hósdagur 29. august 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
22
LESARABRØV
Tilboðið frá Mettu Frederiksen
Zakarias Wang
Valevni Sjálvstýris
Tað var á heysti 1971. Fólkatingsval
skuldi vera, og tjóðveldismenn
tóku støðu til, um stillast skuldi
upp. Tað endaði við, at eg kom at
standa einsamallur á einum utt
anflokkalista. Tey tjóðveldisfólk,
sum vildu fara á fólkatingsval,
kundu greiða atkvøðu fyri hesum
lista.
Hetta var ikki fyrstu ferð slíkt
hendi, tí í 1960 hevði tjóðveldis
maðurin Karstin Hoydal stillað
upp á sama hátt. Tað førdi við
sær, at atkvøðurnar á sjálvstýris
veinginum spjaddust og Sam
bandsflokkurin vann.
Eg vildi ikki hava at hetta
endurtók seg. Eg spurdi Fram
burðsflokkin og Sjálvstýris
flokkin um teir um vildu gera
listasamgongu við meg, men
uttan úrslit. Tá vendi eg mær
til Fólkaflokkin, sum tók undir
við uppskotinum, og kom Fram
burðsflokkurin uppí afturat.
Valið í Føroyum var tvær vikur
eftir at valið hevði verið í Danmark
og Grønlandi. Í fólkatinginum
vóru nú 177 limir valdir. Sitandi
forsætisráðharrin Baunsgaard í
Radikalaflokki fekk undirtøku
frá 88 av limunum, sum valdir
vóru í Danmark. Krag hevði 87 í
sínum parti. Annar av teimum
grønlendsku segði seg stuðla Krag,
sum soleiðis hevði undirtøku frá
eins nógvum sum Baunsgaard,
nevnililiga 88. Fekk hann eisini
undirtøku frá hinum av grøn
lendsku fólkatingslimunum,
hevði hann 89 móti teimum 88 hjá
Baunsgaard og kundi skipa stjórn.
Eg stillaði upp fyri at forða fyri
at vit komu upp í ES. Fólkaatkvøða
skuldi vera, og mín meting var,
at um so var at Krag gjørdist
forsætisráðharri, fór hann at
fáa arbeiðararnar í Danmark at
atkvøða fyri limaskapi, og so fóru
vit so ella so at verða drigin inn í
ES og fóru at missa rættin til fiskin
á okkara leiðum. Eg helt, at um so
var at Baunsgaard slapp at halda
fram, so kundi fólkaatkvøðan í
Danmark ganga øðrvísi.
Hin grønlendski fólkatings
maðurin var Moses Olsen. Eg
hevði ongantíð hitt hann, men
kendi væl fleiri av vinum hansara.
Tað kom mær til hugs, at um so
var at hann kundi drála til eftir
valið í Føroyum við at siga at hann
tók undir við Krag, so kundi einki
stjórnarskifti fara fram fyrr enn
eftir at føroyingar høvdu valt.
Hetta var áðrenn internet og
facebook, so eg sendi eitt telegram
til Moses Olsen og heitti á hann
um at bíða við at taka støðu til
hvønn forsætisráðharra Danmark
skuldi hava fyrr enn úrslitið av
valinum í Føroyum var komið.
Tað sum kundi hent var at eg
varð valdur. So kundi eg tosa við
Moses Olsen um hvønn forsætis
ráðharra vit báðir skuldu peika á.
Gjørdust vit samdir um at peika á
Krag, so hevði hann meiriluta og
kundi skipa stjórn. Samdust vit hin
vegin um at peika á Baunsgaard,
so hevði hann meiriluta, og danir
fingu tann forsætisráðharra, sum
teir dámdu best.
Moses Olsen boðaði frá, at
hann vildi bíða eftir úrslitinum
av valinum í Føroyum.
Valúrslitið í Føroyum vísti, at
mín meting at Sambandsflokkurin
hevði vunnið um flokkarnir sjálv
stýrismegin ikki høvdu listasam
gongu, var røtt. Listasamgongan
fekk fyrst valda mannin. Men hon
fekk ov lítið til at fáa tann seinna
eisini, og tí varð eg ikki valdur.
