur til
skips. Í 1939 fór hann á maskin-
skúla og sigldi øll krígsárini, og
líka til hann bleiv pensioneraður.
Jonna er ættað úr Streymnesi og
er dóttir Hannu og Zacharias
Zachariassen. Sum ung kom hon til
Vestmmannar í læru at seyma, har í
tey møttust. Jonna og Jógvan gift-
ust í 1944, tey fingu børnini Sig-
bjørg, Hergerð og Jónvør. Tey eiga
7 ommu-abbabørn og
7
langommu-abba-
børn.
Sjálvt um tey eru
komin væl til árs, eru
tey aktiv í bridge
kortspæli.
Dagurin
verður
hildin
saman
við
familjuni.
Góðu tit bæði, ynskt verður
hjartaliga til lukku við tíð stóra
degnum og Guðs signi í framtíðini.
Familjan
Tillukku!
Jonna og Jógvan Jacobsen diamantbrúdleyp
70 ára føðingardagur
Í dag, 10. desember verður Torborg Hansen á Toft-
um 70 ár.
Føðingardagurin verður hildin á Svangaskarði
kl. 19.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 11. desember hava Apolonia og
Richard í Hvannasundi gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.