Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mjølnir halda trýstinum Mikukvøldið varð ein framskundaður dystur leiktur í meistaradeild- ini hjá monnum. Hesin var millum Fram og Mjølnir. Á stigatalv- uni er munurin millum liðini bæði stórur, og dysturin mikukvøldið gjørdist sum so bara ein staðfesting av muninum. Mjølnir hevði ongan sum helst trupulleika við at vinna ein tryggan 3-0 sigur, soleiðis at teir framhaldandi halda trýstinum á oddaliðn- um, SÍ. -jm Tjaldur-VÍF 11-31 (5-13): VÍF vann eisini stórt Tjaldur tykist als ikki hava nakað at gera í bestu kvinnudeildini. Mikukvøldið tóku tær ímóti VÍF, sum at kall er í eini endurbyggingar- støðu, og her var eingin sum helst ivi um, hvønn veg dysturin skuldi fara. Frá byrjan setti VÍF seg á dystin, og uttan at tær veruliga spílaðu seg út, øktist munurin bara, sum fráleið. Tað er einki at ivast í, at talan er um góðan styrk, nú vestmannakvinnurnar aftur hava fingið Fríðu Marjunardóttir á liðið. Hesaferð var eisini í sonnum málhýri, og eins og Ioana Rápa skeyt hon 10 mál fyri VÍF. Tíverri hava vit ikki fingið nakran dómara- seðil úr Runavík, so hagtølini fyri dystin mugu bíða. -jm Kyndil tykist hava mist góða stríðsvilj- an, sum tær høvdu fyrr í ár. Mikukvøldið var tað Søljan, sum vann sær lættan sigur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ongantíð nakað ser- ligt av spenningi í Høllini á Hálsi í Havn mikukvøldið. Longu eftir fimm minutt- um stóð 0-5 á talvuni, og tó at Kyndil kom nakað betri við eftir hetta, so vaks munurin støðugt. Serstakliga lá væl fyri hjá Søljuni at gera sær dælt av kontra-álopum, og ikki minst kundi kvika Nicoleta Radu Hansen ferð eftir ferð renna einsamøll móti Guðr- un í Lágabø, og mest sum hvørja ferð við sama úr- slitið. Tungur missur Tað var tó ein dyggur smeitur hjá Søljuni, at tær um miðjan fyrra hálvleik mistu Arnleyg Haraldsen. Í hendiligum samanstoyti við álopsleikara hjá Kyndli kom hon púrasta skeivt fyri, og við upp-bólgnaðum knæ varð hon fyrst borin av vøllinum og síðani send á sjúkrahúsið. Haðani vóru boðini seinni, at liðbondini í knænum eru toygnað nak- að, og tí er ikki væntandi, at hon verður aftur á vøllinum fyrstu tveir mánaðirnar. Og tó at hetta so ikki bilti hesaferð, so er einki at ivast í, at tað fer at merkjast hjá Søljuni, at tær soleiðis mugu vera ein av stuðuls- leikarunum fyriuttan í komandi dystunum. Login burturi Hjá Kyndli tykist støðan nú vera tann, at login í stríðs- viljanum, sum annars hevur verið heilt góður í heyst, spakuliga er um at slókna. Berandi kreftirnar á liðnum eru snøgt sagt ov fáar, og tá talan samstundis er um blaðungar leikarar, kann vera skjótt, at høvdini fara at hanga. Trý stig eru tó komin á kontina higartil, og enn resta dystir móti bæði StÍF og Tjaldri í grundspælin- um, so tað kann hóast alt væl verða, at Kyndil fer at fáa sær nøkur stig afturat, áðrenn farið verður undir endaspælið. Kyndil-Søljan 21-37 (10-21): Leikandi lætt Søljan hevði alla tíðina gott tak á Kyndli, sum ikki formáddi sær stórvegis í dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-Søljan 21-37 (10-21) Málskjúttar Kyndil: Randi Wardum 9(3), Ann Mari Wang 8(2), Hildur Mikkelsen 3, Súsanna Petersen 1 Søljan: Nicoleta Radu Hansen 18, Heidi Maria Akselsen 8, Hertha Simonsen 5, Lina Andriulyte 3, Fía Selma Nielsen 2, Kristianna Petersen 1 Brotskøst: Kyndil 6, Søljan 3 Útvísingar: Kyndil 1, Søljan 2 Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Dánjal Hansen. Høvdu ikki nakrar trupulleikar av upp- gerðini sum so, men høvdu tó fleiri beinleiðis feildømingar FAKTA UM DYSTIN SVIMJING tíðindaskriv Fríggjakvøldið 10. desem- ber kl. 17.30 verður skipa fyri árligu jólasvimjikapp- ingini fyri svimjarum hjá Fuglafjarðar Svimjifelag. Kappingin verður í svimji- høllini í Fuglafjarðar Skúla Allir svimjarar hjá FS eru tilmeldaðir, umleið 100, og koma svimjararnir at svimja tvær kappingar í part. Eisini verður skipa fyri onkrum stuttligum svimjitiltakið. Allir svimj- arar sum luttaka fáa heiðursbræv. Undanfarin ár tá kapp- ingin hevur verið, eru jóla- menn komnir í svimjihøll- ina og allir svimjararnir hava fingið okkurt gott , og roknast kann við at teir eis- ini koma á gátt fríggja- kvøldið, og eru øll hjarta- liga vælkomin í høllina. Jólasvimjikapping Fuglafjarðar Svimjifelag fer at hava árligu jóla- svimjikappingina komandi vikuskiftið Nr. 237 • fríggjadagur • 10. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Hondbóltur v. t. mál- dystirv - j - t mál málmunur stig 1 Neistin 9 7 - 0 - 2 277 191 86 14 2 VB 7 6 - 0 - 1 214 142 72 12 3 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 163 123 40 12 4 Søljan 9 5 - 0 - 4 260 219 41 10 5 VÍF 9 5 - 0 - 4 218 197 21 10 6 StÍF 8 1 - 1 - 6 167 212 -45 3 7 Kyndil 8 1 - 1 - 6 152 229 -77 3 Flogbóltur - Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 7 6 - 1 19 7 12 12 2 Mjølnir 7 5 - 2 17 9 8 10 3 Fleyr 7 4 - 3 15 11 4 8 4 ÍF 6 1 - 5 5 16 -11 2 5 Fram 7 1 - 6 6 19 -13 2