hósdagur 29. august 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
17
Hvussu verður valúrslitið roknað?
Hvussu verður tingmannabýtið
hjá teimum ymisku flokkunum
ásett? Og hvussu ber tað til, at
ein flokkur kann ganga aftur í
prosentum, men kortini fáa fleiri
tingfólk? Vit hava spurt Petur
F. Zachariasen, pensjóneraðan
støddfrøðing og hagfrøðing,
hvussu valúrslitið verður roknað
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Vit nýta tað, ið verður kallað
størsti brøkur ella Hamilton
hátturin, tá ið vit rokna úrslitið,
sigur Petur F. Zachariasen.
Tinggáttin
Hann greiðir frá, at fyri at ein flokk
ur skal sleppa inn um tinggáttina,
skal viðkomandi flokkur hava
minst 1/33 part av atkvøðunum.
Tað vil siga, at flokkurin skal
hava í minsta lagi 3,03 prosent av
atkvøðunum. Hevur flokkurin
færri atkvøður, so fær flokkurin
ikki tingumboðan.
– Atkvøðurnar hjá møguligum
flokkum, sum ikki røkka tinggátt
ina, verða saman við ógildigum og
blonkum atkvøðum drignar frá
samlaða atkvøðutalinum. Hetta
talið verður síðani býtt við 33, sum
er tingmannatalið.
Størsti brøkur
Taka vit valúrslitið frá løgtings
valinum 2015 sum dømi, so var
atkvøðutalið 32.374. Tað verður so
býtt við 33. Tað gevur 981,03.
Veljaratølini hjá hvørjum
einstøkum flokki verður so býtt
við 981,03. Úrslitini eru hesi
(sí talvu 1)
Fyrst verður hugt eftir heilu
tølunum, sum vísa, hvussu nógv
umboð hvør flokkur fær. Tá ið talt
verður saman sæst, at 30 eru vald.
Men 33 skulu veljast. Tað merkir, at
trý umboð skulu finnast afturat.
Her verður hugt eftir brøkunum,
og trýggir teir hægstu brøkarnir
fáa umboð.
Við hesum roknihátti verður
funnið, hvussu nógv umboð hvør
flokkur hevur rætt til at fáa í mun
til atkvøðutalið.
Tá ið hugt verður eftir, hvørji
tingfólk eru vald á hvørjum lista,
so eru tað tey, ið hava flestar
atkvøður á listanum.
– Fyrimunirnir við skipanini
eru at tingmannabýtið er altíð
kvotufast og tætt upp á kvotubýtið.
Hátturin er eisini lættur at brúka
og kennist rættvísur, sigur Petur
F. Zachariasen.
Men hann vísir eisini á, at ein
vansi kann vera, at lutfalslig fram
gongd hjá einum flokki kann føra
til eina fækkan av tingsessum hjá
sama flokki.
Hví fekk Sjálvstýri fleiri
tingfólk hóast afturgongd?
Men hvussu ber tað til, at til døm
is Sjálvstýri fór aftur við 0,1 pro
sentum í 2015 í mun til valið í 2011,
men at teir fóru frá einum tingfólki
í 2011 til tvey tingfólk í 2015?
– Vit skulu síggja burtur frá
prosentunum, tí tey kunnu
órógva. Roknað verður eftir
størsta brøki, og tað fall øðrvísi
út á valinum í 2015 í mun til 2011.
Tað er tað, sum ger munin, sigur
Petur F. Zachariasen.
Úrslitið við seinasta val var
sostatt sera tætt. Framsókn
var bara 0,05 prosent aftanfyri
Sjálvstýri, og sera tætt við at fáa
ein mann valdan afturat. Sum
úrslitið fall út, skuldi Framsókn
bara havt 17 atkvøður afturat, so
høvdu teir fingið triðja tingfólkið,
og Sjálvstýri hevði bara fingið
eitt tingfólk. Líka í hølunum á
Framsókn lá Javnaðarflokkurin,
teir lógu bara 0,08 prosent aft
anfyri Sjálvstýri. Hetta vísir, at
tær einstøku atkvøðurnar hava
sera stóran týdning og kunnu
flyta nógv.
