fríggjadagur 10. desember 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 237 - 10. desember 2004
Fýra ungar føroyskar
kvinnur eru bestar, tá
tað um oljuleiting og
–útbjóðing ræður. Í
øllum førum tá tað
skal latast sum um. Í
telduspælinum
Xplore 2004, har 325
luttakarar úr 7
evropeiskum londum
spældu við, vunnu
Bjørt Kragesteen,
Jóna Johannesen, Siri
Klementsen og Súsan
Tornefeldt, sum allar
ganga í 2.z í
Hoydølum
OLJULEITING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Í tíðarskeiðnum 1.– 3. des-
ember sótu 325 miðnáms-
skúlanæmingar úr 7 ymisk-
um londum ógvuliga spent
og arbeiddu frammanfyri
telduna. Tey luttóku nevni-
liga øll í simulator-kapp-
ingini Xplore 2004, ið er
eitt spæl, har endamálið er
at finna olju.
Tá avtornaði vóru tað tó
fýra ungar kvinnur úr stu-
dentaskúlanum í Hoydøl-
um, sum vunnu kappingina
um svarta gullið.
Oljuleiting
– Spælið snýr seg um at
leita eftir olju. Allir luttak-
andi bólkar fingu 50 milli-
ónir sum byrjunarkapital.
So skuldu vit royna at finna
olju og tjena fleiri pengar.
Fyri at finna oljuna máttu
vit keypa seismikkmyndir
av økjunum, sum vit ynsktu
at kanna. Tá vit fingu
myndirnar, hugdu vit ser-
liga at, hvussu nógv mag-
ne-tisma var í undirgrund-
ini. Var lítið av magnetismu
var møguleiki fyri, at olja
var har, greiða tær fýra frá,
tá tær verða spurdar um,
hvat Xplore 2004 snýr seg
um.
Víðari greiða tær frá, at
tá ein oljukelda varð funn-
in, galt um at finna miðjuna
av henni. Eisini máttu tær
forhandla við aðrar luttak-
arar um økið, júst sum olju-
feløgini gera í veruleik-
anum.
Tað var lærarin Búgvi
Poulsen, sum hevur 2.z í
geografi,
sum
meldaði
flokkin
til
kappingina.
Hann frætti um hana frá
einum starvsfelaga í Klaks-
vík, sum í fjør royndi
Xplore-spælið við einum
flokki har og sum tí eisini
eggjaði Búgva at royna.
Búgvi meldaði 2.z til
kappingina, og næmingarn-
ir sótu so ymsastaðni á
skúlanum og arbeiddu í
smáum bólkum við 3-4
næmingum
í
hvørjum.
Spælið gekk fyri seg frá kl
9-14 í tríggjar dagar, og
uppgávurnar komu sendani
um netið so hvørt. Allar
uppgávurnar skuldu vera
loystar innan eina ávísa
tíðarfreist, og stig vóru so
givin fyri hvussu skjótt og
væl uppgávurnar vórðu
loystar.
Ikki væntað at vinna
– Vit høvdu bestemt ikki
væntað at vinna. Eftir
hvønn dag vórðu liðini býtt
i fýra bólkar, soleiðis, at 25
tey bestu liðini vóru í bólki
1, 25 tey næstu í bólki 2 og
so framvegis. Tá vit byrj-
aðu uppá seinasta dagin,
vóru vit í bólki 3, og sam-
anlagt vóru vit nr 53. So
vónirnar um at vinna vóru
ikki serliga góðar tá, siga
vinnararnir um trilvandi
byrjanina.
Tær greiða frá, at sein-
asta dagin var virðið á olj-
uni nógv størst, og júst
seinasta dagin funnu tær
eina sera stóra oljukeldu.
– So tað var kanska eisini
nokk so heldigt, at vit
vunnu, viðganga tær.
Bjørt, Jóna, Siri og Súsan
vistu tó ikki, at tær høvdu
vunnið beinanvegin. Fyri
hvørja uppgávu, sum varð
loyst, vóru nevniliga givin
stig, og øll stigini vórðu so
løgd saman eftir seinasta
dagin. Hóast tær høvdu
roynt at fylgt við hvussu
tað gekk hjá hinum liðun-
um, so vistu tær tó ikki,
hvussu hini høvdu klárað
seg samanlagt
– Vit vistu, at vit vóru
komnar
rættiliga
langt
fram, eftir oljufundið sein-
asta dagin, men vit vistu
ikki, at vit høvdu vunnið.
Tað fingu vit ikki at vita
fyrr enn kl 19 um kvøldið,
tá ein drongur í flokkinum
ringdi og segði okkum tað.
Hann hevði verið inni á
heimasíðuni og kannað tað,
greiða tær frá.
Tá avtornaði vóru tær so
langt fremstar. Tilsamans
høvdu tær næstan 556 stig,
og liðið, sum varð nr. tvey,
hevði einans góð 331 stig.
– Vit vóru ordiliga glað-
ar, tí vit høvdu bestemt ikki
roknað við tí frammanund-
an. Genturnar í flokkinum
vóru eisini glaðar, tí at tað
var eitt reint gentulið, sum
vann. Men tað vísir bara, at
konufólk duga best at leita
eftir olju, siga tær skemt-
andi.
