Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019 SOSIALURIN 99 16 – Tað eru púra vanlig fólk, ið sita framman fyri sjónvarpið, og tað er vælsaktans tey, ein skal røkka, og ikki nørdunum, tá ið viðmerkingar verða gjørdar í sjónvarpinum, sigur Jóannes Hansen, ið hevur viðmerkt val í sjónvarpinum síðani 1994 FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO T ilsamans hevur Jóannes Hansen viðmerkt 21 val í sjónvarpinum. Fyrst saman við Johnsigurd Johannesen og síðani saman við Boga Gotfred. Talan hevur bæði verið um løgting-, fólkatings- og bý- og bygdaráðsval. – Nú er tað munandi meira professionelt í mun til fyrstu árini. Eitt av fyrstu árunum las eg í bløðunum, at eg skuldi viðmerkja í sjónvarpinum. Men nú er øðrvísi. Tað er langt síðani, at Kringvarpið setti seg í sambandi við meg, og eg havi fleiri ferðir verið inni í studio, og vit hava tosað um grafikk, talvur, mannagongdir og annað, sigur Jóannes Hansen. Jóannes Hansen las til lærara og seinni samfelagsfrøði. Hann hevur havt áhuga í politikki, so langt aftur hann kann minnast, og til dagligt undirvísir hann í sam­felagsfrøði á miðnámi á Kambs­dali. Hann var eisini við í arbeiðinum at skriva løgtings­ søg­una, tá ið løgtingið fylti 150 ár í 2002. Tá skrivaði hann um val og valtøl. Brúkar egnan stíl Men hvussu er so at viðmerkja í sjónvarpinum. – Tað er mær ein sera stór hjálp, at eg kenni nógv fólk kring landið. Um tað eru onkur valevni, ið stilla upp, sum eg ikki kenni, so kann eg sum oftast skjótt finna út av, hvør viðkomandi er. Men eg má altíð lesa uppá, áðrenn eg fari í studio. Eg brúki mín egna stíl. Kanska Eitt valdømi hevur broytt valið Jóannes Hansen, valviðmerkjari, heldur, at trygdin fyri lokalari umboðan er burtur, at politiski floksmentaliteturin er burtur, at nýggir áhugabólkar eru komnir inn í valstríðið, og at valið er farið frá at handla um flokkin til at handla um tann einstaka persónin, síðani vit fingu eitt valdømi FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO Í 2007 varð valskipanin broytt frá at vera sjey valdømi til at vera eitt valdømi. Til valið í 2008 varð nýggja val­ skipanin fyrstu ferð roynd. – Eg skal ikki siga um tað varð rætt ella skeivt at broyta, men eina valdømi hevur havt fleiri broyt­ingar við sær, sigur Jóannes Hansen. Trygdin fyri lokalari umboðan er burtur Fyrsta broytingin er, at trygdin fyri staðbundnari umboðan er burtur. – Fyrr vóru 27 valdømisvald deild út á tey sjey valdømini. Tað var ein trygd fyri, at tey ymisku økini fingu umboðan. Síðani vóru fimm eykavald, har fekk Havnin flest av teimum. Nú er hendan trygdin burtur, sigur Jóannes Hansen. Hann vísir á, at veljarin fyrr valdi meir hugsjónarligt, tí at stað­ bundna økið altíð fekk umboðan. Nú verður valt meira staðbundið fyri at tryggja staðbundna øk­in­ um umboðan. – Eitt lítið økið sum Sandoyggin er í stórum vanda fyri at missa um­boðan. Tí velja fólk onkran stað­bundnan, sigur Jóannes Han­ sen. Hann vísir tó á, at valúrslitini síðani broytingina higartil ikki hava broytt so nógv, og at øll økini í land­inum hava fingið umboðan. Politiski floks­ mentaliteturin er broyttur Valviðmerkjarin vísir eisini á, at politiski floksmentaliteturin er broyttur – Tað er bara lív í staðbundnu politisku valfeløgunum undan vali. Fyrr vóru tey staðbundnu feløg­ini nógv meira virkin, og í summ­um støðum kundu 100 fólk møta upp á valfund. Men tað hend­ir ikki í dag. Tað er ofta trup­ult at manna nevndirnar, og í praksis virkar tað soleiðis, at nevnd­irnar gera uppskot til val­evnis­lista, sum síðani verður kon­firm­eraður av landsleiðsluni í flokk­inum, sigur Jóannes Hansen. Nýggir áhugabólkar Hann vísir eisini á, at nýggir áhuga­bólkar eru komnir fram í val­stríðnum, nú alt landið er eitt val­dømi. – Eg hugsi um pensjónistafeløg, reiðarafelag, ungdómsfeløg og starvsbólkar. Til dømis síggja vit, at ein vælumtóktur fyrrverandi stjóri á Landssjúkrahúsinum er á einum lista. Tað er líkasum at sagt verður við starvsfólkið á Lands­ sjúkrahúsinum, at nú kunnu tit velja ein, sum umboðar tykkum, sigur Jóannes Hansen. Tann seinasta broytingin, sum hann vísir á, er, at valevnini nú í nógv størri mun peika á seg sjálva/n og ikki á flokkin. – Tað er ilt at fáa eyga á, hvar velevni vera politiskt skúla. Áður var tað í lokalu valfeløgunum og í floksbløðunum, sum høvdu tak á uppstillingini. Nú er størri møguleiki fyri, at fólk, sum eru óroynd og ókend í politikki, brádliga verða vald í tingið, sigur Jóannes Hansen. Ikki tær stóru broytingarnar Tá ið vit spyrja eftir, hvat vit kunnu rokna við leygardagin, tá ið uppteljingin er liðug, sigur Jóannes Hansen. – Í fjør og í vetur vístu onkrar veljarakanningar, at Fólka­flokk­ ur­in fór at vinna stórsigur, men kann­ingarnar síðstu tíðina benda á, at tað sær út til at enda soleiðis, sum tað hevur nógvu tær seinastu ferðirnar. Stóru flokkarnir fáa sjey í part – onkur ein fleiri og onkur annar ein færri – og so fáa hinir tilsaman fimm ella seks. Men smáar flytingar millum flokkarnar fara at hava stórar broytingar í samgongusamanseting, tí tað er so tætt millum andstøðu og samgongu, og tí tað vísir seg at vera meiri blokkpolitikkur, enn tað áður hevur verið í føroyskumpolitikki. Ikki síðani í 1990 hevur nakar flokkur vunnið fleiri enn átta. Tá vann Javnaðarflokkurin 10 tingmenn, men tá vóru Føroyar sjey valdømi. Um talan tá var um eitt valdømi, so vann Javnaðarflokkurin níggju tingmenn, sigur Jóannes Hansen.– Fyri 25 árum síðani – í 1994 – datt Tjóðveldið niður á fýra og Javnaðarflokkurin fimm tingmenn. Síðani hava stóru flokkarnir átt millum seks og átta tingmenn, og tað letur til, at úrslitið hesa ferð ikki verður so nógv øðrvísi, sigur Jóannes Hansen.– Fyri 25 árum síðani – í 1994 – datt Tjóðveldið niður á fýra og Javnaðarflokkurin fimm ting­menn. Síðani hava stóru flokk­arnir átt millum seks og átta tingmenn, og tað letur til, at úrslitið hesa ferð ikki verður so nógv øðrvísi, sigur Jóannes Hansen. FÓLKSLIGI VALVIÐM Jóannes Hansen, valviðmerkjari í sjónvarpinum seinastu 25 árini TEMA: løgtingsval