Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019 SOSIALURIN 99 21 Slitu sambandið við ákærda Tað var eitt sindur ógreitt, júst hvussu foreldrini at øllum gent­ un­um tá í 1996 høvdu fingið fræn­ir av, at alt ruggaði ikki rætt. Men sum skilst var okkurt barn í hús­unum hjá guðdóttrini, ið hevði ovtalað seg framman fyri foreldrum hennara. Foreldrini høvdu síðani ringt til foreldrini at systr­unum og sagt teimum frá, hvat tey høvdu illgruna um. Mamm­an at systrunum greiddi í rætt­inum frá, at hon hevði í byrj­ an­ini torført at trúgva søgunum. Um sama mundið koyrdi málið móti Marc Dutroux í Belgia, har hann varð ákærdur og síðani dømd­ur fyri at hava pínt og neyð­tikið fimm gentur og dripið fýra teirra. Mamman segði, at miðl­ar­nir gjørdu nógv burtur úr tí mál­inum í Føroyum, og at hon fekk seg ikki heilt at trúgva, at tí­líkt var komið til Føroyar. Eftir at hini foreldrini høvdu sett seg í samband við hana fyri aðru ferð, tók hon kortini avgerð at spyrja døtrarnar, um nakað var farið fram í húsunum hjá ákærda mann­inum, og døtrarnar játtaðu. Tá høvdu foreldrini at systr­un­ um saman við pápanum at systk­ inabarninum valt at kon­front­era ákærda mannin, og tey gjørdu hon­um greitt, at sambandið teirra mill­um varð slitið. Hóast ákærdi maðurin í rættinum greiddi frá, at hann hevði einans nortið við elstu systrina, tí hon hevði biðið hann kanna lukt úr undirlívinum, so segði hann einki við foreldrini um tað, tá tey komu at konfrontera hann. Tá hann í rættinum varð spurd­ur, hví hann ikki hevði gjørt tað, svaraði hann, at hann gjørdi tað fyri at verja gentuna, tí hann vildi ikki, at hon kom í trupulleikar við foreldrunum. Av tí, at 23 ár eru liðin, síðan ágang­urin skal hava gingið fyri seg, vildi verjin hava at vita frá gent­unum, hví maðurin ikki var meld­aður til løgregluna fyrr. Felags fyri allar genturnar var, at foreldrini høvdu ikki viljað meldað, tí at ein rættarsak hevði verið ov hørð fyri smágentur, og at tey vildu verja døtrarnar fyri tað. Eldra systirin gjørdi tó greitt, at hon tók avgerð um at melda mann­in, tá hon fann útav, at málið var um at fyrna. Kravdi tvey ára fongsulsrevsing Ákærin kravdi tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri brot á grein 216 stk. 2 sambært grein 224 og vísti á, at hóast talan er um til­ burð­ir, ið eru farnir fram fyri yvir 23 árum síðani, so er lóggávan kring fyrning broyt fleiri ferðir síð­ani, og at málið tí ikki var at meta sum fyrnað. Verjin helt hinvegin, at tað var ivasamt, um talan kundi vera um annað kynsligt samband enn sam­ lega, og at málini við trimum av gent­unum tí vóru longu fyrnað. Ein týðandi partur av hesum var, um maðurin hevði havt fingr­arnar inni í gentunum, ella um hann bert hevði følt upp á tær uttaná, tí hetta kann vera avgerandi fyri, um tal­an er um annað seksuelt sam­band enn sam­legu við barn und­ir 12 ár ella blúnis­brot (blufærdig­heds­krænk­ else). Av tí, at verandi lóggáva áset­ ur, at fyrning verður sett eftir revsi­karmunum - tað vil siga, tess harðari revsing, tess longri til málið er fyrnað - var júst hetta týðandi fyri málið, tí blúnisbrot hevur linari revsing enn annað seksuelt samband enn samlegu við barn undir 12 ár. Verjin helt eisini, at ákærin kundi ikki strekkja verandi fyrningarlóggávu yvir hendingar, ið vóru farnar fram fyri 23 árum síðani undir aðrari lóg­gávu. Verjin bað um frídøming til ákærda mannin. Dómur verður sagdur í mál­in­ um í komandi viku. Verjin helt eisini, at ákærin kundi ikki strekkja verandi fyrningar­ lóggávu yvir hendingar, ið vóru farnar fram fyri 23 árum síðani undir aðrari lóg­ gávu. Verjin bað um frídøming til ákærda mannin foreldrini høvdu ikki viljað meldað, tí at ein rættarsak hevði verið ov hørð fyri smágentur