Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 237 - 10. desember 2004 USA fer at leggja stóran dent á at fáa gongd á friðarar- beiðið í Miðeystri, og útlitini fyri, at nakað kemur burturúr, eru góð MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikanska stjórnin fer ikki bara at leggja stóran dent á at virka fyri varandi friði ímillum ísraelsmenn og palestinar. Vit ætla okk- um at ganga undan, sigur varauttanríkisráðharrin William J. Burns. Hann er ikki í iva um, at tíðin er tann rætta til at fáa gongd á samráðingarnar um varandi frið, og han heldur, at bæði ísraelsmenn og palestinar eru greiðir yvir, at tað er nú, tey røttu stigini skulu takast. William J. Burns vísir á, at palestinararnir skulu hava nýggjan leiðara, og at ísraelska stjórnin fyrireikar eina fullkomna afturtøku úr Gaza-geiranum. Hetta kann gerast byrjanin til nakað nýtt, sigur varauttanríkis- ráðharrin, soleiðis at friðar- ætlanin hjá ST, USA, ES og Russlandi kann setast í verk. Sjálvandi hevur tað stór- an týdning, at ísraelsmenn veruliga eru sinnaðir at taka seg aftur, og at pale- stinararnir eru til reiðar at fremja neyðugar nýskip- anir, sigur William J. Burns við Aftenposten. Hann hevur drúgvar diplomatiskar royndir og hevur fleiri ferðir verið virkin í arbeiðinum at fáa frið í Miðeystri. Nú er hann leiðari á einari serligari Miðeystur-deild í uttan- ríkisráðnum í Washington, og hann er bjartskygdur. - Útlitini fyri friði eru betur enn kanska nakrantíð fyrr - eisini fyri einum palestinskum ríki, tí bæði ísraelsmenn og palestinar vilja hava frið. UTTAN ÚR HEIMI Toskurin skal friðast Tann 22. desember fara fiskimálaráðharrarnir hjá ES-londunum at áseta kvoturnar fyri næsta ár. Í Danmark fylgja fiski- meninir væl við tí, sum hendir í hesum døgum, tí ES hevur júst al-manna- kunngjørt eitt tilmæli, sum millum annað sigur, at rættast er at banna allari toskaveiði í stórum pørtum av Norðsjónum. Tilmælið umfatar eisini Eystrasalt, og har sær lít- ið mætari út. Serfrøðing- arnir mæla til at skarva 3.000 tons av toskakvot- uni har, samstundis sum teir mæla til at skerja fiskiskapin eftir tungu, skrubbu, skøtu og fleiri øðrum fiskasløgum. Danskir fiskimenn halda tilmælið vera heilt burturvið, tí eftir teirra tykki eru stovnarnir als ikki so illa fyri, sum fiskifrøðingarnir siga. Formaðurin í fiski- mannafelagnum, Flemm- ing Ebey Kristensen, sigur við Politiken, at fiskimenninitr eru ser- liga misnøgdir við upp- skotið um at banna allari toskaveiði í 40 prosent- um av teimum bestu fiskileiðunum í Norðsjó- num. Melda seg úr kirkjuni Leiðslan í svensku kirkj- uni fer nú at kanna, hvussu tað kann bera til, at umleið 250.000 fólk hava meldað seg úr kirkj- uni, síðani kirkjan og staturin vórðu skild sundur fyri fýra árum síðani. Bara í ár hava 78.000 sviar meldað seg úr kirkjuni. Tað hevur altíð staðið svium frítt at melda seg úr kirkjuni, og tí undrar tað fleiri, at so mong hava valt at gera tað júst nú. Guðfrøðingurin Jo- han von Essen, sum hev- ur kannað málið, sigur við Dagens Nyheter, at orsøkin er helst tann, at nú kunnu fólk síggja á sjálvuppgávuni, hvussu nógv tey rinda kirkjuni. Fyrr var hetta partur av skattinum, men síðani staturin og kirkjan vórðu skild sundur, er kirkju- skatturin komin at standa fyri seg á sjálvupp-gáv- uni. Kanningar hava annars víst, at tað eru serliga menn við góðari inntøku, sum melda seg úr kirkj- uni, men at konan og børnini verða verandi limir í kirkjuni. Á tann hátt sparir húskið kirkju- skattin, men hevur fram- vegis atgongd til tænast- urnar, sum kirkjan veitir fólki. Leiðslan í svensku kirkjuni hevur hug at geva fjølmiðlunum og serliga Aftonbladet skyldina av, at so nógv fólk hava valt