hósdagur 29. august 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
23
Frumskógur og alilaksur
Kári Thomsen
Ingilín Didriksen Strøm umrøður
í grein náttúru- og umhvørvismál,
og vísir til syndarligu støðuna við
frumskóginum í Amazonas.
Ikki tí serstakan áhugi er at
viðmerkja til skriv frá valevnum,
men stundum kann tað kennast
neyðugt. Ingilín hevur partvís
grein í sínum sjónarmiðum, men
kemur ikki inn á evnið hví frum
skógurin í Brasil verður høgdur
niður, sum gjørt er í nógv ár, og
nú verður brendur av - við meira
og minni beráddum huga. Har
frumskógur hvørvur verða soya
gróðursett. Ikki vistfrøðilig fram
leiðsla á nakran hátt, men GMO
soya har ein long røð av pesticid
um verða brúkt, og til alstóran
heilsuskaða á bæði arbeiðsfólk,
umhvørvið - djór og villini gróður
- og fólk, ið búgva kringum.
Ingilín veit allarhelst at lokal og
smærri landbúnaðarframleiðsla
er tvangsflutt, jørðin ognartikin
og selda multinationalum fyri
tøkum, ið vilja tjena pening á m.a.
skjóttvaksandi soya.
Og hvør keypir so hetta eitur
fongda soya? Jú, tað ger land
búnaður í m.a. Europa til fóður
til neyt, svín og flogfenað. Og
havbúnaður - alivinnan - í Noreg,
Skotlandi, Írlandi og í Føroyum.
Ingilín umrøður at heimsins
leiðarar mótmæli avbrenning av
frumskógini, og hótta við tiltøkum
móti Brasil. Og Føroyar eiga eisini
at luttaka í slíkum tiltøkum, skriv
ar Ingilín.
Hvat sigur so Ingilín og Javnað
arflokkurin til at føroysk alivinna
- føroyski búskapurin - fyri stóran
part er grundað á niðurhøgging av
frumskógi í Brasil?
Eini 10.000 tons av GMO soya
frá niðurhøgdari frumskóg til
føroyska alivinnu, og har smá
bøndir hava mist sínar landbún
aðarteigar og lokalu íbúgvar eru
fyri grovasta heilsuskaðiliga
ágangi við alskyns pesticidum
frá landbúnaðinum. Hvar eru nú
ST-heimsmálini um burðardygga
menning? Alivinnan, kanska mest
Bakkafrost, er støðugt frammi og
bedýrar hvussu burðardygg fram
leiðslan er, og kann tað tí verða
væl uppá sítt pláss at Ingilín og
Javnaðarflokkurin melda klárt
út, um tey taka undir við at ali
vinnan er burðardygg soleiðis sum
hon verður rikin. Eiturfongt soya,
raps og hveiti, afturat at firðir
og sund verða køvd í skarni og
fóðurleidum, og at tað enn verða
brúkt túsund tons av Hydrogen
peroxyd, afturat at pelagiska vinn
an niðurfiskar stovnar her á leið
um, og annars við vesturstrond
Afrika og Suðuramerika, verður
rættuliga trupult - fyri ikki at
siga hopisleyst - at grundgeva sum
verandi burðardygg vinna.
Eg meti Ingilín og Javnaðar
flokkurin ikki gera sær greitt, at
alivinnan IKKI er burðardygg,
men miðvíst roynir at propag
andera fyri framhaldandi grovari
gagnnýtsklu og misnýtslu av
jaðarinnar varandi tilfeingi, og
samstundis lata hánt um havum
hvørvisdálking - ið ætlandi skal
flytast út á opið hav....fyri at
minka um dálkingina á firðunum,
kanska fyri at eingin sær og tí ikki
fær ilt av dálking langt frá landi.
Flatmaðkur og innfluttar
fremmandar plantur er ikki gott
nokk. Men hvat hevur Javnaðar
flokkurin so gjørt fyri at forða
hesum farnu nógvu árini...eisini í
landsins leiðslu?
Eingin almennur stovnur ella
ráðharri hevur enn kunna svara
spurninginum hvar árligur inn
fluttningur av uml. 13 tonsum av
Formaldehyde verður brúktur og
hvussu evnið verður burturbeint.
