Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. desember 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 237 - 10. desember 2004 18 skutu í Vágum Nýggja bogaskjóti- felagið í Vágum skipaði sunnudagin fyri kappin BOGASKJÓTING tíðindaskriv Kappingin varð hildin í Ítróttarhøllini á Giljanesi, og var talan um dystar- skjóting á 18 metrum. 10 recurve- og 8 com- pound skjúttar tóku lut í kappingini, og av hesum komu seks úr heima- liðnum. Recurve Innleiðandi vóru tveir bólkar við fimm skjúttum í hvørjum. Í bólki A vann Annika Vang, Ørvur, allar sínar dystir og nummar tvey var Jákup G. Joensen úr Vágum, sum vann tríggjar dystir. Í bólki B vann Kristian Niclasen, Tambar, allar sínar dystir og nummar tvey var Rakul Dam, Tambar, sum vann tríggjar dystir. Við úrslitunum frá hes- um umfarinum varð bólk- að av nýggjum í miðum- farinum. Úrslitini vóru nærum tey somu. Annika og Kristian vunnu allar sínar dystir, Rakul tapti ein dyst. Øssur Hansen, formaðurin í felagnum í Vágum, hevði nú tikið seg fram og tapti hann bert ein dyst í miðum- farinum. Í hálvfinaluni skuldu skjótast í mesta lagi fimm sett. Tann, sum fyrst vann trý sett á tríggjar pílar, vann dystin. Í fyrru hálvfinalu møtt- ust Annika og Øssur. Øss- ur legði seg á odda við at vinna tvey tey fyrstu sett- ini, men kom Annika fyri seg aftur og vann tey næstu trý settini. Dysturin endaði við 3-2 sigri til Anniku. Seinna hálvfinalan var ímillum Kristian og Rakul. Rakul vann fyrstu tvey settini og javnaði Kristian til 2-2. Seinasta settið endaði javnt og var neyðugt við umskjóting. Í slíkari umskjóting verður ein pílur skotin og vann Rakul 9-8 og sostatt eisini dystin 3-2. Kristian og Øssur dyst- aðust síðan um 3. plássið. Nú var talan um at vera best av sjey settum. Øssur vann fyrsta settið, síðan gjørdi Kristian bart og vann greitt næstu fýra settini og dystin við 4-1. Í finaluni møttust Ann- ika og Rakul. Tær vístu báðar sera góða skjóting. Dysturin endaði við 4-1 sigri til Anniku. Compound Innleiðandi í bólki A vóru dystirnir javnir. Jógvan Niclasen, Tambar, vann bólkin við fýra stigum – einum vunnum og tveim- um jøvnum dystum. Síð- an høvdu Albert Dam, Ørvur, og Jóannes Poul- sen, Ørvur, trý stig hvør og Kristoffer Andreasen tvey stig. Albert hevði skotið flestu stigini og bleiv tí nummar tvey í bólkinum. Í bólki B vann Per Holm Andersen, Ørvur, allar sínar dystir og nummar tvey var Sigrid Vang, Ørvur, sum bert tapti ein dyst. Í millum umfarinum í bólki A vóru tað Jógvan og Sigrid, sum komu víðari við ávikavist seks og fýra stigum. Í bólki B vann Per allar sínar dystir, ímeðan hinir tríggir vóru javnir. Albert hevði aftur hesaferð flest skotin stig og fór víðari til hálvfinaluna. Yngsti skjútti í kapp- ingini, Kristoffer Andrea- sen, skeyt sera væl og setti persónligt met við samanlagt 543 stigum, bert sjey stig frá kravinum til innandura HM-kapp- ingina í mars mánaði. Fyrra hálvfinalan var ímillum Jógvan og Albert. Her gekk javnt á. Í fyrsta setti máttu tveir eyka pílar til at finna vinnaran. Jógvan vann dystin 3-2. Seinna hálvfinalan var ímillum Per og Sigrid. Per vann 3-1, men máttu trý tey fyrstu settini gerast av við eyka pílum. Albert og Sigrid møtt- ust síðan um triðja pláss- ið. Albert vann dystin 4-0 í sera jøvnum settum. Finalan var ímillum Jógvan og Per. Eisini hesin dysturin var sera javnur og spennandi, men var bert umskjóting í einum setti. Jógvan vann 4-3 og er hetta eisini fyrsta kappingin, sum Jógvan hevur vunnið. Aftur 18 Nicoleta Radu Hansen hevur higartil í ár verið besti málskjúttin í kvinnu- deildini í hondbólti, og mikukvøldið gjørdi so aftur eitt gott hál. Eftir at hon fyrr í ár varð fyrsta kvinnnan seinastu fimm árini, sum hevur skot- ið 17 mál í einum dysti, varð hon skjótt yvirhálað av Ioanu Rápa, men nú svaraði Nicoleta so aftur. 