at melda seg úr kirkjuni. Í oktober í fjør hevði blaðið fleiri greinar um, hvussu fólk kundu spara fleiri túsund krónur um árið við at melda seg úr kirkjuni. Nú skal skatta- svik avdúkast Burtursæð frá fótbólti er skattasvik tann mest av- hildna ítróttin í Argen- tina, men nú ætla mynd- ugleikarnir at gera nakað við hetta. Tað er guvernørurin í høvuðsstaðnum Buenos Aires, sum hevur tikið stig til eitt átak ímóti skattasviki, og hann fær fullan stuðul frá forsetan- um, Nestor Kirchner. Sambært forsetanum hava umleið 35.000 múgvandi argentinar forvunnið einar fimm milliardir krónur uttan at geva tað upp. Pengarnir liggja fjaldir í teimum nógvu bankaboksunum í høvuðsstaðnum og øðr- um býum, men nú ætla myndugleikarnir at út- vega sær atgongd til bankaboksirnar, og tey, sum verða avdúkað, skulu revsast. Skattaserfrøðingar siga, at múgvandi argen- tinar hava flutt ovur- honds nógvar pengar av landinum tey seinastu árini fyri at sleppa frá at gjalda skatt av teimum. Skattavaldið heldur, at talan er um einar 100 milliardir dollarar. Ikki fólka- atkvøða Í Svøríki eru teir polit- isku flokkarnir samdir um, at sviar skulu ikki á fólkaatkvøðu um ta nýggju grundlógina hjá ES. Gøran Persson, forsæt- isráðharri, vísti fyrradag- in á, at tað er ikki vanligt við fólkaatkvøðum í Svøríki, og stjórnin og hennara stuðulsflokkar halda heldur ikki, at tað er neyðugt at leggja ES- grundlógina fyri almenn- ingin at taka støðu til, segði hann. Hesum hava teir borgarligu andstøðu- flokkarnir tikið undir við. Flokkarnir eru samdir um, at tað er nóg mikið, at Ríkisdagurin tekur støðu til grundlógina. Kortini er ætlanin at fáa almenningin at taka lut í viðgerðini, sigur Gøran Persson. Russar hava fingið sær fleiri nýggjar vápnaskipanir, sum eru venda ímóti amerikonsku verjuni, og sum eru ein bein- leiðis avbjóðing til USA sum heimsins einasta veruliga stór- veldi HERNAÐARMÁL Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir seinastu mánaðarnar hava russiskir leiðarar al- mannakunngjørt tíðindi um, at Russland hevur fingið ella er í ferð við at fáa sær nýggjar vápna- skipanir. So seint sum mánadagin visti stjórnarblaðið Rossij- skaja Gaseta at siga, at russar hava ment eina nýggja rakett, sum kann flyta fleiri fleiri hundrað kilo av spreingievni, og sum harafturat er sera bein- rakin. - Hon kann sendast av- stað ígjøgnum eitt vind- eyga, skrivaði blaðið hjá verjumálaráðnum, Kras- naja Svesda. Granskarin Shannon Kile, sum arbeiðir á svenska stovninum SIPRI, sigur við Politiken, at tann nýggja russiska rakettskip- anin er fyrst og fremst ætl- að sum liður í bardaganum ímóti yvirgangi. Hann vísir á, at higartil eru tað bara amerikanararnir, sum hava havt rakettir, sum eru sera beinraknar, sama hvussu langt málið er, men at russ- ar eftir øllum at døma hava fingið tilsvarandi rakettir nú. Fyri fjúrtan døgum síð- ani segði Vladimir Putin, forseti, at Russland hevur ment nýggjar kjarnorku- rakettir, sum eru førar fyri at sleppa ígjøgnum ra-kett- verjuna, sum USA ætlar at fáa sær. Hann boðaði samstundis frá, at Russland tryggjar sær rætt til at søkja at málum í londum, sum út- vega sær hópoyðingarvápn. Shannon Kile sigur, at Putin hevur lagt stóran dent á at menna russisku her- megina, og tað hevur havt sín týdning, heldur gransk- arin. - Tíðindini um tey nýggju vápnini vísa, at Russland ætlar sær at verða eitt stór- veldi, sum onnur skulu hava virðing fyri, sigur Shannon Kile. Útlitini í Miðeystri so góð sum ongantíð fyrr Russland bjóðar USA av Williams J. Burns var herfyri í Ramallah og tosaði við palestinsku leiðararnar. Her stendur hann framman fyri einari mynd av fyrrverandi palestinska leiðaranum Yasser Arafat Mynd: Reuters