Lógin um løgtingsval
Í løgtingslóg nr. 61 frá 26. mai 2010 um broyting í
løgtingslóg um val til Løgtingið stendur undir § 32:
§ 32 verður orðað soleiðis:
”§ 32. Uppgjørt verður, hvussu nógvar atkvøður, hvør góðkendur
listi hevur fingið tilsamans. Samlaða atkvøðutalið hjá øllum listum,
sum hava fingið í minsta lagi 1/33 part av atkvøðunum, verður býtt
við tingmannatalinum (33). Við hesum tali verða atkvøðutølini hjá
flokkunum býtt, og við hesum roknihátti verður funnið, hvussu
nógv umboð hvør flokkur hevur rætt til at fáa í mun til atkvøðutalið.
Geva teir við býti framkomnu býtingarpartar tilsamans, tá ið
brøkarnir verða tveittir burtur, ikki 33 tingumboð, verða teir
størstu brøkirnir hækkaðir, til hetta tal er rokkið (hátturin við
størsta brøki). Standa atkvøður á jøvnum, ger lutakast av.
Stk. 2. Á hvørjum lista verða fólk vald eftir persónliga
atkvøðutalinum. Standa atkvøður á jøvnum, ger lutakast av.
Stk. 3. Valnevndin gevur teimum soleiðis valdu valbræv.
hetta er ein føroyskur stílur, men
soleiðis eri eg, og tað kenni eg
meg tryggan við, sigur Jóannes
Hansen.
Hann vísir eisini á, at tað er
stórur munur á fyrr og nú.
– Valúrslitini sodnaðu betur
fyrr, tá ið tey vórðu lisin upp í
útvarpinum, og tú skuldi sjálvur
skrivað tey niður. Nú er tað meira
professionelt, og tíð er ikki at lesa
øll úrslitini upp, sigur Jóannes
Hansen.
Jóannes er ofta skjótur at
síggja gongdina, tá ið úrslitini kom
inn, og hvussu endaliga úrslitið fer
at vera.
– Avbjóðingin er millum annað
í knappari vend at síggja rák og
gera metingar. Tað verður gjørt
við royndum í huga og skal vera
trúverdugt, men so leingi, talan
ikki er um úrslit, so er møguleiki
altíð fyri, at metingin ikki heldur,
sgiur Jóannes Hansen.
Politikarin kennir veljaran
Tá ið hugsað verður um sam
bandið tann einstaki politikarin
hevur við veljaran, so heldur
valviðmerkjarin, at vit hava eina
serliga støðu í Føroyum.
– Tað er ikki sum í Danmark
og aðrastaðni. Politikararnir vita
ómetaliga væl, hvørjar atkvøður
teir eiga. Í Føroyum hava vit nógv
persónligt valstríð, har valevnini
sjálv ella onnur reka fyri tey. Tey
nýta messenger, sms, ringja og
tosa við fólk. Hetta gevur eitt tætt
tilknýti til veljaran, sigur Jóannes
Hansen.
25 ár sum viðmerkjari
Jóannes Hansen hevur viðmerkt
øll val, sum hava verið seinastu 25
árini. Hvussu leingi tað verður aft
urat, veit hann tó ikki.
– Tað er ein spurningur um lív
og heilsu, og hvat Kringvarpið
ynskir. Eg eri 64 ár, so pensjónin
nærkast, sigur Jóannes Hansen.
(hægsti brøkur)
Atkvøður
Brøkur
Eyka
A: Fólkaflokkurin
6102
6,22
B: Sambandsflokkurin 6046
6,16
C: Javnaðarflokkurin
8093
8,25
D: Sjálvstýri
1305
1,33
+ 1
E: Tjóðveldi
6691
6,82
+ 1
F: Framsókn
2241
2,28
H: Miðflokkurin
1779
1,81
+ 1
Vald
30
3
MERKJARIN
Talva 1
Valúrslit frá løgtingsvalinum 2015. Útrokningar eftir størsta
brøki, hvussu nógvar tingsessir hvør flokkur fær.
Petur F. Zachariasen, matematikari og hagfrøðingur
Mynd: Álvur Haraldsen