hósdagur 29. august 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
13
FYRI FYRSTU FERÐ
Hevur tú funnið útav, hvar tú setur krossin?
Ja, tað havi eg.
Hvussu?
Nú havi eg roynt at hugt gjøgnum allar flokkarnar, og har
var ein flokkur, ið eg var øgiliga imponeraður av, og sum
mær dámar væl. Tað er rætti flokkur hjá mær at velja.
Er nakað serligt frá valstríðnum, ið hevur
fingið teg at velja tann flokkin?
Ja. Nú búgvi eg á bygd, og eg eri voksin upp við
fiskivinnu, so tað verður Fólkaflokkurin.
Hevur verið nakað ávíst í valstríðnum,
ið hevur verið ringt at skilja?
Ringt at skilja haldi eg ikki. Tað hevur verið tað sama tosið allatíð um
fiskivinnuna, og eg haldi, at eg havi fingið nokk so gott tak um tað.
Fert tú einsamallur at velja?
Tað kann vera, at eg fari við vinmonnum. Teir
atkvøða fyri tí sama, so tað er fínasta slag.
Veitst tú, hvussu tú greiðir atkvøðu?
Tú fært fyrst eitt valkort, sum tú hevur við tær á val. So letur
tú teimum tað og fært ein lista, ella ein atkvøðuseðil, so
fert tú inn at seta krossin á flokkin ella valevnið hjá tær.
Hvussu fert tú at halda valkvøld?
Ætlanin er at hyggja eftir valinum saman við nøkrum vinmonnum.
Vit halda allir tað sama, so tað verður ikki soleiðis, at nakrir verða
glaðir og keddir í senn. Vit verða allir skuffaðir ella glaðir.
Nú hella tit allir til sama flokk, fara tit so
á vitjan hja flokkinum eftir valið?
Nei, tað haldi eg ikki. Vit fara kanska inn til
onkran, ið bjóðar inn aftaná valið.
Hevur tú funnið útav, hvar tú setir krossin?
Ja.
Hvussu hevur tú funnið útav tí?
Eg havi lisið um flokkarnar.
Velur tú tað sama sum foreldrini?
Tað geri eg, men eg visti eisini sjálv, hvønn eg vildi velja.
Er nakað ávíst í valstríðnum, sum hevur ávirkað tína atkvøðu?
Ja. Tað eru tey, ið eru deprimerað og hava tað ringt. Flokkurin,
ið eg velji, setir orð á, hvat hann ætlar at gera við tað.
Hevur tað verið nakað ávíst evni, ið hevur verið torført at skilja?
Eg skilji ikki fiskivinnu yvirhøvur.
Fert tú einsamøll á valstaðið?
Ja.
Veitst tú, hvussu tú greiðir atkvøðu?
Eg spyrji bara mammu! Men jú, eg veit soleiðis nøkunlunda.
Tú fært eitt valkort, sum tú letur inn har uppi. So fært
tú atkvøðuseðil, og so fert tú inn og setir tín kross.
Hvussu fert tú at halda valkvøld?
Eg fari at halda 18 ára føðingardagsball. Eg fylli 18 í
dag, og haldi ball leygarkvøldið. Ball og valkvøld.
Verður sjónvarpið tendrað til føðingardagin?
Ja, tað verður tað.
Sarita, 19P
Árni, 18B, Fyrireikingarbreyt