18 mál móti Kyndli førdu eisini fyribils við sær, at hon legði nakað av fjarstøðu til Ioanu á máltindinum. Listin yvir leikarar, sum hava skotið flest mál í ein- um og sama dysti síðani kappingarárið 1999/00, sær annars soleiðis út: 18 mál Ár Leikari Lið Dystur 2004/05 Ioana Rápa VÍF Kyndil-VÍF 2004/05 Nicoleta Radu Hansen Søljan Kyndil-Søljan 17 mál 2004/05 Nicoleta Radu Hansen Søljan Tjaldur-Søljan 2002/03 Áki Mørk Neistin KÍF-Neistin 1999/00 Áki Olsen Neistin Neistin- Tjaldur 16 mál 2003/04 Simona Petersen Neistin Neistin-VÍF 2001/02 Gabrielle Fekete VB StÍF-VB 2001/02 Simona Petersen Søljan Søljan- Stjørnan 2001/02 Heini Hanusarson Neistin Neistin-H71 15 mál 2002/03 Áki Olsen VÍF VÍF-Neistin 2001/02 Bjarni Wardum H71 StÍF-H71 2001/02 Heini Hanusarson Neistin VÍF-Neistin 2001/02 Asta Petrauskiene Søljan Søljan- Kyndil 2001/02 Ioana Rápa VÍF Søljan-VÍF 2000/01 Gurið Mortensen VB Tjaldur-VB 1999/00 John Petersen StÍF VÍF-StÍF Óroyndir leikarar við royndum makkarum. Tað var uppskriftin, tá seinast frálæru- kvøldið í Bridge var á skránni mánakvøldið BRIDGE Bogi Simonsen Mánakvøldið var síðsta kvøld hjá teimum, ið ganga til frálæru í bridge í 2004. Fyri at gera nakað serligt burturúr, varð skipað fyri kapping, har ein næmingur spældi saman við einum royndum bridgespælara. 12 pør luttóku í kappingini, ið varð skipað sum ein mitchell kapping, har norður og suður sita fast. 12 spøl vóru leikt. Kappingin gekk framúr væl, næmingarnir dugdu væl at spæla og kláraðu eisini at halda tíðuna. Kappingin hjá N/S gjørdist ikki serliga spenn- andi. Carl og Jenny vóru framúr góð og gjørdist eis- ini klárt nummar eitt. Á øðrum plássið komu Jórun og Carl, ið eisini høvdu eina góða skoru. Jórun og Carl ganga bæði til bridge frálæru, so sigast kann ikki annað enn, at eitt 2. pláss millum fleiri so góðar spælarar er sera flott. Hjá E/V varð kappingin sjáldsama spennandi, ein- ans 3 stig vóru millum nr. 1 og 6. Tá ið avtornaði, gjørdist Majbritt og Bogi fremst við 62 stigum, með- an Knút og Birita gjørdist nummar tvey. Kvøldskúlin byrjar aftur mánakvøldi 10. januar 2005. N/S par Stig 1 Jenny - Carl 86 2 Carl - Jórun 71 3 Pætur - Lovisa 57 4 Birgir - Jan 54 5 Arnbjørn - Gudmund 46 6 Kurt - Flemming 46 E/V 1 Maibritt - Bogi 62 2 Knút - Birita 61 3 Marjun - Nicolai 60 4 Andrass - Heðin 59 5 Levy - Danny 59 6 Heini - Jana 59 BRIDGE Bogi Simonsen Sp EKD6 Hj K76 Ru EK2 Kl B75 Sp B1043 Sp 97 Hj E54 Hj DB932 Ru 43 Ru B95 Kl D1032 Kl 64 Sp 82 Hj 108 Ru D10862 Kl EK98 N E S V 2nt Pas 4nt p 6nt a.p. 2nt = 20-21 hp 4nt = Spyr um 2nt hondin hevur nakað eykað. Jákup Hjaltalin, ið var norðan, meldaði í so hart, tá ið hann meldaði 6nt við 20 hp og 4333 fordeiling. Men meldar ein hart, skal ein eisini spæla væl og tað gjørdi Jákup. Heðin Mour- itsen, ið sæt eystan, spældi hjartar damu út, Jóannes Mouritsen, sum sæt vestur, gjørdi ein feil, tá ið hann tók við essinum og spældi hjartara aftur. Jákup tók við konginum og tók fýra rútarstingir og kom til hesa støðuna: Sp EKD6 Hj Ru Kl B75 Sp B1043 Sp 97 Hj Hj DB9 Ru Ru Kl D103 Kl 64 Sp 82 Hj Ru 2 Kl EK98 Til rú 2 fekk Jóannes ein óloysiligan trupulleika. Hann kundi ikki kasta ein kleyvara, tí so vann Jákup við at taka kleyvar ess og kong, Jóannes kundi heldur ikki kasta spar, tí so varð tann síðsti spaðarin hjá Jákup góður. Altso 12 stikk uppá skvis Jóannes kann forða fyri, at Jákup fær tempo til skvis- ina, við ikki at taka fyri hjartar ess í fyrsta stykkið. Men so vinnur Jákup lætt við, uppá sama hátt, at taka fyri sínar rútar-ar. Jóannes kann nú kasta hjartar ess burtur og framvegis var- veita haldið í báðum teim- um svørtu litinum. Men tá tekur Jákup fyri spar ess, kong, damu og spælir Jó- annes inn uppá tann síðsta sparin. Jóannes má nú spæla út frá kleyvar damu. Altso 12 stikk uppá sluttspæl. Jákup Hjaltalin í essinum PRO/AM kapp- ing í bridge