hósdagur 29. august 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
15
Niels Uni Dam, ið undrast yvir
hesa broyting.
- Tað er eitt løgið rák, tí man
skuldi trúð, at fólk, ið bjóða seg
fram á einum løgtingsvali, hava
okkurt meira á hjarta enn at vísa
sítt pena andlit.
Aðrar pallar
Meðan valplakatir er ein gamal
klassikari at røkka veljarum við
einum boðskapi í valstríðnum,
hava fleiri nýggir pallar sæð dags
ins ljós seinastu valini. Ein teirra
eru teir stóru skíggjarnir, ið eru at
síggja kring landið.
- Teir digitalu skíggjarnir verða
nógv brúktir hetta valstríðið,
har millum annað Hans Andrias
Kelduberg hevur verið sera sjón
ligur, vísir samskiftisráðgevin á.
Eitt annað nýtt er eisini teir
stóru bannararnir ella dúkarnir, ið
verða festir á bygningar og onnur
sjónlig støð.
- Teir eru rættiliga sjónligir,
men tað merkisverda er, at tað
ikki endiliga eru toppvalevnini hjá
flokkunum, ið eru á hesum bann
arum. Har er ein broyting hend, tí
tá Javnaðarflokkurin fyri nøkrum
árum síðan høvdu eina stóra
plakat av Jóannes Eidesgaard á
gomlu sápufabrikkuni við Ring
vegin hoyrdist eitt ramaskríggj.
Tað var ikki serliga væl dámt, at
ein persónur blásti seg sjálvan
soleiðis upp. Nú eru øll stór, hó
ast man ikki er millum fremstu
valevnini, sigur Niels Uni Dam, ið
vísir á, at tað er møguligt, tí slíkir
bannarar eru vorðnir munandi
bíligari.
Fleiri pengar í valstríðnum
Hóast nógv er vorðið bíligari at
framleiða, so metir samskiftis
ráðgevin sum heild, at flokkar og
valevnir eru farin at brúka mun
andi meira pengar upp á valstríð
enn áður.
- Vit síggja millum annað, at
tað eru nakrir fíggjarliga sterk
ir einstaklingar, ið koma inn í
valstríðið. Harumframt hevur
man nakrar sterkar pengakassar,
ið koyra valstríð, sigur samskiftis
ráðgevin.
Og meðan tað sæst á valplak
atum og lýsingum hjá teimum
einstøku valevnunum, kemur tað
til sjóndar í einum betri riknum
valstríði hjá flokkunum.
- Valstríðið er vorðið nógv meira
professionelt. Tað sæst eisini, at
tað eru professionel fólk, ið hava
ábyrgdina fyri valstríðnum hjá
flokkunum. Summir flokkar seta
ávís fólk at standa fyri valstríðn
um, meðan aðrir flokkar keypa
tænastur tænastur frá lýsing
arfyritøkum og øðrum. Tað ger,
at støðið á tí tilfari, ið kemur frá
flokkunum undir valstríðnum,
verður eitt heilt annað, sigur Niels
Uni Dam.
Tað sæst millum annað aftur í,
at valevnini eru betri fyrireikaði
og lata seg ikki trýsta, tá kjakið
verður heitt.
- Um tú hyggur eftir valevn
unum hjá summum flokkum,
er eingin ivi um, at teir eru væl
fyrireikaðir, og at tað eru pro
fessionel fólk, ið hava gjørt tað.
Sum heild eru flokkarnir betri
stýrdir nú, tó at summir eru betri
enn aðrir. Tað er jú sjálvandi ym
iskt hvussu dugnalig tey fólkini
eru, ið flokkarnir hava keypt ráð
geving frá, sigur hann.
Valið út aftur til fólkið
Seinastu árini hevur tað serliga
verið valsendingarnar hjá Kring
varpinum, ið hava verið karmur
um valstríðið, men valstríðið í ár
hevur verið merkt av, at alsamt
fleiri fakfeløg, áhugafeløg og
onnur hava átt ein størri part av
stríðum um valdið, vísir stjórin á
Nudlavirkinum á.
- Áhugafeløg hava verið øgi
liga virkin í valstríðnum. Tey
hava bæði víst á síni hjartamál,
men eisini skipa egnar fundir har
tey seta dagsskránna. Tað er eitt
mótsvar til Kringvarpið, ið hevur
brúkt ein strangan form til val
fundirnar, sigur Niels Uni Dam,
ið sær fleiri fyrimunir við hesum.
- Hetta gevur nakað heilt annað
til valstríðið, tí nú er ein partur av
tí flutt úr Kringvarpinum og út
aftur til áhugafeløgini. Fyrr hevði
man fleiri valfundir í hvørjari
bygd, men tá Kringvarpið kom
duttu hesir niðurfyri. Nú eru tað
ikki lokalfeløg ella Kringvarpið,
men áhugafeløg, fakfeløg og onn
ur, ið seta dám á valstríðið.
- Vit síggja
millum annað,
at tað eru nakrir
fíggjarliga
sterkir
einstaklingar,
ið koma inn
í valstríðið.
Harumframt
hevur man
nakrar sterkar
pengakassar, ið
koyra valstríð
- Tað er eitt
løgið rák, tí man
skuldi trúð, at
fólk, ið bjóða seg
fram á einum
løgtingsvali,
hava okkurt
meira á hjarta
enn at vísa sítt
pena andlit.