hósdagur 29. august 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
12
TEMA: løgtingsval
Bert tveir dagar eru eftir til valið, og fyri fleiri verður hetta
fyrstu ferð, at tey fara á løgtingsval at greiða atkvøðu.
Vit hava verið á vitjan á Glasi fyri at vita, hvussu tey,
ið skulu velja fyri fyrstu ferð, fyrihalda seg til valið.
Á LØGTINGSVAL F
Hevur tú funnið útav, hvar tú setir krossin?
Ja, eg seti krossin við Javnaðarflokkin. Mær dámar væl umhvørvis
politikkin hjá teimum, og so dámar mær eisini búskaparpolitikkin
við tí, at tey vilja hava eitt meira javnt samfelag.
Er nakað ávíst í valstríðnum, sum hevur
ávirkað, hvar tú velur at seta krossin?
Millum annað dámar mær ikki tað, at vit eru 50.000 íbúgvar, har
tað eru 5.000, sum búgva í fátækraváða, og 2.000 av teimum liva í
fátækradømi. Har haldi eg, at sum samfelag kunnu vit gera tað betri, og
eg haldi, at Javnaðarflokkurin hevur tosað mest um at fáa tað í ordan.
Er nakað ávíst evni, ið hevur verið torført at skilja í valstríðnum?
Nei. Eg haldi, at politikkararnir hava verið øgiliga greiðir og hava
dugað væl at forklárað tað fyri teimum, ið ikki eru innan politikk.
Fert tú einsamallur á valstaðið?
Tað kann vera. Eg eri ikki vísur enn.
Veitst tú, hvussu tú greiðir atkvøðu?
Ja, tað geri eg. Tú fært eitt valkort sendandi við einum tali á.
So fert tú til ta røðina, har títt tal er og fært atkvøðuseðil.
So fert tú inn í ein kliva einsamallur og setur ein kross.
Hvussu fert tú at halda valkvøld?
Eg fari til arbeiðis. Eg fari at fylgja við har heima,
og so fari eg til arbeiðis á midnátt.
Hevur tú funnið útav, hvar tú skalt seta krossin?
Ja. Eg eri í familju við ein, sum stillar upp. Men so havi eg eisini
spurt meg fram í familjuni og fylgt við á sosialu miðlunum, og
áskoðaninar hjá politikkarunum og flokkinum passa væl til mín.
Er nakað serligt, sum tú hevur lagt dent á?
Ja, hvat tey siga um minnilutabólkar í samfelagnum.
Er nakað evni ella mál, ið hevur verið torført at skilja?
At skilja fiskivinnuna! Tá tey tosa um tað, brúka tey nógv
fremmand orð, sum tey ungu kanska ikki kenna til. Mín
áhugi fyri akkurát tí er kanska heldur ikki tann størsti.
Fert tú á val einsamøll?
Eg fari antin einsamøll, ella fari eg við familjuni.
Veitst tú hvussu tú velur?
Ja, tað veit eg. Tú fært eitt valkort, sum tú vísir fyri teimum, sum sita
har. So fært tú ein lista og fer inn í valboksina at seta tín kross.
Hvussu fert tú at halda valkvøldið?
Eg fari at vera saman við familjuni! Eg veit ikki,
hvørjum tað endar við, men um hann í familjuni kemur
inn, so vænti eg, at har verður okkurt heima.
Hugin, 17.B, hugbreyt
Óluva, 2.G. Hugbreyt