fríggjadagur 10. desember 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 10. desember 2004
17
Føroya Náttúrugripasavn
hevur nú fylgt grindahval-
unum, ið merktir vóru í
Sandavági í august, í góðar
eitthundrað dagar. Av teim-
um sjey merktu hvalunum
senda tríggir framvegis
sum teir eiga. Hetta er alt
hannhvalir, 440, 450 og
490 cm til longdar. Hini
merkini steðgaðu at senda
eftir ávíkavist 10, 14, 18 og
21 døgum. Óvist er hvat or-
søkin er til tess.
Kanningin av hvussu teir
sjey hvalirnir eru ættaðir
vísir ongan skilskap út til
og við 3. lið, men onkrir
hvalir eru tó skildir longri
úti. Hvalirnir hava hesar
hundrað dagarnar ferðast
okkurt um 7000 km. Sum
sæst á myndini niðanfyri
hava teir mestu tíðina verið
í ein landnyrðing úr Føroy-
ar, og á djúpum vatni. Tó,
seinastu tíðina hava teir
ferðast suðuryvir og hava
ligið eystan fyri Føroyar,
einar hálvt annað hundrað
fjórðingar úr landi.
Kunning um hvalirnar
sæst á www.ngs.fo. Um
fólk sær merktan hval,
frættir Náttúrugripasavnið
fegið nærri. Telefon: 35 23
20.
Grinda-
hvalirnir
fylgdir
í 100 dagar
Kavingarmynstrið fyri tíðarskeiðið vísir at teir
oftast eru grynri enn 40 metrar. Tó, okkurt um
ein triðingur av kavunum hava verið djypri, og
tá oftast niður á eitt dýpi millum 320 og 640
metrar. Kavingaratferðin er helst tengt at bæði
ferðing og áti. Tað djúpasta hvalirnir hava kava,
er niður á 810 metrar.
Sunnudagin 12.
desember kl. 16,
hevur gospelkórið
Vox jólakonsert í
Fríðrikskirkjuni á
Toftum
JÓLAKONSERT
Jólakonsertin hjá Vox er
vorðið eitt afturvendandi
tiltak, sum nú hevur fimm
ár á baki! Á konsertini
verður ikki einans lagt
dentur á sangin, men eisini
at gera ein hugnaligan og
jólaligan dám í kirkjuni.
Hóast kórið ofta hevur
sungið lættari gospelrútmur
við svingandi orkestri, ber
stílurin á jólakonsertini
altíð meira bráð av stillari
frammførðslum.
Á skránni vera bæði
gamlir
jólasálmar
við
nýggjum útsetingum og
nýggjari sangir, alt á før-
oyskum. Nevnast kunnu
‘Ger beinar Harrans leiðir’
og ‘Hin vænasta rósan’.
Sangirnir verða framførdir
við og uttan fylgispæl.
Umframt sangirnar hjá
kórinum, verða framførslur
frá
einstaklingum
og
smærri bólkum úr kórinum.
Kórið er samansett av 20
ungfólkum, flestu úr Eyst-
uroynni. Kórleiðari er Ás-
bjørn Berthelsen. Klaver-
fylgispælið hevur Holgar
Johannesen.
Vox í Fríðrikskirkjuni