hósdagur 29. august 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
20
FØROYA RÆTTUR
Ein maður var týsdagin fyri
Føroya rætt, har hann var
ákærdur fyri at hava gjørt
seg inn á fýra smágentur í
tíðarskeiðnum frá 1992 til 1996
STEINAR PATURSSON
STEINAR@SOSIALURIN.FO
Á
kæran ljóðaði á brot
á grein 216 stk. 2 sam
bært grein 225 í revsi
lógini , ið er annað
kynsligt samband enn samlega.
Talan er um fýra gentur til
samans. Tvær teirra eru systrar,
og konan hjá manninum er fastir
teirra. Hon er eisini fastir at triðju
gentuni, sum so er systkinabarn at
hinum báðum gentunum. Fjórða
gentan er guðdóttir mannin, og
pápi hennara og ákærdi maðurin
høvdu verið vinir, áðrenn pápin
frætti um ágangin. Genturnar
vóru allar millum trý og níggju
ár, tá ágangurin skal hava gingið
fyri seg.
Allar genturnar, sum eru vaksn
ar í dag, greiddu í rættinum frá, at
av tí at tær høvdu tætt samband
til mannin og konuna gjøgnum
familjuna, vóru tær ofta á vitjan.
Tær søgdu frá, at ágangurin gekk
í høvuðsheitum fyri seg í stovuni
hjá manninum og konuni, tá kon
an ikki var heima. Ein teirra vitn
aði tó, at maðurin kundi finna upp
á at nerta við hana, hóast onnur
vóru til staðar, so leingi sum tey
sótu aftan fyri eitt borð, har eingin
sá.
Játtaði at hava
verið ópassandi
Maðurin játtaði í rættinum, at
hann hevði havt uppført seg
ópassandi við eldru av systrunum.
Maðurin greiddi frá, at einaferð
hann var einsamallur við gentuni,
hevði hon stungið hondina niður í
buksurnar til undirlívið og sagt, at
har luktaði. Hon vildi hava hann
at vita, um tað luktaði, og hann
hevði játtað. Hann hevði síðani
stungið hondina niður í undir
buksirnar hjá henni og hevði
sagt, at har var einki galið, og at
tað luktaði, sum tað skuldi. Hetta
hendi nakrar ferðir aftrat í tíðini
aftaná, til maðurin at enda fýra
ella fimm ferðir seinni greiddi
gentuni frá, at hann vildi ikki gera
tað meira, tí at vaksnir menn nerta
ikki við lítlar gentur.
Ákærin vildi hava mannin at
svara, hví hann ikki hevði sagt
foreldrunum frá tilburðinum. Tað
visti maðurin ikki og segði, at tað
hevði hann ikki hugsað um.
Maðurin greiddi eisini frá, at
tann eldra systirin var komin á
gátt hjá honum eina ferð sum 19
ára gomul, og hann fortaldi rætt
inum, at tey høvdu havt eina bøt
andi samrøðu. Hann vísti á, at
gentan hevði givið úttrykk fyri,
at hon harmaðist, at hon ongantíð
hevði greitt foreldrunum frá, at
tað var hon, ið hevði fingið hann at
koyra hendurnar í undirbuksirnar
hjá henni.
Gentan vitnaði í rættinum,
og hon segði eisini, at hon hevði
verið hjá manninum og vitjað sum
19 ára gomul. Sambært hennara
frágreiðing var tað tó undir heilt
øðrum umstøðum. Gentan gekk
tá til sálarfrøðing og hevði fingið
at vita, at tað kundi geva henni
nakað av friði at konfrontera
mannin við tí, sum hann hevði
gjørt. Í vitnisfrágreiðingini segði
hon, at maðurin var sjónliga ótil
pass av vitjanini, og at hann bakk
aði undan henni inn í eitt horn, tá
hon vildi hava hann at svara fyri
tað, sum var farið fram. Hon legði
aftrat, at maðurin skuldi hava
sagt "eg eri keddur av tí, men tær
dámdi tað.
Familjustríð orsøk
til ákærur
Ákærdi maðurin segði seg tó
einki kenna til málini við hinum
trimum gentunum, og at hann
visti av ongum, fyrr enn hann
varð meldaður í 2017. Hinvegin
helt hann, at ákærurnar kundu
vera úrslit av arva- og øðrum
familjustríði, ið hevði tikið seg
upp millum konuna og beiggjar
hennara. Maðurin vildi vera við,
at beiggjarnir hjá konuni høvdu
hótt við at meldað hann eina ferð,
tí at ósemja hevði stungið seg upp
aftur teirra millum, men at teir
so høvdu sagt, at keypti maðurin
jóla- og føðingardagsgávur til
døtrarnar, so skuldu teir sleppa
málinum.
Hann segði eisini, at hann og
konan høvdu havt stóran ampa av
hesum, tí at slaturin hevði gingið
um hann í lokalsamfelagnum síð
an 1996, og at hetta hevði tikið hart
upp á hjúnabandið hjá honum.
Óttaðist, at hon
var upp á vegin
Allar genturnar greiddu í rætt
inum frá, at tær vóru rættiliga
illa merktar av áganginum, og at
tríggjar teirra høvdu verið sjúkra
meldaðar sum vaksnar av sálar
ligu meinini, ið tær høvdu fingið.
Eldra systirin hevði eisini gingið
til sálarfrøðing sum níggju ára
gomul, tí at hon misti svøvn
in. Eisini greiddi hon frá, at hon
hevði sum smágenta lært, at tú
gjørdist upp á vegin við kynslig
um sambandi, og at hon tí gekk og
óttaðist, at hon var vorðin upp á
vegin. Hetta merkti nógv barna
árini, segði hon, tí hon gekk allatíð
og helt eyga við undirlívinum og
búkinum fyri at vita, um hann var
voksin. Haraftrat greiddi hon frá,
at hon hevði havt tað trupult við
tankanum um at fáa børn sjálv, tí
hon vildi ikki seta børn í verðina,
tá tílík menniskju sum ákærdi
maðurin eru til.
Ákærdur fyri
at gera seg inn á
fýra smágentur
maðurin var
sjónliga ótilpass
av vitjanini, og
at hann bakk
aði undan henni
inn í eitt horn, tá
hon vildi hava
hann at svara