Umboð Fólkafloksins varð valt,
og tók tíverri ikki samstarv upp
við Moses Olsen. Krag kláraði tí at
lumpa Danmark inn í ES.
Men nú hevur Danmark fingið
ein forsætisráðharra, sum sigur at
Danmark ikki eigur Grønland. Her
er talan um eitt munandi framstig,
tí higartil hava ikki bert Krag, men
allir danskir forsætisráðharrar
tvíhildið um, at danska stjórnin
eigur bæði Grønland og Føroyar.
Tíverri hava vit ikki enn hoyrt
Mettu siga, at Danmark ikki eigur
Føroyar, men tað fer uttan iva at
koma.
Londini Grønland og Føroyar
eru nevniliga eitt ríki við eini
felags grundlóg, sum sigur, at ríki
okkara kann ikki verða sundur
býtt.
Tá Metta tí sigur, at Danmark
ikki eigur Grønland, sigur hon har
við, at Danmark heldur ikki eigur
Føroyar. Hon hevur ikki rætt til at
skera Føroyar burtur úr ríki grøn
lendinganna, ella skera Grønland
burtur úr ríki føroyinganna.
Tað eru grønlendingar og før
oyingar, sum saman eiga Grøn
land og Føroyar. Av tí at danski
forsætisráðharrin nú sigur, at
Danmark ikki eigur okkum, er bert
eitt at gera, og tað er at vit koma
saman fyri at skipa ta stjórn, sum
vit nú hava fingið loyvi frá danska
forsætisráðharranum at seta á
stovn.
Hetta verður ovast á bredd
anum hjá tí nýggja løgtinginum.
Vit veljarar hava rætt at krevja
av teimum, sum bjóða seg fram á
valinum, um teir taka undir við
Mettu Frederiksen, tá hon sigur,
at Grønland og harvið Føroyar
ikki eru danskar.
Hetta er ein ásannan frá
donsku stjórnini um at vit hava
rætt til sjálvstýri.
Spurningurin er, um tey vit
velja skoyta um hetta sjálvstýris
tilboð.
Higartil hevur verið djúp tøgn
um hesa megabroyting í støðu
okkara.
Vit liva tí sanniliga í spennandi
tíðum.
Neyðugt hjá okkum í felag at
verða meiri engasjerað
Gunvá við Keldu
Býráðslimur í Klaksvíkar
Kommunu
– ikki uppstillað til Løgtingið.
Sendi øllum løgtingsvalevnum í
Norðoyggjum, hesa áheitan, nú
løgtingsvalið stundar til. Eg havi
fyrr gjørt vart við hetta
At Norðoyggjar eru so mikið
væl fyri, og arbeiðsloysið so lágt, er
fyri tað allarmesta vinnulívinum
at takka. Fyrst fiskivinnuni, sum
bygdi Norðoyggjar, og síðani ali
vinnuni, sum er komin so sera væl
við. Hesi bæði hava syrgt fyri, at
eisini avleiddu vinnurnar eru
øktar og í dag hava tað gott.
At Norðoyggjar hava so
frægt av almennum stovnum, er
ótroyttiligum og treiskum fólkum
við góðum framtíðarhugsanum,
at takka. Teimum, sum búleik
aðust í Norðoyggjum í 20. øld.
Hugsi serliga um Klaksvíkar
Sjúkrahús, sum varð stovnsett
av norðoyingum og eystara parti
av Eysturoynni. Húsarhaldsskúla
Føroya, sum varð settur á stovn
av kvinnum heimahoyrandi í
Norðoyggjum. Sjómansskúlan og
Tekniska Skúla, sum báðir vórðu
grundlagdir av arbeiðssomum
fólki við hugsjónum, og somuleiðis
tey sum gjørdu arbeiðið, so vit
tíðliga fingu el-verk. Bara fyri at
nevna nøkur dømi.
Ein trítrinsrakett
Hvussu hevur so verið seinna
partin av 20. øld og frá ár 2000?