Spurdar um tær hava lært
nakað av hesi kappingini,
svara tær, at tær hava fingið
eina góða heildarmynd av,
hvat oljuleiting snýr seg
um.
– Nú vita vit hvussu tað
fungerar. Hvussu man sær,
um sannlíkindi eru fyri olju
ella ikki. Eisini at tað
handlar eitt sindur um held.
Men tað er nokk ikki nakar
framtíðardreymur at sleppa
at arbeiða við olju, siga tær.
Flokkurin fær ágóðan
Men luttakararnir í Xplore
2004 kappaðust tó ikki bert
um æruna av at vinna. Ein
heiðursløn á 12.000 kr varð
nevniliga latin vinnarunum.
Hósmorgunin kom menta-
málaráðharrin, Jógvan á
Lakjuni, tí oman í Hoydalar
við einum kekki til Bjørt,
Jónu, Siri og Súsan, tí tær
eru teir miðnámsskúla-
næmingar í Evropa, sum í
2004 duga best at finna
olju.
– Tað hevði kanska kom-
ið væl við at fingið hasar
pengarnar í lumman, men
flokkurin avtalaði áðrenn
kappingin byrjaði, at um
nakar av okkum vann, so
skuldi peningurin fara til
námsferðina, sum vit ætla
okkum í vár. Vit fara til
Rom, og har fær allur
flokkurin so ágóðan av
kekkinum, siga teir fýra
ósjálvsøknu vinnararnir at
enda.
Ein skylda
at stuðla
– Eg síggi hetta spælið
sum nakað absolutt
positivt. Kappingarele-
mentið ger, at tú lærir
nakað um veruliga lívið
og um vinnuna. Tað, at
næmingarnir
eru
noyddir at samstarva,
eisini við aðrar næm-
ingar úr øðrum lond-
um, er eisini sera gott,
staðfestir
Jógvan
á
Lakjuni, tá vit spyrja
hann, hví hann hevur
valt at stuðla einum
telduspæli sum Xplore.
Hann sigur, at tað í
hesum døgum verður
so nógv tosað um
OECD kanningar, men
landstýrismaðurin
heldur, at slíkar kapp-
ingar eisini eru við til at
staðfesta hvørjum støði
føroysku næmingarnir
eru á.
– Hetta vísir jú, at vit
eru fult á hædd við aðr-
ar skúlar í øðrum lond-
um, so hetta er avgjørt
nakað, sum eg sum
mentamálaráðharri má
gleðast um.
Spurdur, um hann
aftur komandi ár fer at
játta stuðul til Xplore,
um so er at tað veðrur
spurt um tað, svarar
Jógvan á Lakjuni, at
hann ikki kann ímynda
sær nakað annað.
– Áhugin fyri spælin-
um er jú sera stórur,
eisini í útlondunum, so
eg meti, at tað er okk-
ara skylda at stuðla
hesum, staðfestir hann
at enda.
eys
Tað er felagið Simprentis,
ið stendur handan simula-
torspælið Xplore. Ólavur
Ellefsen leggur spælið til
rættis, og fylgir við í kapp-
ingini ímillum miðnáms-
skúlarnar.
– Eg haldi, at næming-
arnir fáa sera nógv burturúr
hesum døgunum, tá teir sita
við Xplore. Teir læra um
olju, sum má sigast at vera
rættiliga relevant í hesum
døgum, og teir læra eisini at
samstarva. Bæði innanhýs-
is í bólkunum, men eisini
bólkana millum, tí tey
skulu jú forhandla um olju-
feltini. Alt fyrigongur á
enskum, so hetta er eisini
góð venjing í enska mál-
inum, sigur Ólavur.
Hann greiðir frá, at hetta
er triðja árið at Xplore
kappingin er í gongd.
– Fyrsta árið vóru tað
bara føroyingar við. Næsta
árið vóru nakrir útlendskir
skúlar, og í ár hava vit
luttakarar úr Spania heilt
norður til Grønlands, sigur
Òlavur.
Hann leggur afturat, at
um tilmeldingarfreistin ikki
var so stutt í ár, so høvdu
tað við vissu verið enn
fleiri útlendskir skúlar við.
Eitt, sum kanska er ser-
merkt, er, at tað ár hvørjum
ári hava verið føroyingar,
sum hava vunnið.
– Hini londini halda
kanska at vit geva føroying-
unum onkrar fyrimunir,
men tað gera vit altso ikki.
Tað er eisini rættiliga lætt
at gjøgnumskoða, tí alt
gongur fyri seg á netinum,
staðfestir Ólavur.
Spælið hevur tríggjar
sponsorar, sum í ár eru
Dong, DTU og Mentamála-
ráðið. Hetta ger, at skúl-
arnir ikki nýtast at gjalda
fyri luttøkuna.
– Tað er greitt, at tú lærir
betri, tá tú hevur tað stutt-
ligt, og tá tú veruliga fært
sett teg inn í hvat tað er sum
hendir. Tí eri eg heilt vísur
í, at spælið er sera menn-
andi, sigur Òlavur Ellefsen
at enda
eys
Bestar av 325 næmingum
Mennandi spæl
í 3 dagar kappaðust 325 næmingar úr 7 londum um svarta gullið. Men Siri Klementsen, Súsan Isholm Tornefeldt, Jóna Johannesen
og Bjørt Kraagesten, sum ganga í Hoydølum, vóru bestar