Frá 2010 hava vit innflutt 130 tons
av mest antibakteriella evninum á
marknaðinum - og alivinnan tosar
støðugt um hvussu burðardygg
vinnan er og at hon als ikki nýtir
antibiotika.....
Náturufriðingarlóg,
um
hvørvislóg, havumhvørvislóg,
lóg um lívfrøðiligt margfeldni
o.s.v.....hevur verið í hondum
Javnaðarflokksins farnu 4 árini
- og EINKI sæst av nøkrum til at
tryggja og at halda hesar lógir.
Ikki tí...roknast kann á ongan
hátt við at aðrir flokkar taka hvørki
náttúru- og umhvørvislóggávu,
enn minn ST-heimsmálini um
burðardygd í størri álvara enn at
misnýta hesi til valagn.
Makrelrættindi okkara í vanda – vit mugu
krevja rætt til at røkja okkara áhugamál
Heini Hátún
Føroyar eru vorðnar ríkar av
uppsjóvarfiski. Hesum vil neyv
an nakar seta seg ímóti. Og vón
andi fara Føroyar í mong ár
afturat at fáa stórar partar av
samlaðu fiskirættindunum av
uppsjóvarfiski.
Men ongin gevur okkum hesi
rættindi – tað eru vit, sum mugu
berjast fyri teimum. Og rættindi,
sum Føroyar hava tikið fyri givið
í makrel-semjuni við Noreg og ES,
standa nú fyri hóttan.
Grønland kann ikki
vera partur
Partarnir í trílanda makrelsemjuni
siga seg nevniliga vilja arbeiða
fyri, at Ísland og Grønland eisini
gerast partar av semjuni. Hinvegin
er greitt, at ikki fer at bera til hjá
Grønlandi at gerast sjálvstøðugur
partur í hesi avtalu – hetta orsaka
av, at ríkismyndugleikarnir meta,
at tveir landslutir í kongsríkinum
kunnu ikki verða sjálvstøðugir
sáttmálapartar í sama sáttmála.
Henda fatan er jú orsøkin til
óvirðiligu “Danmark for så vidt
angår Færøerne” -skipanina.
Føroyar mugu
lata av sínum
Við øðrum orðum fer ikki at bera
til hjá Grønlandi at gerast partur
av makrelsemjuni, uttan so, at
Føroyar og Grønland virka sum ein
og sami sáttmálapartur. Føroyar
mugu deila við Grønland. Í so máta
verður støðan akkurát tann sama,
sum vit kenna í sambandi við býti
av rækjum á Grand Banks (New
Foundland), har Føroyar fyri at
føra sín fiskivinnupolitikk, hava
verið noyddar at lata Grønlandi
stóran lut í søguligu rættindum
okkara at fiska rækjur á Grand
Banks.
Vit mugu sjálvi
velja samstørv
Vit skulu sjálvandi kunna sam
starva við Grønland – men tá vit
sjálvi velja tað og tað er nyttugt fyri
báðar partar! Henda skipanin er
ótolandi. Harafturat er tað eingin
loyna, at lógarkøn fólk, heruppií
eisini danskir serfrøðingar, ikki
meta nakað grundarlag vera fyri
óneyðuga restriktivu støðuni hjá
donskum ríkismyndugleikunum.
Vit mugu hava fult ræði á okkara
uttanríkisviðurskiftum. Tað er
henda støðan við uppsjóvarfisk
inum eitt talandi dømi um.
Hetta er áhugamál
hjá øllum flokkum!
Tað er sum sjálvstøðug tjóð, at vit
best fáa røkt okkara áhugamál.
At fáa ræðið á okkara egnu fiski
vinnuavtalum hevur tó so stóran
vinnuligan týdning her og nú, at
vit mugu fáa hetta á dagsskrá sum
allarfyrst. Tjóðveldi fer sjálvandi
at taka ábyrgd og vil fegin slóða
fyri, men hetta eru áhugamál Før
oya, og allir flokkar áttu at staðið
saman um at krevja ræðisrættin
á okkara uttanríkisviðurskiftum.
Eingin annar enn vit vil berjast
fyri okkara rættindum, og tað er
tað, vit skulu gera nú.