Vit síggja skjótt, at vit hava ikki
fylgt við sammett við fleiri onnur
øki í landinum.
Um vit samanbera okkara økið
við onnur øki í landinum, hevur
ein trítrinsrakett møguliga givið
okkum eitt afturhald.
Fyrst syrgdu okkara politikk
arar fyri at taka politiskt valda
sjúkrahússtýrið av. Hetta gjørdi,
at okkara vælvirkandi Klaksvíkar
Sjúkrahús við sínum táverandi
sergreinum ikki fekk nóg góðar
sømdir at virka.
Harnæst, syrgdi politiski mynd
ugleikin fyri, at Føroyar gjørdist
eitt valdømi, tað hevur gjørt, at
almennir stovnar úti um landið,
við tilhoyrandi avleiddum vinn
um, spakuliga eru vorðnir veikari.
Og seinast, sum kanska eisini er
mest álvarsamt, at vandi er fyri, at
vit síggja minni og minni veruligar
uppgávur lagdar á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og játtanir, ið fylgja
við. Hetta fer at minka um ar
beiðsplássini og uppgávurnar á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi komandi
árini.
Uppskot ikki nóg væl
gjøgnumarbeitt
Eitt kent dømi var ætlanin at
troðka eina vælvirkandi Heilsu
miðstøð inn í Klaksvíkar Sjúkra
hús, uttan nakra útbygging, og
við tí taka pláss fyri lættari at
prógva, at her var ikki pláss fyri
meiri virksemi. Hóast 15 mió. kr.
vórðu játtaðar, sum ikki er nógvur
peningur, so var málið alt ov illa
gjøgnumarbeitt og viðkomandi
partar vitstu ov lítið. Tí kom hetta
mál ikki ígjøgnum – tíbetur.
Tað ber ikki til at kroysta eina
so stóra broyting inn á verandi
fermetrar, uttan at tað ger um
støðurnar á Klaksvíkar Sjúkra
húsi verri. Eftirfylgjandi er onki
hoyrt um játtanina, sum varð
markað Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Ynski við hesum skrivi at gera
vart við, at neyðugt er við einum
nógv tættari sambandi, enn verið
hevur. Har løgtings- og býráðslim
ir, vinnan og borgarar annars, mið
víst hittast og arbeiða við teimum
stóru linjunum, og ikki minni vita
av hvørjum øðrum.
Hetta er neyðugt, sum ein verja
fyri m.a. Klaksvíkar Sjúkrahús og
so nógv annað alment, eins og
privat, virksemi, so vit ikki upp
liva »ad hoc« loysnir, sum ikki
eru gjøgnumarbeiddar. Havi valt
at senda tykkum hesa áminning
nú undan løgtingsvalinum, og er
skrivið sent til øll uppstillaðu løg
tingsvalevnini í Norðoyggjum.
Fyri meg er hendan áheitan
ikki nýggj, havi fyrr gjørt vart
við hetta bæði í Klaksvíkar Býráði,
eins og í greinum.
Yvirlýsing frá KSF
Kvinnufeløgini og
Kvinnufelagasamskipan
Føroya
Til løgtingsvalið 2019 eru 122
menn og 57 kvinnur á vallist
unum, tað vil siga 68% menn
og 32% kvinnur. Eingin flokkur
hevur javnstøðu á vallistanum.
Onkur hevur lutfallið 60-40% á
vallistanum.
Flestu veljarar leita sær
kunning í valsendingum í sjón
varpi og útvarpi, og í báðum
miðlum hava kvinnurnar verið
undirumboðaðar í nærum øll
um sendingunum.
Tað liggur tí eisini ein serlig
ábyrgd á miðlunum at geva
kvinnuligu valevnunum líka
nógva talutíð sum mannligu
valevnunum.
Kvinnufeløgini og Kvinnu
felagasamskipan Føroya vilja
tí heita á miðlarnar og á flokk
arnar um at lata kynini koma
líka ofta framat í valsendingum
og á valfundum.
Javnstøða kemur øllum sam
felagnum tilgóðar.