hósdagur 29. august 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
2. partur
F
yrsti partur endaði við, at Evald í
1946 var við fyrsta skipinum, sum
var á saltfiskaveiðu eftir kríggið.
Í hesum parti skulu fyrst verða
tiknar fram tvær skipahendingar frá
barnaárunum hjá Evaldi.
Nýbygt skip til Fuglafjarðar
Í Fuglafirði hava verið veruligir fram
burðsmenn. Í 1937 kom eitt nýbygt skip
til Fuglafjarðar, tað var Kyrjasteinur. Hetta
minnist eg væl, var 9 ára gamal tá. Tað var
ein stórur dagur í bygdini, har tað var
vanligt við gomlum skipum eins og aðra
staðni. Tað var Jákup Haraldsen, ein av
fremstu vinulívsmonnunm í bygdini, sum
læt hetta skip byggja í Danmark, sum í
nógv ár var eitt prýði fyri bygdina.
Um summarið fóru teir við snerpunót
undir Íslandi. Moturin var 120 hestar, og
bleiv árið eftir býttur um við ein, sum var
180 hestar. Hetta var óført í mun til teir
vanligu motorarnar tá á døgum.
Kreftir í Fuglafirði hava arbeitt við at
varðveita skipið sum eitt minni um gamla
tíð. Nú stendur skrokkurin á landi í Fugla
firði, og tað kann eisini vera eitt minni í tí.
Týskt skúlaskip í Fuglafirði
Á sumri 1938 var eitt týskt skúlaskip á
Fuglafirði. Tað kallaðast Horst Wessel.
Tað mundi ikki vera sørt av politikki
uppií, tí Horst Wessel var ein nasistisk hetja
og blóðvitni, sum varð myrdur 23 ára gamal.
Hann var leiðari hjá “stormtroppunum” hjá
Hitler, so hann hevur neyvan verið av Guds
bestu børnum.
Horst Wessel sangurin var ein tjóðsang
ur hjá nasistunum. Tað lá tískil ein hótt
andi boðskapur í hesum navni.
Men stórsligið var skipið. Støddin var
2.000 tons. Tað hevði 20 segl, sum vóru
2.000 fermetrar til víddar. Manningin var
70. Umborð vóru 200 næmingar, sum vóru
kallaðir Marine Hitler Jugend, sum eisini
gevur ábending um politikkin í Týsklandi.
Næmingarnir vóru nógv í landi, og teir
vóru ógvuliga virknir. Teir fóru rennandi
niðan á Borgina og aðra staðni við.
Fuglfirðingar vóru eisini umborð við
báti og vitjaðu, og blíðskapurin var stórur.
Teir vóru eisini á Tvøroyri, har nógv
varð gjørt burtur úr vitjanini. Hildið var
aftaná á Tvøroyri, tá ið týska muran kom
undan kavi, at hesin áhugin fyri at ganga
í fjøllunum veruliga var njósning, um tað
skuldi blíva brúk fyri hesi vitan seinni.
Í 1939 vóru teir aftur á Fuglafirði, men
tá hildu teir lágan profil, og bara fáir vóru
í landi. Afta á kríggið fekk USA skipið sum
krígsendurgjald.
Trolaratíðin
Aftaná kríggið var tað, at føroyingar fóru
at keypa gamlar koltrolarar fyri tey mongu
skip, sum vóru farin undir krígnum. Tað
gingu bara nøkur fá ár, so vóru teir flestu
farnir á húsagang. Har fóru nógvir pengar
hjá føroyingum, eisini ikki sørt hjá mær.
Eg var í 1946 við at keypa Vitan, sum var
ein av hesum trolarum. Hann var keyptur
úr Íslandi. Hann var ikki nakar ársungi,
bygdur í 1912 í Onglandi. Keypari var p/f
Atlantis, og Sigurd Simonsen var stjóri.
Sigurd var annars ein pressari. Í 1940 læt
hann byggja Vón, sum var fyrsta skip, sum
er bygt í Føroyum í nýggjari tíð.
Sigurd førdi Vitan árini 1947, 1948 og
1949.
Tummas á Tanganum var maskinmaður
og Johannes Hofgaard, versonur Gordon
Midjord, var 2. meistari.
Fyrsta túrin á heysti í 1946 fiskaði Vitin
á Halanum undir Íslandi. Ein íslendingur,
Jóan, var skipari. Hetta var, áðrenn keypið
var ordiliga klárt.
Tað var mangan ótýdligt at royna um
hesar leiðir um heystið og veturin. Kom
hann av landnyrðingi, so varð leitað inn
undir land at kroka. Tríggjar ferðir sigldu
vit inn undir land undan veðrinumn, og ta
einu ferðina var so nógvur krapi í sjónum,
at fuglurin gekk eftir hesari krapakenda
vatnskorpu. Hetta hevur sæð løgið út. Kom
hann við vindi av norði og ilsku í sjónum,
kundi trolarin avísast eftir stuttari løtu.
Tað eru nógvar daprar søgur um hetta, og
tí ráddi um at fara inn undir land skjótast
gjørligt.
Eina ferð rópti skiparin trolið inn, eftir
at tað var farið frá borði. Hann var komin
av landnyrðingi, sum var ringasta ætt. Her
ráddi um at vera varin og gera skjótt av.
Vit seldu niðri og komu aftur til jólar.
Fóru so eystureftir í norskan sjógv. Har
vóru vit tveir túrar við Lofoten. Vit skiftu
skrúvu, tá ið vit komu til Harstad. Hana
høvdu vit við, hon var við í keypinum.
Hetta var í 1947. Tá ið vit fóru avstað aftur
við Vitanum ein saltfiskatúr um várið til
Íslands, var landnyrðingur eystan við
sama lag og stórkavi eystanfyri.
Vit fóru til Havnar at taka salt. Tað
fleyt inn á dekkið, tá ið vit fóru avstað,
so tungur var hann. Vit fóru norður
gjøgnum Vestmannasund. Tá vit vóru
Evald hevur verið virkin at
útvega skip til Fuglafjarðar. Men
høvuðsvirkið var sum smiðjumaður
SIÐSØGA
Evald Johannesen:
VAR VIÐ TIL AT
FÁA TROLARAR
TIL LANDIÐ
Vitin, trolarin, har Evald var við
MEKA, smiðjan, har Evald var ein álitismaður