Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019 SOSIALURIN 99 14 Størri og dýrari valstríð - Valstríðið er vorðið nógv meira professionelt. Tað sæst eisini, at tað eru professionel fólk, ið hava ábyrgdina fyri valstríðnum hjá flokkunum. Summir flokkar seta ávís fólk at standa fyri valstríðnum, meðan aðrir flokkar keypa tænastur tænastur frá lýsingarfyritøkum og øðrum. Tað ger, at støðið á tí tilfari, ið kemur frá flokkunum undir valstríðnum, verður eitt heilt annað, sigur Niels Uni Dam, stjóri í samskiftisfyritøkuni Nudlavirkið HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T á veljarin leygardagin skal seta kross við ein av teimum 179 valevn­ un­um, ið bjóða seg fram á løgtingsvalinum, er tað aftaná eitt fimm vikur langt valstríð, har valevnir og flokkar hvør í sínum lag hava gjørt sítt ítasta at sannføra veljaran um, at júst tey og teirra flokkur er rætta staðið at seta krossin. Við lesarabrøvum, plakatum, sjónbandabrotum, hoppiborgum, valfundum, familjudøgum, sunk­ ist­um, klovnum, karamellum, rós­ um og stórskíggjum tykist tað, sum at tað bara er hugflogið, ið avmarkar hvat tey vónríku val­ evnini brúka fyri at tekkjast velj­ arum og fáa tær síðstu atkvøð­ ur­nar í hús, ið skal tryggja júst teim­um ein av teimum 33 sess­ unum á Vaglinum. Um tað eydnast fæst ikki at vita fyrr enn út móti midnátt leyg­arkvøldið, men longu nú kann stað­festast, at lýsingarfyritøkur og ráðgevar hava havt góðar dag­ ar, tí talan hevur verið um eitt av teimum dýrastu og størstu val­ stríð­um, ið nakrantíð hevur verið til løg­tingið. Týðiligt rák Ein teirra, ið hevur fylgt valstríðn­ um frá fyrstu røð, og sum hevur selt tænastur til ymiskar flokkar og valevnir, er Niels Uni Dam, stjóri í samskiftisfyritøkuni Nudla­ virkið. Tá hann verður spurd­u­r, um hvat hevur eyðkent hetta val­ stríðið, vísir hann beinan­veg­in á eina eyðsýnda broyting í val­plak­ atum. - Tað er eitt øgiliga týðiligt rák, at tað eru nógv fleiri valplakatir enn nakrantíð áður. Og ikki bara eru tær munandi fleiri í tali, men tær eru eisini størri enn áður, sigur Niels Uni Dam og leggur afturat, at tað er ein góð grund til tað. - Tann vanliga støddin á einari plakat hevur verið 50x70cm, men nú eru hesi prentini á vinylplatur, ið eru 2x1,2m vorðnar nógv bíligari enn áður. Vit tosa um ein kostnað, ið er minni enn helmingurin av tí, ið hann var fyri nøkrum árum síðan. Tí eru tað nógv fleiri, ið hava ráð til hesar stóru plakatirnar, sigur Niels Uni Dam. Tann vaksandi mongdin av plakatum sæst aftur í, at plakat­ ir fylla so gott sum hvønn grøna plett runt tær ymisku rund­koyr­ ing­arnar í landinum og vegamót eru full av myndum av valevnum, ið ynskja at verða sædd. Men sum nakað nýtt, síggjast stórar val­ plakatir eisini aðrastaðni hetta valið. - Flokkarnir eru farnir at hanga valplakatir upp á heilt øðrum støðum, tí tær eru so nógvar í tali, at man má finna nýggj støð, sigur Niels Uni Dam. Manglandi boðskap Men umframt at plakatirnar eru vorðnar størri og fleiri, hevur samskiftisráðgevin eisini lagt merki til eitt annað rák viðvíkjandi plakatunum. Tað eru munandi færri valplakatir, ið hava nakran boðskap. - Tað eru rættiliga fá av val­ evn­unum, ið hava ein boðskap á plak­atunum. Tað er ein broyting, ið vit hava sæð so spakuliga tey sein­astu valini, tí áður høvdu fólk gjarna onkran tekst ella boð­skap á plakatunum. Nú eru flestu plakatirnar einans ein mynd, floksbókstavurin, layout og navnið á valevninum, sigur - Tað er eitt øgiliga týðiligt rák, at tað eru nógv fleiri valplakatir enn nakrantíð áður. Og ikki bara eru tær munandi fleiri í tali, men tær eru eisini størri enn áður TEMA: løgtingsval